Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 239 - 11. desember 2008 Stutt Sagt Lufthansa keypir Týska flogfelagið Luft­ hansa hevur keypt allan partapeningin í lágprís­ flogfelagnum German­ wings. Lufthansa átti 49 prosent av partapeningin­ um frammanundan. Ger­ manwings bleiv stovnað í 2002. Felagið rekur 25 flogfør av slagnum Airbus A319 og flutti í fjør meiri enn átta milliónir ferða­ fólk millum 69 ymsar floghavnir. Lufthansa hevur eisini keypt 41,5 prosent av parta­ peninginum í tí almenna eysturríkska flogfelagnum Austrian Airlines. Týska felagið hevur kunngjørt, at tað ætlar at keypa hin part­ in av eysturríkska felagn­ um næsta ár. Fingu Nobel­ heiðurin Fyrrverandi finski forsetin Martti Ahtisaari var í gjár í Oslo og tók ímóti ársins Nobel­friðarheiðursløn. Um somu tíð handaði sven­ ski kongurin fleiri heið­ urslønir í Stopckholm. Av teimum heiðrarðu vóru ikki minni enn tríggir fransmenn. Jean­Marie Le Clezio fekk ársions bók­ mentaheiðursløn, og Luc Montagnier og Francoise Barre­Sinoussi fingu ársins heiðursløn í læknavísindi saman við týskaranum Harald zur Hausen. Amerikanski hagfrøð­ ingurin Paul Krugman fekk Nobel­heiðurslønina í hagfrøði, og japonsku Makoto Kobayashi og Toshihide Maskawa vórðu heiðraðir fyri teirra avrik innan alisfrøði. Nobel­heiðurslønina í evnafrøði fingu amerikan­ ararnir Martin Chalfie og Roger Tsien og japanin Osamu Shimomura. Tey, sum verða heiðrað við Nobel­heiðurslønini, fáa eina gullmynt, eitt heiðursskjal og 10 millión­ ir svenskar krónur. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Í tílíkari løtu eigur indiska stjórnin at steðga eitt sindur á og at draga andan djúpt pakistanski forsetin útlond Nú eigur Lufthansa alt Germanwings Mynd: DPA USA hevur nú biðið ST um heimild til at jagstra teir somalisku sjórænararnar - bæði á sjógvi og landi Amerikanskir diplomatar royna í hesum døgum at sannføra ST­trygdarráðið um, at tað eigur at gera eina samtykt, sum skal gera tað møguligt at jagstra sjóræn­ arar uppi á landi. Ætlanin hjá amerikonsku stjórnini er at fáa samtyktina ígjøgnum trygdarráðið, tá tað í næstu viku fer at umrøða Miðeytsur. Uttan­ ríkisráðharrarnir í Russlandi og Bretlandi, Sergej Lavrov og David Miliband, koma til New York at taka lut í ein­ um Somalia­orðaskifti, sum verður týsdagin, og ætlanin hjá amerikonsku stjórnini er at fáa alt avgreitt ísenn. Amerikanski vara­ sendiharrin í ST, Alejandro Wolff, sigur við AP, at tað er semja í trygdarráðnum um at steðga teimum somal­ isku sjórænarunum á sjón­ um. Men tað amerikanska uppskotið umfatar eisini álop á støðir hjá sjórænar­ unum uppi á landi, um so er, at somaliska stjórnin góðkennir álopini. NATO hevur herskip úti fyri somalisku strondini, og ES­londini samtyktu mána­ dagin at senda herskip og flogfør til leiðina at fáa enda á teimum nógvu sjó­ ránunum. Upp á land at jagstra sjórænarar Nobel­ vinnari skal stýra orku­ politikkinum Steven Chu verður amer­ ikanskur orkumálaráð­ harri Keldur í demokratiska flokkinum í USA siga, at Barrack Obama hevur valt Steven Chu til orku­ málaráðharra. Chu fekk Nobel­heiðurslønina í alisfrøði í 1997 og verður mettur millum teir fremstu serfrøðingarnar innan alternativa orku. Afturat sær fær Chu nakrar embætismenn, sum millum annað arbeiddu í umsitingini hjá Bill Clinton. Barrack Obama hevur lovað at leggja stóran dent á alternativar orku­ keldur, og hann hevur boðað frá, at USA fer at brúka fleiri milliardir dollarar at finna nýggjar orkukeldur og at skapa fleiri arbeiðspláss innan grøna orku. Svenska kvinnan hevði sagt heimshjálp- ina frá sær og vildi ikki hava hjálp frá starvsfólkinum, sum goingu fram við hurð hennara hvønn dag Ein eldri kvinna er funnin deyð í sínari íbúð, sum er partur av ellisheiminum í býnum Karlskrona, og kann­ ingar benda á, at kvinnan doyði fyri seks vikum síð­ ani, skrivar Aftonbladet. Kvinnan hevði búð í íbúðini síðani á sumri í 2000. Hon hevði ikki heima­ hjálp, tí hana hevði hon sagt frá sær, og hon vildi heldur ikki hava hjálp frá starvs­ fólkinum á ellisheiminum, hóast tey gingu fram við hurð hennara hvønn dag. Av tí sama hugdi eingin inn til kvinnuna, fyrr enn onkur varnaðist, at hennara postkassi var á tremur, og at ein partur av postinum hevði ligið í postkassanum í seks vikur. Tá fólk so fóru inn í íbúðina, lá kvinnan deyð á sofuni. Teir kommunalu myndug­ leikarnir í Karlkrona halda seg ikki hava gjørt nakað skeivt, tí kvinnan vildi ikki hava sjálp. Kvinna lá deyð á ellisheimi í seks vikur Kvinnan vildi ikki hava hjálp frá starvsfólkinum Mynd: Aftenposten Eitt skip hjá jemensku sjóverjuni heldur eyga við skipum í Adenvíkini Mynd: Polfoto