Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 11. desember 2008 13 Eins og Føroya Banki gjørdi í síðstu viku, lækkar Eik nú eisini renturnar, men hækkar samstundis rentumarginalin, ið er munurin mill­ um innláns­ og útlánsrenturnar. Hetta merkir størri inntøkur til bankan RentubRoyting Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Í kjalarvørrinum av rentu­ lækkingini hjá Tjóð­bankan­ um tann 4. desember lækkar Eik Banki nú flestu útláns­ og innlánsrentur. Men eins og Føroya Banki longu gjørdi fyri nøkrum døgum síð­ani, brúkar Eik Banki samstundis møguleikan at vaksa um rentumunin mill­ um innlán og útlán, og hetta merkir sjálvandi størri rentu­ inntøkur til bankan. Flestu útlánsrenturnar lækka 0,25 prosentstig og flestu innlán lækka 0,75 prosentstig. Altso er í høv­ uð­sheitum talan um at lækka renturnar á útláni eitt hálvt prosentstig minni enn á innlánum. Tað­ merkir, at sokallað­i rentumarginalur­ in, sum er grundarlagið­ und­ ir inntøkum bankans, veks­ ur, og harvið­ vaksa rentu­ inntøkurnar hjá Eik á sama hátt, sum inntøkurnar hjá k a p p i n g a r n e y t a n u m , Føroya Banka, eftir at hesin hevur gjørt tað­ sama. Rentan á 1. veð­rættarlán­ um hjá Eik kemur nið­ur á 7,0 prosent um árið­. Hóast rentan á 1. veð­rættarlánum nú er nið­ri á 7,0 prosentum um árið­, eru realkredittlánini frá Eik munandi bíligari. Til dømis er rentan á einum rentutillagingarláni, tí sonevnda RTL2­láninum – tað­ vil siga rentan, ið­ verð­ur ásett aftur í desember 2010 – í løtuni beint omanfyri seks prosent um árið­. Tað­ merkir, at sokallað­u RTL2­lánini í løtuni eru knapt eitt prosentstig lægri enn rentan á teimum vanligu bankalánunum við­ 1. veð­­ rætti, ið­ føroyskir bankar vanliga hava veitt. Eik Banki ger vart við­, at fyri uttan at vera bíligari, eru realkredittlán eisini tryggari enn vanlig 1. veð­rættarlán, tí rentan kann læsast fast í stutt ella long áramál. Har­ við­ er lánarin vardur móti framtíð­ar rentubroytingum á einum óstøð­ugum markn­ að­i, skrivar Eik Banki. Feløg halda tað uttanfyri alt mark, tá samgongan viðger stórmál, sum hava týdning fyri tey veikastu í samfelagnum og bert nýtir ein dag til viðgerðina niðuRskuRðuR Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tað­ er fallið­ leið­slunum í Landsfelag Pensjónista og Samtak fyri bróstið­, at trý politisk mál, sum vóru til við­gerð­ar í Løgtinginum í gjár, ið­ raka pensjónistar og fyritíð­arpensjónistar meint, ikki eru send til hoyringar hjá nøkrum parti, áð­renn tey eru løgd fram. Feløgini vísa á, at tað­ harafturat verð­­ ur víkt frá øllum tíð­arfreist­ um í Løgtinginum, so upp­ skotini kunna lýsast í morgin 12. desember. ­ Greitt er, at við­ eini slík­ ari tíð­arfreist, so eru stundir ikki at við­gera uppskotini og avleið­ingarnar av teim­ um út í æsir, hóast hesi mál hava stóran týdning fyri pensjonistar, ið­ fáa stuð­ul til heilivág og fyri pensjon­ istar, og sum njóta gott av dagtilhaldunum. Pensjón­ istar og fyritíð­arpensjónistar verð­a eisini fátækari í 2009 í mun til 2008, tí við­bøturnar verð­a einans javnað­ar við­ trimum og ikki fýra pro­ sentum. Skuldi pensjónin og fyrtíð­arpensjónin stað­ið­ mát við­ stóra prísvøksturin í 2008, áttu tær í øllum føri at verð­ið­ javnað­ar við­ seks prosentum, gera Landsfelag Pensjónista og Samtak vart við­. Feløgini halda, at arbeið­s­ hátturin bæð­i hjá landsstýri og Løgtingi er ógvuliga ódámligur, og tað­ er ikki sørt av vanvirð­ing, ið­ sam­ gongan vísir pensjónistum og fyritíð­arpensjónistum við­ hesi við­ferð­. Eisini undr­ ast feløgini á, at sparitiltøk landsstýrisins fyrst skulu raka teir veikastu bólkarnar í samfelagnum. ­ Tað­ hevur verið­ stór framgongd í Føroyum sein­ astu árini, men tað­ eru verri enn so allir bólkar í samfel­ agnum, ið­ hava fingið­ lut í framgongdini. Tað­ er hug­ stoytt, at landsstýrið­ fyrst leggur eftir pensjónistum og fyritíð­arpensjónistum við­ at skerja umsorganarar­ beið­ið­, almannapensjónir og almannaveitingarnar, skriva Landsfelag Pensjón­ ista og Samtak Fyri samlað­a landsbúskap­ in er sparingin 10 mió. krón­ ur. Hetta er ein lítil dropi í mun til ta samlað­u fíggjar­ lógina, men fyri tey fólk sparingin rakar, kann hetta hava stórar avleið­ingar, halda feløgini. Landsfelag Pensjónista og Samtak heita fyrst og fremst á landsstýrið­ um at taka hesi uppskotini aftur, og í øð­rum lagi á Løgtingið­ um fella hesi uppskot. Í sambandi við­ við­gerð­ina í Løgtinginum høvdu pen­ sjónistar ætlanir um at møta upp í tingsalinum í stórum tali í dag til tess at gera vart við­ ónøgdina yvir lógarupp­ skotini. Sparingar raka skeivt Eik økir um rentuinntøkur Báðir teir stóru peningastovnarnir hava nú lækkað bæði inn- og útlánsrentur, men ikki í sama mun. Útlánsrenturnar eru í høvuðsheitum lækkaðar bara 0,25 prosent, meðan innlánsrenturnar lækka 0,75 prosent. Á henda hátt hava bæði Eik og Føroya Banki tryggjað sær munandi størri rentuinntøkurnar komandi tíðina Savnsmyndir Landsfelag Pensjónista og Samtak heita á landsstýrið um at taka trý uppskot aftur, sum vóru til viðgerðar í tingini í gjár. Í øðrum lagi heita feløgini á Løgtingið um at fella uppskotini Savnsmynd