hósdagur 11. desember 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • 4. desember 2006
inngangur
Nú beint áðrenn jólafriðurin
yvirhøvur hevur fingið ein kjans
at leggja seg yvir dalar og fjøll,
tykist fjøltur vera komin á alt
samfelagið. Fyritøkur skerja,
leggja um ella geva skarvin yvir.
Summi rýma meðan onnur sita
eftir lammaði.
Hvat er at gera í slíkari
støðu?
Tað fara vit á Grams als ikki
at taka støðu til, men fara kor-
tini royna at geva okkara íkast
til eini gleðilig jól í Føroyum,
hóast nógv í hesum døgum ikki
hava nógv at gleðast um.
Hetta er eisini tíðin, tá ið
útisetar leita sær heim til
síni kæru at halda jól. Mong
systkin, foreldur, ommur og
abbar munnu standa við nøsini
trýst móti gluggunum vesturi
á flogvøllinum og skeita eftir
hvør kemur gangandi oman
eftir trappuni á flogfarinum
hjá Atlantic.
Jólini er høgtíð, har maturin
og máltíðin sum mentunarberi
hevur stóran leiklut. Tá gera
vit eyka burturúr og oftani
skal tað vera, sum tað altíð
hevur verið. Heilt út í æsir.
Hvør familja hevur sínar serligu
siðir rundan um jólamáltíðina.
Jóladøgurðin er hjá nógvum
kanska einasta máltíðin í ári-
num, har øll familjan er samlað
um borðið í frið og náðum.
Ymiskt er hvat føroyingar eta
til jóladøgurða. Summi halda
fast um ræstan fisk og sperðil.
Onnur eta ræst kjøt. Og aftur
onnur hava tikið norðurlendsku
siðirnar við dunnu, gás ella
fleskasteik til sín. Men hvat er
so ein góð dunna? Hvat hava
handlarnir at bjóða á han-
dilshillum sínum? Og hvussu
við reyttkálinum, er tað vert at
keypa liðugtgjørt? Og kir-
subersósin, skal hon vera tann
siðbundna danska ella tann
nýggja italska? Lesið meira um
hetta í Matummælinum.
Hvat skula vit drekka afturvið
jóladøgurðanum? Hvat slag
av reyðvíni hóskar til jóladun-
nuna? Hjá teimum, ið hava valt
at njóta alkoholiskar drykkir,
eru góð prei at fáa í Vínum-
mælinum.
Kanska er tað ikki serliga
pent uppundir jól at stinga til
ringu samvitskuna hjá teimum,
ið ynskja at slakna seg, men
nýggja bókin hjá Tinu Bilsbo
– Dagbog Fra en Sofazombie
– ið eru hugleiðingar um at
royna at slakna seg, tá ið man
er farin uppum tey tretivu og
hevur ognað sær eitt real-
kredittlán, er kortini rættiliga
undirhaldandi jólalesnaður um
hvat man kann vænta sær av
einum nýggjárslyfti. Meira um
hetta í Bókaummælinum.
Nær hava tit seinast upplivað
flambering við borðið á mat-
stovu í Føroyum? Sjálvur kann
eg ikki minnast tað síðan hin
karismatiski Dánjal Rein helt
hoff á Hotel Borg í 80’unum.
Hesin háttvirdi og festligi siður
hjá tænara-stættini hevur nú
tikið seg upp aftur í Føroyum.
26 ára gamla Jónfríð Eyðuns-
son, ið er útlærd tænari og
starvast á matstovuni Merlot
í Havn, vísir okkum gand frá
flamberingsvogninum í Up-
pskriftini.
At enda fari eg at heita á
lesarar um at tekna seg til eitt
komandi tíðindabræv, ið um-
vegis telduposti - fer at kunna
um hvat rørir seg í Grams-høpi
annars.
Hetta gerst heilt einfalt við at
skriva til
mortan@hamrabyrgi.com
og upplýsa navn og teldupost-
adressu.
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
20
Saigon-hýrur?