hósdagur 11. desember 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • 4. desember 2006
21
At seta vín saman við moder-
naða føroyska jólamatin við
dunnu ella fleskasteik og so
hetta súrsøta tilhoyrið sum
sviskur, súrepli, reyðkál og
brúnkaði epli er ein sera torfør
uppgáva, men kortini ein
spurningur eg fái á hvørjum
ári. Fægstu vínsløgini klára
hetta. Tá ið eddika og sukur
og so vín verður samansjóðað í
gómanum er tað ikki harmoni
á høgum støði. Vínið broytir
sum oftast fullkomiliga karak-
ter, vanskeplast og smakkar
súrt. Samanumtikið ein ógjørlig
uppgáva. Ein marra at loysa.
Havi hug at siga: drekkið
heldur eina góða jólabryggj
afturvið, tað hóskar væl betri til
súrsøta tilhoyrið. Men fleiri av
okkum vilja jú gjarna njóta eitt
gott glas av reyðvíni afturvið
jóladøgurðanum. Hvat er so at
gera? Her kundi eg aftur sagt
sum hin góði Martin Restorff
segði við meg í telefonini í
vikuni: vel heldur eina Waldorf-
salat, frískt reyðkál og hvít epli
afturvið jóladøgurðanum, so
kanst tú njóta reyðvín, ið ve-
ruliga hóskar til dunnu, eitt nú
eina kraftiga Bourgogne.
Men skal tað nú vera sum
plagar, so eru her nøkur up-
pskot. Vónleyst er at spæla
upp ímóti jólamatinum. Tvør-
turímóti skal jólavínið royna at
spæla saman við tilhoyrinum
og so í besta føri spæla eitt
sindur upp ímóti dunnuni og
reinsa góman fyri hesum feita.
Ein torfør dupultuppgáva at
loysa. Men eg havi eftir besta
førimuni roynt at funnið tvey
sløg, ið eru góð boð uppá
Montigoli, DOC Valpolicella
Classico, Ripasso 2006
Churchill, LBV Port
2000
Palazzo Maffei, DOC Re-
cioto della Valpolicella 2002
Uppruni: Søtt reyðvín úr Italia
Ummæli: Tættur blekksvartur
litur. Sera kraftmikil angi av
søtum kirsuberum, vanilju og
likøri. Veldigur smakkur við
stórari fyllu frá drúvusløgunum
Corvina, Rondinella og Moli-
nara. Langur og samansettur
eftirsmakkur. Her er í stut-
tum talan um søtu útgávuni
av kenda Amarone-vínið frá
Veneto-landslutinum. Veruligt
dessertvín eins og fruktakent
portvín. Kann og eigur at
búnast 10-15 ár fyri at koma
til sín rætt. Hellið væl um og
skeinkið svalligt 12-15 stig.
Sum vínið er í dag hóskar tað
sera væl til mandlurís.
Kostnaður: Kr. 208,00
Skoðsmál:
Uppruni: Søtt heitvín úr Por-
tugal
Ummæli: Kirsubersvartur
litur. Ein undurfullur, kraft-
mikil og samansettur angi
fyllir nasarnar: søt kirsuber,
bromber, valnøtir, heslunøtir
og putursukur. Í smakkinum
er stór fylla og ein brestur av
sólbúnum myrkum fruktum og
nøtum. Søtur smakkur uttan at
vera sukursøtur. Samansettur,
mineralskur og góður beiskur
lakress-broddur, ið heldur í
oyruni á tí søtliga. Javnvág
og framúrskarandi handverk
frá bretska port-bóndanum,
Johnny Graham, ið er giftur
við Caroline Churchill. Skal
skeinkjast svallig, 12-15 stig.
Kostnaður: Kr. 171,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr Italia
Ummæli: Her er lítlibeiggin
til kenda Amarone. Leggið
til merkis fornavnið Ripasso.
Ikki at blanda við Recioto, ið
er tann søta útgávan. Ripasso
hevur fleiri dygdir frá stórabeig-
gja uttan at prísurin gerst alt
ov høgur. Myrkur litur, upp í
leypar av frískari myrkari ber-
frukt, ein feril av hesum søtliga
frá Amarone. Ripasso hevur so
at siga runnið í æðrunum á eini
veruligari Amarone og fingið
árin. Beiski ‘Amaro’-tónin er
eisini at finna og hóskar hann
væl til at spæla upp til tað
feita. Kryddtónin spælir væl
saman við tí súrsøta. Framúr og
frískligt vín til jóladøgurðan.
Kostnaður: Kr. 83,00
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
Reyðvínið til jóladunnuna og
okkurt søtt til mandlurísini
øl
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mitolo, McLaren Vale,
Jester Shiraz 2006
Uppruni: Turt reyðvín úr Av-
stralia
Ummæli: Kolasvartur litur við
næstan ultraviolettum kanti.
Fantastiskur, kraftmikil og
samansettur angi og smak-
kur av aussie-Shiraz. Bláber,
kirsuber, píputubbak, leður,
mynta, eukalyptus og nýkvør-
nað svart pipar. Ein hóskandi
fatbroddur spælir væl saman
við hinum. Hóast søtligi frukt-
tónin er sera langt frammi í
ljóðmyndini, haldi eg at javnvá-
gin er góð. Tubbakið og piparið
vigar væl uppímóti. Og sýran er
har eisini. Stór fylla, smakkurin
er næstan kremutur tjúkkur.
Ballar seg um dunnuna.
Kostnaður: Kr. 150,00
Skoðsmál:
reyðvín til jóladøgurðan.
Eisini komi eg við tveimum
uppskotum til okkurt søtligt
afturvið mandlurísini. Her er
uppgávan nakað lættari.
Øll sløgini fáa fult hús, 6
stjørnur, men hesuferð havi eg
eisini funnið okkurt serligt fram
og skoðmálini eru latin í mun
til hvussu tey hóska til jólamat.