hósdagur 11. desember 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • 4. desember 2006
Jóladøgurðin í flestu famil-
jum er at samanbera við ein
innanhýsis mentanarstovn.
Her avspeglast nógv brigdi, ið
eyðkenna familjuna og limir
tess. Talan er bæði um reglur
og ritual fyri hvussu borðhaldið
eigur at fara fram og hvussu
gestir og húsfólk skula bera
seg at. Harafturat eru sterkir
siðir, - næstan reaktionerir siðir
- fyri hvat hvat skal á jóla-
borðið. Hugsi at nógv finna ein
tryggleika í hesum. At um øll
verðin er við at fara í upploy-
sing, so eta vit kortini dunnu
jólaftan á sama hugnaliga hátt,
sum vit altíð hava gjørt. Tað
kann eingin taka frá okkum!
Í dag kannar Matummælið
rávørur og tilhoyr til jóladø-
gurðan nærri. Í næstu viku
hyggja vit nærri at rávørurnar
til konfekt.
Sjálvsagt ber ikki til at kanna
allir lutir, ið matmóðirin (ella
–faðirin) kundi hugsast at brúkt
í matgerðini, men dunnan,
reyttkálið og kirsubersósin til
mandlurísini er vert at vera
kræsin um.
Eingin ivingur um at føroysk
jóladunna smakkar allarbest.
Livikorini hjá hesum eru framúr
og stutt er til endaliga brú-
karan. Hóast at hon er dýr er
hon allar pengarnar verd. Men
av tí, at ikki allar familjur hava
møguleika at fáa føroyska
dunnu á borðið, so eri eg farin
í handlarnar at kanna úrvalið.
Og her eru tað aftur í ár ”Tor-
denskjolds Soldater” í frysti-
diskunum. Somu dunnusløgini
ganga aftur. Tann enska Cherry
Valley, tann danska og so tann
franska Berberie. Tann svenska
sum vit kenna so væl er eftir
øllum at døma ikki at fáa í ár,
hóast hon rann við sigrinum í
fjør. Franska Berberie-dunnan
er í ár at fáa sum bringu-steik,
tvs. at bringurnar við beinag-
rind og skinni eru skornar úr
dunnuni. Hent hjá teimum, ið
kanska sita tvey-eini jólaaftan
og ikki vilja fara undir eina
heila dunnu. Og sum tað sæst
í skoðsmálinum bagir smak-
kinum á Berberie-bringuste-
ikini einki. Tó skula serlig fyrilit
takast at bringusteikin ikki
gerst ov turr. Eg hevði steikt
hana varligari og kanska ballað
hana inn í onkrum feitum. Men
minnist til at gjøgnumsteikja
dunnuna, - eins og allan annan
flogfenað.
Og vælsignaði verið tykkum,
vaskið nú fingrarnar, tá ið tit
handfara feskan fugl!
Reyðkálið afturvið gagnast
allarbest heimagjørt úr frískum
reyðkáli, eingin ivingur um
tað. Hjá teimum, har hugurin
ella tíðin ikki er til at stákast so
leingi í køkinum, er ikki at falla
í fátt. Eg havi kannað hvat finst
av lidnum reyðkáli.
Omaná eta tey flestu mand-
lurís. Og kirsubersós afturvið.
Vanliga er tað danska kir-
subersósin, men seinnu árini
eru dýru kandiseraðu italsku
kirsuberini eisini farin at gera
um seg at kappast um plás-
sið á jólaborðinum hjá fólki.
Nógv hava tikið tey til sín og
svørja nú til tey italsku. Sjálvur
dámar mær tey sera væl, men
kortini haldi eg ikki hesi sera
kraftmiklu ber hóska saman við
rættiliga mildu mandlurísunum.
Við vanligu kirsubersósini er
mótspælið meira á jøvnum føti.
Men tað er ein spurningur um
smakk.
Skoðsmálini eru latin í mun til
reinleika og styrki í smakkinum.
Fyri reyðkálið broyskleika og
kirsuberini og reyðkálið eisini í
mun til javnvágini millum tað
súra og tað søta.
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
22
Jólamatur
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir mat úr føroysku
matvøruhandlunum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
Samsø Vistfrøðilig
(Miklagarður)
,kr. 14,95/370 g
(kr. 40,41/kg)
Broyskið. Nakað mildur smak-
kur av reyðkáli, men javnvágin í
súrsøta lakanum er heilt góð.
Jean Desiré Beauvais
(FK)
kr. 26,95/770 g
(kr. 35,00/kg)
Sera broyskið og framúr káls-
makkur í frálíkari javnvág við
súrsøta lakan. Besta reyðkálið.
Herregårds Beauvais
(Samkeyp)
kr. 19,90/950 g
(kr. 20,95/kg)
Brúnligur oxideraður litur. Bley-
tur og dovin konsistensur og
ræðuligur sukursøtur smakkur.
Beauvais
(Samkeyp)
kr. 19,95/580 g
(kr. 34,40/kg)
Hampuliga broyskið kál. Smak-
kurin í góðari javnvág við tí
súrsøta. Gott keyp.
Dansk And
(Samkeyp)
kr. 89,95/2,4 kg
(kr. 37,48/kg)
Næstan eingin dunnusmakkur
ella smakkur yvirhøvur. Kjøtið
kennist seigt og turt. Sera
vánalig dunna.
Cherry Valley “tann
enska” (Miklagarður)
kr. 119,95/3 kg
(kr. 39,98/kg)
Góður, reinur og meðal kraft-
mikil smakkur. Sera, sera moyr
og saftmikil dunna. Sera gott
keyp.
Berberie Bringusteik
“tann franska” (FK)
kr. 104,95/kg
Sera góður og sera kraftmikil
dunnusmakkur. Ikki so saftmi-
kil sum tann enska, men sera
moyrur og fínur strukturur.
Besta dunna.
Ummæli av dunnu:
Ummæli av reyttkáli:
Ummæli av kirsubersós:
Fynbo Royal
(FK)
Fynbo Royal (FK), (kr. 27,90/kg)
Donsk kirsuber av slagnum
Stevnsbær og Kelleris. Djúpur,
inniligur, samansettur og
kraftmikil kirsubersmakkur.
Sera góð javnvág millum ber-
søtleikan og bersýruna. Greitt
besta sósin. Her smakkar av kir-
suber, ið hóska til mandlurnar,
róman, rísini og vaniljuna.
Skælskør Frugtplan-
tage (Samkeyp)
kr. 8,95/500 g (kr. 17,90/kg)
Sera sevjumikil og dekan og
fruktsýrutur smakkur. Smakkar
av tilsettari sitrónsýru. Ikki so
djúpur og kraftmikil kirsubers-
makkur sum Fynbo.
Amarena Fabbri
(Miklagarður)
kr. 76,95/600 g (kr. 128,25/kg)
Kandiseraði italsk kirsuber í
siruppi. Ýlandi súrsøt og eftir
mínum tykki ikki so hóskandi til
mandlurís og tað er skoðsmálið
úttrykk fyri.