hósdagur 11. desember 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • 4. desember 2006
- Einaferð hevði eg eina miðju,
men hana býtti eg um við eitt
realkredittlán og tvey deilig
børn.
Soleiðis hugleiðir Tina Bilso
í nýggju bók síni, Dagbog fra
en Sofazombie. Tina greiðir á
erligan og stuttligan hátt frá sí-
nar royndir at liva sunnari. Líka
frá at íðka yoga, renniband
og infrareyða sauna til detox
og garnaskol. Serliga gevur
hon lesaran innlit í, hvussu tað
eydnaðist henni at broyta ringu
vanarnar hjá sær. Tað snýr seg
um at finna sítt egna stev, slær
Tina Bilsbo fast:
-Tá ið eg kann kunna øll
onnur eisini.
Tina Bilsbo er kend innan
útvarp og sjónvarp í Danmark,
serliga sum vertur í Go’morgen
Danmark og Tv 2 Radio. Og so
er hon gift við kenda skemtara-
num, Lars Hjortshøj.
Tina er sofazombie og etur
ongantíð morgunmat. Góð-
gæti er altíð í nánd og tað
finnast altíð 100 góðar orsøkir
til ikki at røra seg. Men eins
og so nógv onnur, so vil Tina
hjartansfegin liva sunnari. Tað
er strævið ikki at orka, at fáa
høvuðverk í tíð og ótíð og an-
nars bólgna støðugt upp sum
deiggj, ið gongur.
Allarmest er Tina troytt av
sínum undanførslum og leti.
1. januar 2008 reistist Tina
úr sofuni. Hon hevði ongar
víðgongdar ætlanir, men vildi
bara fáa miðjuna hjá sær aftur
og klára at røkka tærnar við
strektum knøum. Og tað sum
byrjar við gongutúrar í náttúru-
ni og sunnari morgunmat enn
kaffi, sigarettir og lakres endar
við yoga og fitness og eitt
likam, sum hon fyri fyrstu ferð
í langari tíð er nøgd við. Tina
Bilsbo, ið var sokkin í sofuni,
er ovfarin um at tað eydnaðist
henni at sleppa uppúr og vera
nøgd við at liva sunt.
Dagbog fra sofazombie, Tina
Bilsbo, Thaning & Appel, 175
blaðsíðir, heft. Uml. kr. 230 í
føroysku bókhandlunum.
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
23
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka.
At vera sofa-
zombie