hósdagur 11. desember 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • 4. desember 2006
26 ára gamla Jónfríð Eyðuns-
son, ið starvast sum tænari á
matstovuni Merlot í Havn, er
aftur eitt menniskja handan
matstovuvinnuni í Føroyum, ið
dagliga roynir at geva okkum
og vitjandi ferðafólki uppli-
vingar, tá ið vit fara út at eta.
Jónfríð hevur nógv uppá hjarta
og greiðir her frá síni yrkisleið
og sigir eisini sínar meiningar
um vinnuna og karmarnir at
virka undir:
Eri útlærd frá Rold Storkro í
Himmerland, 25 km sunnan-
fyri Aalborg. Tók sveinaroynd
á Aalborg Tekniske Skole í
oktober 2007 og stóð royndina
við bronsu. Eg byrjaði í vinnuni
í 2003, tá ið eg fór til Noreg at
arbeiða sum tænari við einum
vinmanni á Kvikne’s Hotel í Ba-
lestrand. Har lærdi eg yrkið og
vinnuna at kenna, bæði fyri tad
góða og tad ringa. Men eg fall
fyri tí, og fór til Aalborg á skúla
aftaná jól. Eg fall fyri matstovu-
vinnuna av tí at hon altíð er í
broyting. Eingin dagur ella ges-
tur er tann sami. Og ongantíð
ert liðugur at læra. Har er altíð
okkurt nýtt og spennandi, ið er
á veg sum man kann seta seg
inn í.
Fólkini í hesari vinnuni eru
eisini nakað heilt fyri seg. On-
kur sigur at man ikki kann vera
rættsiktaður at velja eina vinnu
har man arbeiðir hvørt viku-
skifti og hvørt kvøld. Men man
venur seg við ikki at sleppa til
allir føðingardagar og veitslur,
og áðrenn man veit av, so er
man eisini vinir við hini starvs-
fólkini, av tí at man er saman
við teimum 8 tímar um dagin
og ofta brúkar man meira tíð
saman vid teimum enn saman
við familjuni har heima. Og
aftaná eina tíð kennir man seg
als ikki kedda um ikki at sleppa
heim og halda jól, tí man er
kortini saman við fólki, ið man
kennir væl og er góður vid.
Siðurin fyri fínari matgerð
og gastronomi er ikki rættiliga
vorðin ein partur av føroysku
mentanini enn. Føroyar hava
fantastiska dugnaligir kokkar,
ið hava eitt risastórt potentiali,
men tað kann ikki nýtast til
fulnar her heima tí tað ikki
loysir seg at gera framkomnan
mat í Føroyum. Føroyingar flest
vilja helst hava ein góðan búff
ella caférættir, og hetta brýtir
nakað frá tí man sær henda
úti í verðini á gastronomiska
økinum.
Rúsdrekkalógin avmarkar
úrvalið av vínum, ið eru til taks.
Um man leitar eftir klassiskum
há-kvalitetsvínum í Føroyum
er úrvalið ógvuliga avmarkað
og um eg ynski at bíleggja
úr Danmark sjálv, so verður
endaligi prísurin á vøruni so
høgur, at eg ikki kann forsvara
at selja hana til tann prísin,
tí eg ikki meti hana vera tað
verda. Hetta ger so at Føroy-
ingar verða snýttir fyri tey stóru
vín-upplivilsini, tí tey verða so
ósamsvarandi dýr, at fólk hava
ikki møguleika at keypa tey.
Av tí sama verður mín leik-
lutur sum tænari eitt sindur
útspældur, tí ein stórur partur
av mínari útbúgving og eitt av
mínum størstu áhugamálum,
er vín.
Fólk eru ikki von við at hava
ein tænara ið hevur fakligan
vitan. Hetta er ikki bara ein
trupulleiki í Føroyum, men
eisini í Danmark, har matstovu-
nar velja at spara tann útlærda
tænarin við royndum burtur og
so heldur fáa sær ein ófaklær-
dan skúlanæming ið ikki hevur
ein fakligan áhuga í tí sum
hann/hon ger. Harav kemur
úttrykkið ”tallerken-taxa”, og
tað er eitt sera misvísandi orð
fyri mína professión, tí har eru
nógvir tænarir ið eru sera ernir
av teirra starvi og útbúgving.
Tað tekur hóast alt 3 ár og 4
mánaðir at læra til tænara og
har er so nógv meira í arbeiði-
num enn at flyta ein tallerk frá
køkinum og til matstovuna.
Eg elski flambering, av tí at
tað er ein av teimum førleiku-
num id atskilir tænarar við
áðurnevndu ”tallerken-taxa”.
Tað er ein av teimum fáu tæ-
nara-disiplinunum, sum hevur
fingið loyvi at yvirliva í teimum
privatu forrætningunum. Tó
eru tað ógvuliga fá, ið bjóða
seg fram av tí at tað tekur
langa tíð at gera.
Fyri 20-30 árum síðani bleiv
allur matur borin inn á føtum
og so stód ein tænari og
trancheradi (skar út/niður) og
anrættaði matin. Tað tók langa
tíd, men gesturin sá hvørt ei-
nasta ting á tallerkinum fyri seg
sjálvt. Í dag eru tað kokkarnir,
ið anrætta tí tað er skjótari,
men eisini tí at man ídag er fa-
rin eitt sindur burtur frá at velja
tíðarkrevjandi heil-steikir fyri
ístaðin at brúka stykkir av kjøti
t.d. tournedos ella filet.
Flambering er fyri meg ein
tann vakrasti mátin at tilgerða
mat. Tað er nakað heilt serligt
at síggja eldin og føla angan
av sitrus tá man ger crêpes su-
zette ella kenna angan av ma-
dagaskarpipar vid dijonsinoppi
tá man steikir ein piparbúff.
Og so sjálvandi tað mest týd-
ningamikla: at man gevur sær
stundir til at standa og tosa við
gestin, og greiða frá hvat man
ger og hví man ger tað, meðan
man stendur og flamberar.
upp
skriftin
mortan@hamrabyrgi.com
Jónfríð Eyðunsson flamberar
Kokkar og kokka-
lærlingar í Føroyum
umframt útlendskir
stjørnu-kokkar skapa og
hugleiða um uppskriftir.
24
Crêpes Suzette
til 4 fólk
Pannukøkur:
•
3 egg
•
50 g sukur
•
½ vaniljustong
•
50 g smeltað smør
•
3 dl hveitimjøl
•
flusið og saftina av ½ appilsin
•
2 dl mjólk 3%
Skava mergin úr vaniljuustongini og blanda hann við suk-
urið. Lat eggini í og rør væl saman. Tilset hveitimjøl og rør
væl til deiggið gerst blankt. Lat restina av tilfarinum í og
rør væl.
Lat deiggið standa í køliskápinum í 15-20 min at hvíla.
Steik á pannu vid einum lítlum punti av smøri.
Grand Marnier sauce:
•
100 g flormelis
•
20 g smør
•
50 g. mandluflakar
•
flusið av ½ appilsin
•
saftina av 2 appilsinum
•
saftina av ½ sitrón
•
4 cl Grand Marnier
Smelta flormelis á einari pannu og tilset so smør. Lat hetta
smákóka varliga til tað fær ein gyltan lit. Lat so mandlufla-
kar og flusið av appilsinini í og rør runt. Síðani skal saftin
av appilsin og sitrón latast í, og so skal tað kóka niður til
tað er ein tjúkk karamell-sós. Tilset so Grand Marnier og
lat tað kóka eitt sindur so alkoholið fordampar.
Kann síðani flamberast um pannan er nóg heit. Tað er bert
at koyra Grand Marnier á og seta ein tendrara/svávulpinn
at. Men minst til at sløkkja emhettuna!!!
Bjóða vanljuís afturvið og stroya meira av mandluflakum
omanyvir.