hósdagur 11. desember 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 11. desember 2008
35
Vit hava havt fleiri frásagnir
í hesi røð um Restorffættina.
Ein sonur gamla Restorff
var Andreas William, sum
var giftur við systkinabarni
sínum Sofie Helene, sum
William Heinesen kallaði
“min romantiske bedste
moder.” Tey fingu níggju
børn. Eitt av teimum var
Fanny.
Fanny Restorff var fødd
14/51878 og giftist tann
28/51906 við Johan Michael
Jacobsen, føddur 16/21879 á
Oyri í Vági. Johan doyði í
Havn 31/71916, og vóru tey
sostatt bert gift í 10 ár.
Johan Michael var út
búgvin lærari og starvaðist
í Sandoynni eina tíð. Fyrst
var hann lærari í Skopun og
seinni eisini í Skálavík.
Hann var eisini niðri í Dan
mark á Askov háskúla.
Fanny gjørdist einkja bert
38 ára gomul. Hon flutti
aftur til Havnar saman við
børnunum Andreas Willi
ami og Marini.
Andreas William var tá
um 6 ára gamal, og hann
kom at búgva hjá mostrini
Carolinu Heinesen, mammu
William. Dóttirin Marin,
sum var eini 4 ár, kom at
búgva hjá mammubeiggjan
um Poul Andreas Restorff,
fyrr umrøddur í hesi røð.
Sjálv kom Fanny at búgva
hjá bróðrinum Frants Res
torff, bakara, og konu hans
ara Jolinu. Hon kom at
starvast í handlinum hjá
Frants, til hon seinni kom
at
búgva
hjá
systrini
Ragnhild.
Tá ið dóttirin Marin
giftist í 1934 við Gunnari í
Snikkarastovu kom Fanny
at búgva hjá henni. Fyrstu
árini var tað niðri á Áarveg
num hjá Jørgini Jacobsen.
Seinni bygdu tey uppi í
Niels Finsensgøtu. Eisini
búði hon onkuntíð heima
hjá Andreasi.
Fanny dámdi væl at vitja
ætt og vinir, hon kendi frá
uppvøkstrinum
í
Havn.
Johan, ommusonurin, minn
ist, at hon ofta var úti í
Sandagerði at vitja próst
Dahl
og
konu
hansara
Mariu, sum var dóttir bakar
Hansen, sum Fanny helt
nógv av. Henni dámdi eisini
væl at ganga úti í náttúruni.
Fanny hevði stóran ans
fyri sangi og tónleiki. Sum
heilt ung genta spældi hon
uppá harmoniku.
Fanny doyði 12/91956,
og er hon jarðað saman við
Johan Michael í gamla
kirkjugarði undir Svína
ryggi í Havn.
Tey áttu tvey børn, nevn
liga Andreas William
uppkallaður eftir abbanum
í Havn og Marin, uppkallað
eftir ommuni á Mýri í Vági.
Marin átti børnini Arnold,
Fanny og Poul Jákup.
Andrias í Vágsbotni
Hjá “Andreas í Vágsbotni”
er ein tann kendasti og elsti
handil í Havn. Tí skal verða
greitt
eitt
sindur
frá
Andreas.
Andreas William Restorff
Jacobsen, f. 4/3 1909, var
uppkallaður eftir abbanum
í Havn, Andreas William
Restorff. Andreas giftist í
Havnar kirkju 21/71934
við Gudrun Olsen, fødd
7/21912, ættað av Lava í
Havn.
Sum 12 ára gamal byrjaði
Andreas
at
arbeiða
í
handlinum hjá Zacharias
Heinesen, sum hann vaks
upp hjá. Handilin var í
Bringsnagøtu, har Katrina
Christiansen
handlaði
seinni.
Arbeiðið
hjá
Andreas var at ganga ørindi,
vera teimum til handa og
annars
gera
fyrifallandi
arbeiði. Ein av uppgávum
hansara var at fara niðan á
posthúsið við pakkum til
kundar úti á bygdunum.
Hann hevði teir í einum
tunnusekki, sum hann bar á
rygginum. Tað sigst, at tá
hann ikki var so stórur á
vøkstri, kundu fólk síggja
sekkin, áðrenn tey kundu
síggja, hvør ið bar hann. Tá
Heinesen í 1928 byrjaði at
handla í Vágsbotni, flutti
hann saman við hinum
starvsfólkunum yvir hagar.
Veturin
1931/32
var
Andreas á handilskúlanum
Købmandshvile í Danmark,
har fleiri føroyingar hava
verið gjøgnum tíðina. Sam
an við honum henda veturin
vóru Esbern Zachariassen,
ættaður úr Norðragøtu, sum
seinni gjørdist fulltrúi í
landsstýrinum, og Klæmint
Petersen, heilsølumaður og
bóndi av Selatræð. Tá hann
kom heimaftur, fór hann
aftur í Vágsbotn at arbeiða.
Seinni gjørdist hann fulltrúi
ella leiðari av kolonial
deildini og røkti hetta starv
sum leiðari til 1948.
Í november 1953 keypti
hann so Vágsbotnshandilin
saman við skyldmanninum
Valdemari Lützen. Handilin
var býttur teirra millum, so
leiðis at Andreas gjørdist
eigari av kolonialdeildini,
har sum hann hevði starvast
síðani 1928, og Valdemar
Lützen fekk manifakturdeild
ina, sum fór undir at handla
við millum annað ísinkram
og postalín. Her er tað
Miðlahúsið heldur til í dag.
Tónleikur og
jarðarbrúk
Andreas hevði góðar tón
listagávur. Hann lærdi á
ungum árum at leika á
klarinett hjá bager Hansen,
seinni hjá Jens Chr. Gutte
sen, nevndur Kisan. Hann
var saman við systkinabørn
unum og grannum við til at
stovnseta
”Jazzband
Triump” í 1926 og spældi
til dans í nøkur ár. Hann
sang eisini í fleiri ár í
Havnar
Manskóri
undir
leiðslu av Jógvani Waag
stein. Hann hevði frá tíðini,
hann vaks upp saman við
systkinabarninum
Stig
Heinesen, góðan hug til
jarðarbrúk og at fáast við
neyt og seyð. Teir báðir
høvdu um hendur ”Weisa”
trønna. Andreas keypti sær
seinni
trøð
uppi
á
Sundsvegnum. Hann seldi
hana til Emil Veihe, ið aftur
seldi hana til Egil Restorff,
áðrenn
hon
var
latin
kommununi.
Tað
kom
honum tí væl við, at hann
fekk loyvi til at byggja sær
heim í 1934 á trønni hjá
verfaðir sínum Hanna á
Lava, og at hann har kundi
halda áfram við jarðar
brúki.
Gudrun byrjaði sum ung
at tæna, tey fyrstu árini hjá
prestinum Fibiger Jensen
og konuni, sum búðu uppi í
K.F.U.K. Seinni fór hon at
starvast í handlinum hjá
Byrger Samuelsen á horn
inum SverrisgøtuTróndar
gøtu, og gjørdist Gudrun
skjótt hansara høgra hond.
Tað kom tí Andriasi væl
við, at hon soleiðis hevði
góðan kunnleika og royndir
innan handilslívið, tá tey
byrjaðu at handla í Vágs
botni á heysti í 1953.
Gudrun doyði 8/61988
og Andrias doyði 28/21998
aftaná at hava sitið blindur
á Lágargarði í eini 6 til 8 ár.
Tey áttu fýra børn. Eitt av
teimum er Johan, sum er
kelda til hesa grein og eisini
til aðrar greinir í hesi røð.
Martin Restorff Jacobsen
er prestur á Nesi. Systrarnar
Jóna og Helena reka nú
handilin hjá pápanum.
Handilin hjá Andreas í
Vágsbotni minnir um gomlu
tíðina hjá Restorff. Her finst
millum annað ein glaspláta,
har nógvir gamlir og kendir
havnarmenn hava skrivað sítt
navn. Hana fara vit at skriva
meira um í jólablaðnum hjá
Sosialinum.
Fanny og Johan:
Teirra minni »livir« í Vágsbotni
Tað er ikki nógv eftir av vinnuliga virkseminum hjá Restorff-ættini í Føroyum. Men har gamli Restorff byrjaði sítt
handilsvirksemi í Vágsbotni fyri 150 árum síðani, er handilin hjá Andreas í Vágsbotni. Andreas Restorff Jacobsen var
langabbasonur gamla Restorff, og her skal verða greitt frá hansara foreldrum, sum eru jarðað í gamla kirkjugarði
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Komandi partur
Í komandi parti verður
greitt frá Juttu, sum var
fyrra kona Hans
Andreas Djurhuus
JOHAN MICHAEL
JACOBSEN
LÆRARI
F. 16-2-1879
31-7-1916
FANNY JACOBSEN
RESTORFF
F.16-5-1878
D. 12-9-1956
Handilin hjá Andreas í Vágsbotni í dag
Fanny og Johan Mikael á brúdleypsdegi teirra
F. v. Fanny saman við systrunum Hedvig og Ragnhild. Myndin
man helst vera frá seinast í 1940 unum
Gudrun og Andreas sum eldri