hósdagur 11. desember 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 239 - 11. desember 2008 ]
Soleiðis
svimja
tey
Føroysku svimjararnir
fara í dag í hylin í EM-
kappingini á stuttbana.
Frá svimjisambandinum
verður upplýst, at svimj-
ararnir svimja í hesum
kappingum:
Hósdag
Kári á Høvdanum
100 Firvaldasvimjing,
tilmeldingartíð 1:02,42,
tilmeldaður sum nr. 46 av
52
Shaila millum Garðarnar
100 frísvimjing,
tilmeldingartíð 0:58,53
tilmeldað sum nr 54 av
60
Pál Joensen
400 frísvimjing,
tilmeldingartíð 3:44,07
tilmeldaður sum nr. 13 av
39
Fríggjadag
Kári á Høvdanum
50 ryggsvimjing,
tilmeldingartíð 0:26,11
tilmeldaður sum nr. 33 av
45
Mona Simonsen
800 frísvimjing,
tilmeldingartíð 9:09,59
tilmeldað sum nr. 18 av
24
Leygardag
Kári á Høvdanum
100 Ryggsvimjing,
tilmeldingartíð 0:56,13,
tilmeldaður sum nr. 33 av
36
Mona Simonsen
400 frísvimjing,
tilmeldingartíð 4:30,72
tilmeldað sum nr. 36 av
41
Pál Joensen
1500 frísvimjing,
tilmeldingartíð 14:48,89
tilmeldaður sum nr. 8 av
23 (beinleiðis finala)
Sunnudag
Mona Simonsen
200 frísvimjing,
tilmeldingartíð 2:09,88
tilmeldað sum nr. 47 av
52
Shaila millum Garðarnar
50 frísvimjing,
tilmeldingartíð 0:26,88
tilmeldað sum nr. 54 av
59
Pál Joensen
200 frísvimjing,
tilmeldingartíð 1:47,13
tilmeldaður sum nr. 29 av
67
Sjónvarpi er í samráðing-
um við EBU um at senda
frá kappingini. Annars
kann fylgjast við í mynd-
um, lívandi brotum og
streaming frá Kroatia á
www.svimjing.com
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Noreg vann stór
sigur á Ungarn,
Russland og Týsk
land eru eisini á
hálvfinaluni
Hondbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Hesaferð bíðaðu norsku
kvinnurnar ikki ein heilan
hálvleik, áðrenn tær settu
fulla skrúvu á. Ígjár bleiv
meiri talan um ein hálvan
hálvleik.
Noreg
byrjaði
dystin eitt sindur trilvandi,
og Ungarn við Anitu Gör-
bicz á odda legði seg fram
um. Ungarn helt leiðsluna
til gott korter varð farið,
men so hevði Noreg fín-
justerað bæði álopsspæl og
verjuspæl. Tær norsku tóku
yvir, og løgdu seg framum
við 5 málum til hálvleiks,
13-8 gjørdist hálvleiksstøð-
an.
Flott spæl
Í 2. hálvleiki beindi Noreg
øll spurnartekin burtur. Við
Linn-Kristin Riegelhuth á
odda skutu tær ungverjar í
sor. Hendingaferð kundu
ungverjar svara aftur við
onkrum álopi, men munurin
millum liðini bara vaks og
vaks. Norska verjan stóð
eisini væl, og tók broddin
úr flestu ungversku álopun-
um.
Norsku
kvinnurnar
vístu ein ótrúligan disiplin,
og ein stóran arbeiðsvilja,
og tá alt varð liðugt høvdu
tær vunnið 34-20. 14-máls
sigurin merkir samstundis,
at Noreg hevur tryggjað
sær pláss í hálvfinaluni, har
Russland
ella
Týskland
verður
mótstøðuliðið.
–
Hetta er eitt lið við einum
góðum arbeiðsmorali, og
tað er tað, sum skilir liðini í
dag.
Haraftrat
stendur
Katrine Lunde Haraldsen,
sum ein veggur í málinum í
dag. Slíkt er veruliga stutt-
ligt, segði ein smílandi
norskur
landsliðsvenjari,
Marit Breivik við norska
TV2 ígjár. Spurd um hví
eitt korter gekk, áðrenn tað
norska spælið koyrdi svar-
aði norska venjaralegendan:
- Ein má læra mótstøðuliðið
at kenna í byrjanini, og tað
er týdningarmikið, at liðið
ikki missir mótið, sjálvt um
hitt liðið skorar nøkur mál.
Veteranurin, Tonje Larsen
helt, at Noreg hevði tørv á
10-15 minuttum fyri at hita
upp, men so gekk tað væl.
Gott men ov seint
Tað var kreppu hjá danska
liðnum, aftaná stórtapið 19-
31 ímóti Noregi týskvøldið,
men ígjár reisti Danmark
seg úr øskuni. Hóast tær
høvdu mist møguleikan at
vinna seg í hálvfinaluna, so
stríddust donsku kvinnurnar
manniliga, og hesaferð ork-
aðu tær til dystarenda. Gitte
Aaen gekk undan hjá Dan-
mark, sum vann 26-23 á
Spania, sum annars megn-
aði javnleik ímóti Noregi í
fyrsta dystinum. Svøríki
spældi ein spennandi og
dramatiskan
dyst
ímóti
makedonsku
vertunum.
Heimaáskoðarnir
gjørdu
sítt ítarsta fyri at hjálpa
heimaliðnum.
Hálvleiks-
støðan gjørdist javnleikur
13-13, og var tað javnt
gjøgnum allan dystin. Ikki
fyrr enn ímóti dystarenda
kom Svøríki nøkur mál
framum, men tær make-
donsku vildu ikki sleppa
takinum. Men tær svensku
kvinnurnar hildu tørn, og
hálaðu ein tepran 24-23 sig-
ur heim. Svøríki kann tó
ikki røkka hálvfinaluni.
Týskland
og
Russland
standa bæði á 7 stigum, og
við 4 stigum kann Svøríki
ikki røkka hesum báðum
liðunum. Svøríki hevur tó
enn møguleikan at spæla
um 5. plássið, og er javn-
leikur ímóti Kroatia nóg
mikið til at vinna sær rætt
til at spæla um 5. plássið.
Russland vann 24-21 á
Kroatia, meðan Týskland
eitt sindur óvæntað spældi
javnleik 28-28 ímóti Hvíta-
russlandi. Men tær týsku
kvinnurnar eru kortini í
hálvfinaluni
saman
við
Russlandi, sum eisini hevur
7 stig fyri 4 dystir.
Noreg er í hálvfinaluni
Tað eydnaðist Danmark at vinna á Spania, men tað er rættiliga ivasamt, um møguleikin fyri hálvfinaluplássi framvegis er til staðar
Mynd: Polfoto/AP