Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 239 - 11. desember 2008 ] Fótbólt fram um konuna Barclays, sum er høvuðssponsor fyri ensku Premier League, hevur gjørt eina kanning við 32.000 Premier League-fjepparum úr 185 ymsum londum. Ein partur av niðurstøðuni í kanningini er, at 49% av fjepparunum halda fótbóltin hava størri týdning enn húskið og parlag. Og ikki færri enn 80% søgdu, at fótbólturin er tað evnið, sum tey oftast tosa um. Playstation lumpaði Ronaldinho Fyri 10 døgum síðani vann Palermo 3-1 móti Milan. Ikki minst hevði tað týdning, at Marco Amelia bjargaði brots- sparki frá Ronaldinho, tá støðan var 0-0. Nú sigur Amelia, at hann fekk hjálp frá Playstation til bjargingina. – Hann gjørdi júst tað sama, sum hann altíð ger í Playstation-spælinum, so tað var ikki so trupult, sigur Amelia. Seinnu ferðina riggaði tó ikki heilt so væl. Málið til 1-3 skoraði Ronaldinho nevnliga upp á brotsspark. AaB prógvaði ígjár, at teir eru væl brynjaðir til UEFA-Cup kapping- ina komandi vár Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Í bólki E hevði Manchester United satt at siga meira at spæla fyri enn danska AaB, sum vitjaði á Old Trafford ígjárakvøldið. Eftir ætlan legði Carlos Tevez Man- chester United á odda, tá tríggir minuttir vóru farnir, og fleiri byrjaðu at ímynda sær enn ein stórsigur til heimaliðið. Men norðurjút- lendingarnir, sum hava tryggjað sær 3. plássið í bólkinum vildu tað øðrvísi. Tá farið varð út um tann hálva tíman javnaði Michael Jacobsen fyri danska liðið, og tveir minuttir inn í 2. hálvleik legði Jeppe Curth danska liðið á odda 2-1, og tøgn valdaði á Old Trafford. 5 minuttir seinni javnaði Wayne Rooney til 2-2, og nú væntaðu summi, at nú fór United at leggja seg framum aftur. Men AaB stríddi ein ávísan likamslut úr brókun- um, og togaðu teir ein søgu- ligan javnleik heim á Old Trafford. Venjarin hjá AaB, Allan Kuhn segði aftaná dystin, at talan varð um størsta stigið, sum AaB hevur fingið í longu søgu sínari. Argandi legði hann aftrat, at tað hevði bara verið ein sigur á Liverpool, sum hevði verið størri. Tíbetur fyri United ynskti Celtic at enda bólkin væl. Celtic vann á heimavølli á Celtic Park 2-0 á sponsku Villareal, so United fór av- stað við 1. plássinum í bólki- num. Shaun Maloney legði Celtic á odda, aftaná 14 minuttirs spæl, og tíðliga í 2. hálvleiki skoraði Aiden McGeady sigursmálið til 2- 0. Celtic er uttan iva størsta Jekyll og Hyde liðið í Evropa. Teir eru eiðasørir á útivølli, meðan tað er ógvuliga langt ímillum, at teir ikki fáa stig á heimavølli. Bayern vann málríkan dyst Bayern München vitjaði í Lyon, har liðini skuldu stríðast um 1. plássið í bólki F. Bayern spældi ein ótrúliga góðan 1. hálvleik, har teir løgdu seg á odda 3- 0. Miroslav Klose skoraði longu í 12. minutti, Franck Riberý økti til 2-0, tá 34 minuttir vóru spældir. Tríggjar minuttir seinni økti Miroslav Klose til 3-0. Lyon vaknaði í 2. hálvleiki. Tíðliga í 2. hálvleiki mink- aði Sidney Givou um munin til 1-3, og heimafjøldin byrj- aði at vakna. Tá so supertal- entið, Karim Benzema skor- aði til 2-3 miðskeiðis í 2. hálvleiki byrjaði heima- fjøldin at tevja eitt veruligt comeback. Men Bayern helt støðuni, og 1. plássi- num. Fiorentina tryggjaði sær pláss í UEFA Cup kapp- ingini við at vinna 1-0 á Steua Bukarest á útivølli. Gillardino skoraði einasta málið í dystinum, mið- skeiðis í 2. hálvleiki. Porto koppaði Arsenal Arsenal misti 1. plássið, tá teir vitjaðu FC Porto. Porto vann 2-0 við málum, sum Bruno Alves og Lisandro Lopez skoraðu báðumegin hálvleikssteðgin. Í tí vetrar- kalda Kiev trivust turkarnir ikki væl, og úrslitið varð, at Dynamo Kiev vann 1-0 á Fenerbache. Málið fall aftaná 20 minuttirs spæl, og gjørdist Roman Eromenko matchvinnari fyri Dynamo. Í bólki D varð tað nóg mikið hjá Juventus at fáa ein javnleik ímóti hvítarussisku BATE Borisov fyri at vinna bólkin. Og italiumonnum líkt, so fekk Juventus til høldar tað úrslitið, sum júst varð nóg mikið til at vinna bólkin. Liðini deildu stigini við einum 0-0 javnleiki, og BATE fekk enn eitt gott minni frá ársins kapping. Real Madrid sær longu út til at hava fingið gagn av venjaraskiftinum. Fyrsta royndin hjá Juande Ramos varð sera væleydnað, og vann Real Madrid 3-0 á UEFA Cup og Super Cup vinnarunum, Zenit Leningrad. Raul skoraði í 25. minutti, Arjen Robben økti, tá 50 minuttir vóru farnir. Í 57. minutti skoraði Raul aftur til endaliga úrslitið 3-0. Og Real Madrid tykjast nú betri brynjaðir til stórdystin í La Liga ímóti FC Barcelona á Camp Nou leygarkvøldið. Minniliga korterið hjá AaB á Old Trafford Høvuðsumfarið Bólkur I vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Noreg 4 3 - 1 - 0 119 80 39 7 2 Rumenia 4 3 - 0 - 1 112 104 8 6 3 Spania 4 1 - 2 - 1 94 89 5 4 4 Danmark 4 1 - 1 - 2 96 107 -11 3 5 Ungarn 4 1 - 1 - 2 93 111 -18 3 6 Ukraina 4 0 - 1 - 3 100 123 -23 1 Bólkur II 1 Russland 4 3 - 1 - 0 57 49 8 7 2 Týskland 4 3 - 1 - 0 48 44 4 7 3 Svøríki 4 1 - 2 - 1 40 40 0 4 4 Kroatia 4 1 - 0 - 3 53 54 -1 2 5 Hvítarussland 4 0 - 2 - 2 46 50 -4 2 6 Makedonia 4 1 - 0 - 3 56 63 -7 2 Støðan í bólkaspælinum Bólkur A vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Roma 6 4 - 0 - 2 12 6 6 12 2 Chelsea 6 3 - 2 - 1 9 5 4 11 3 Bordeaux 6 2 - 1 - 3 5 11 -6 7 4 CFR Cluj 6 1 - 1 - 4 5 9 -4 4 Bólkur B 1 Panathinaikos 6 3 - 1 - 2 8 7 1 10 2 Inter 6 2 - 2 - 2 8 7 1 8 3 Werder Bremen 6 1 - 4 - 1 7 9 -2 7 4 Anorthosis F. 6 1 - 3 - 2 8 8 0 6 Bólkur C 1 Barcelona 6 4 - 1 - 1 18 8 10 13 2 Sporting L. 6 4 - 0 - 2 8 8 0 12 3 Shakhtar D. 6 3 - 0 - 3 11 7 4 9 4 Basel 6 0 - 1 - 5 2 16 -14 1 Bólkur D 1 Liverpool 6 4 - 2 - 0 9 4 5 14 2 Athlético Madrid 6 3 - 3 - 0 8 4 4 12 3 Marseille 6 1 - 1 - 4 5 7 -2 4 4 PSV Eindhoven 6 1 - 0 - 5 4 11 -7 3 Bólkur E 1 Manchester Utd 6 2 - 4 - 0 9 3 6 10 2 Villarreal 6 2 - 3 - 1 9 7 2 9 3 AaB 6 1 - 3 - 2 9 14 -5 6 4 Celtic 6 1 - 2 - 3 4 7 -3 5 Bólkur F 1 Bayern München 6 4 - 2 - 0 12 4 8 14 2 Lyon 6 3 - 2 - 1 14 10 4 11 3 Fiorentina 6 1 - 3 - 2 5 8 -3 6 4 Steaua B. 6 0 - 1 - 5 3 12 -9 1 Bólkur G 1 FC Porto 6 4 - 0 - 2 9 8 1 12 2 Arsenal 6 3 - 2 - 1 11 5 6 11 3 Dynamo Kiev 6 2 - 2 - 2 4 4 0 8 4 Fenerbache 6 0 - 2 - 4 4 11 -7 2 Bólkur H 1 Juventus 6 3 - 3 - 0 7 3 4 12 2 Real Madrid 6 4 - 0 - 2 9 5 4 12 3 Zenit Petersborg 6 1 - 2 - 3 4 7 -3 5 4 BATE Borisov 6 0 - 3 - 3 3 8 -5 3 Bólkur E Celtic-Villarreal 2-0 Manchester United-AaB 2-2 Bólkur F Steaua Bucharest-Fiorentina 0-1 Lyon-Bayern München 2-3 Bólkur G FC Porto-Arsenal 2-0 Dynamo Kiev-Fenerbache 1-0 Bólkur H Juventus-BATE Borisov 0-0 Real Madrid-Zenit St. Peterseburg 3-0 ÚRSLIT Høvuðsbólkur I Rumenia-Ukraina 40-32 Ungarn-Noreg 20-34 Danmark-Spania 26-23 Høvuðsbólkur II Russland-Kroatia 24-21 Svøríki-Makedonia 24-23 Hvítarussland-Týskland 28-28 FAKTA