Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 11. desember 2008 27 tíðindi Hesa vikuna er trummuviku hjá Tórshavnar komm­ unu, og Gunnlagur Briem úr heimskenda bólkinum, Mezzo­ forte, er í Føroyum í hesum sambandið. Seinnapartin í gjár undirvísti Gunn­ lagur Briem Ragnari Finnson í trummu­ spæli Trummur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Mezzoforte komu í 1982 við hittinum Gardenparty, ið varð nógv spælt kring knøttin. Mezzoforte hava fyrr verið í Føroyum og í samband við trummuvikuna er Gunnlagur Briem í Før­ oyum, her hann undirvísir í trummuspæli, og hevur skeið fyri fólki. Ragnar Finnson sat so hugaligur og spældi, tá Sosialurin vitjaði Reinsa­ ríið. Workshoppir Hetta er sættu ferð, at Gunn­ lagur Briem er í Føroyum. Hann hevur fyrr spælt til millum aðrar Ólavsøkukon­ sertina fyri fáum árum síð­ ani. ­ Mær dámar væl at vera í Føroyum. Tað er ein veru­ lig heilsubót, sigur trummu­ leikarin í Mezzoforte. Í morgin verður workshop við Gunnlagur Briem, og longu er fullteknað. ­ Eg fari at spæla eitt sind­ ur av Mezzoforte tónleiki, og so fari eg at greiða lut­ takarunum frá, hvussu mann kann betra seg. Bæði í lívinum og sum trummu­ leikari, greiðir Gunnlagur Briem frá. Í løtuni býr Gunnlagur Briem í Íslandi, men megin­ parturin av arbeiðinum gongur fyri seg uttanlands. Hann leggur stóran dent á, at hann er fegin um at vera í Føroyum, og fegin vil takka Kaj Johannesen og Jákupi Strøm fyri møgu­ leikan at vera her. Góður íblástur ­ Tað er feitt, at hann tímir at koma til Føroyar. Eg spæli ikki so nógv trummur, men tað er mega gott at fáa inspiratión, sigur Ragnar Finnson, sum vit øll kenna frá sendingini Talent hjá DR, har Ragnar Finnson kom á triðja plássið. Punk­ arin leggur afturat, at hann ikki veruliga kennir Mezzo­ forte, men hevur hoyrt lagið Gardenparty nakrar ferðir, eisini fortelur hann, at hon­ um dámar allan tónleik, sum er góður, og at Gardenparty ikki er nakað undantak. Trummur vera eisini á skránni í dag og í morgin í Tórsgøtu, og tað er Tórs­ havnarkvøldskúli­ og ung­ dómsráð, ið skipar fyri. Samsung SGH-U900 Løtan er tín kr. 2995 Jólagáva til undirhald Sera snøgg slide fartelefon við 3G, 5MP myndatóli, 128MB minni, møguleika fyri at byggja minni út við MicroSD korti, FM útvarpi, Bluetooth og nógvum øðrum hentleikum. Battarí: 6,25 tímar talutíð og 407 tímar standby. Phonearena gav hesari telefonini 8.5 stig av 10 møguligum í test tann 08-02-2008. Les meira á vodafone.fo Vit eru eisini til tænastu á 202020. Vanligur prísur 3.750,- Gardenparty í Tórsgøtu Ein spírandi føroysk rockstjørna, Ragnar Finnson, í læru hjá íslendska bólkinum, Mezzoforte Mynd: Jens Kristian Vang Í sambandi við at skúlin í Runavík er tikin í nýtslu, verður skipað fyri almennum hátíðarhaldi leygar­ dagin 13. desember klokkan 14, har kommunan gera vart við, at øll eru hjartaliga vælkomin Tíðindaskriv Á skránni verða kórsangur og røður og næmingar úr skúlanum fara at framføra tónleik, fólkadans, føroysk­ an dans og sýna fram næm­ ingaarbeiði. Tað er byggifyritøkan Articon sum hevur staðið fyri arbeiðinum at byggja skúlan, sum byrjaði í oktob­ er 2006. Sáttmálin millum Runavíkar kommunu og Articon er ein “partalags­ avtala” og hevur arbeiðið verið skipað sum heildar­ arbeiðstøka. Skúlin í Runavík hýsir næmingum úr 4. –10. flokk, sum allir eru tvísporaðir. 1.–3. flokkarnir eru í skúla­ num á Glyvrum. Sum ein partur av skúl­ anum er bygdur ein ment­ anardepil, sum kann hýsa mentanarligum tiltøkum í kommununi, umframt at skúlin eisini fer at brúka hendan partin av bygning­ inum til tiltøk hjá skúlan­ um. Umframt skúlastovur og bólkarúm hevur skúlin mill­ um annað námsfrøðiligan tænastudepil, bókasavn, samkomuhøli, matarstovu, tónleikahøli, høli til skúla­ sjúkrasystir og NSR­ráð­ geva. Skúlin og mentanardepilin eru einar 5.000 fermetrar til víddar og lendið, ið útlagt er til skúlaøkið, er á leið 16.000 fermetrar, har av 5.000 fermetrar eru gjørdir til spælipláss, gras­ fløtur og ferðsluøki. Nú skúlin í Runavík er tikin í nýtslu, eru skúlarnir í Rituvík og Søldarfirði niðurlagdir og verða brúktir til ávikavist barnaansing og handilsskúla. Runavíkar kommuna ger vart við, at øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið í nýggja skúlanum leygardagin klokkan 14 Savnsmynd Skúlavígsla í Runavík