Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 239 - 11. desember 2008 Tónleikur Ummæli Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo S einastu trý vikuskiftini hevur tónleikakappingin FM08, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, verið hildin í Reinsarínum á Tórsgøtu. 22. og 29. november vóru undanumførini, sum hvør sendu tríggjar bólkar víðari í finaluna. Tann 6. desember var finalan, har seks bólkar kappað­ ust um at sleppa fimm dagar í studio Oyravox við teknikara. Garasjurokkbólkurin Moby the Pink Pilot (MTPP) stóð seg best og streyk avstað við vinningi­ num. Nummar tvey varð metal­ bólkurin Collapse, og poprokk bólkurin 3st endaði á 3. plássi. Hinir bólkarnir, ið luttóku í finaluni, vóru Moustache, Reverb og Oniontree. Dómar­ arnir vóru Niels Galán, Lena Andersen og Terji Rasmussen. Breitt úrval Reinsaríið var fult leygarkvøldið. Ein rúgva av foreldrum, systkjum, vinfólki og bara reint áhugaðum vóru møtt upp fyri at fáa við, hvørjum hendan fyrsta FM08 finalan fór at borðreiða við. Tónleikaliga úrvalið var eisini rættiliga breitt. Vit hoyrdu seks púra ymiskar bólkar heilt frá metalli til punkrokk til sveimandi hippie guittarspæl og røddir. Og eg haldi, at tað var júst hendan diversitetin, ið mær dámdi best við kvøldinum. Bólkarnir vóru flest allir úr høvuðsstaðarøkinum, lutvíst ungir og lítið hoyrdir áður (líka undantikið MTPP, sum spældi á G! Mini í summar. Collapse, 3st og Oniontree luttóku eisini í ársins GBOB kapping í oktober) og við heilt hvør sínari ljóðmynd. Tað er altíð stuttligt at síggja frískar spírar koma fram í tónleikaumhvørvinum. Stóð royndina Hetta var eitt deiliga niðri á jørðini tiltak. Einki kommersielt snoll, bara avslappandi huglag í ráðum og góðum umstøðum, har ein slapp at hoyra eitt sindur av tí, ið rørir seg í føroysku tónleika­ undirgrundini fyri tíðina. Ljóðið kundi heilt sikkurt verið væl betri, men tað kann ein altíð bera yvir við til eitt so lítið og óroynt tiltak, sum heilt sikkurt er vert at fara aftur til næsta ár. Á netinum Á fabrikkin.fo kanst tú síggja video av vinnarabólkinum. Vitja annars eisini kappingina á myspace.com/fm08tonleika­ kapping. FM08: vert at hava aftur Havnin hevur aftur fingið eina tónleikakapping fyri populeran tónleik. Hon er einki sum Prix Føroyar, men hon botnar í somu hugsjón; at fáa eksisterandi tónleikabólkarnar út úr garasjunum og fram á tónleikamarknaðin Moby the Pink Pilot vunnu FM08 og fær tískil fimm dagar í studio Oyravoks við tøkningi. Frá vinstru: Frásøgumaðurin Fríði Bjørgvin, Fróði Hansen, Petur Háberg og Bartal Augustinussen Mynd: Regin W. Dalsgaard Metalbólkurin Collapse bleiv nummar tvey í kappingini. Á myndini er forsangarin Jaspur Berg Mynd: Regin W. Dalsgaard Og vitja teir tríggjar fremstu bólkarnar á hesum myspace síðunum: • MTPP: myspace.com/mobythepinkpilot • Collapse: myspace.com/collapseofficial • 3st: myspace.com/3stfan