Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 240 - 12. desember 2008 Landingarstøðir lata aftur Í Grønlandi hevur Royal Greenland-samtakið júst almannakunngjørt, at felagið hevur 78 milliónir krónur í halli í ár. Leiðslan sigur, at tað er neyðugt at retionalisera raksturin, og ein avleiðing er, at felagið fer at lata fleiri landingarstøðir á bygd aftur. Talan er um tíggju støðir, sum Royal Greenland yvirtók frá einum øðrum felagi. Nevndarformaðurin í Royal Greenland, Peter Grønvold Samuelsen, sigur við KNR, at landingarstøðirnar hava givið stórt hall, og at tær tí verða niðurlagdar. Berjast um brekað Í Danmark eru tvey fakfeløg farin at klandrast um tey, sum arbeiða sum hjálparfólk hjá fólki við breki, tí bæði feløgini vilja hava hjálparfólkini sum limir. Felagið Fag og Arbejde, vanliga kallað FOA, hevur í mong ár roynt at fáa ein sáttmála fyri tey, sum hjálpa fólki við breki, og felagið hevði næstan fingið viðurskiftini upp á pláss, tá eitt annað felag, 3F, gjørdi vart við, at tað vil eisini hava fatur á hjálparfólkunum. Leiðslan í FOA er í øðini, men landsfelagsskapurin LO hevur boðað frá, at hann fer at loysa trætuna í næstum. Løgmaður fyri fríari føsturtøku Kaj Leo Johannesen heldur, at kvinnur skulu ráa yvir egnum kroppi. Hann ásannar eisini, at fosturtøkulóggávan er ótíðarhóskandi, og skal verða nakað sum politikarar tora at taka upp Forsturtøka Barbara Holm barbara@sosialurin.fo - Eg haldi, at kvinnur eiga at ráa yvir egnum kroppi. Hetta sigur Kaj Leo Johannesen í samrøðu við Rás2. Løgmaður heldur, at etiskir spurningar eru upp til hvønn einstakan at taka støðu til, og at hansara støða er, at tað eigur at verða frí fosturtøka í Føroyum. Føroysk fosturtøkulóggávan er frá 1956, og hetta heldur Løgmaður verða ótíðarhóskandi. - Nógv bendir á, at fosturtøkulóggávan er ótíðarhóskandi, og tað eigur at verða nakað, ið vit tora at taka upp, sigur hann. Hann heldur, at bara tað at læknarnir sjálvir kunnu taka avgerðir um, hvør skal fáa fosturtøku og ikki, er ein ábending um, at lógin er ótíðarhóskandi, sigur løgmaður. Í samgonguskjalinum stendur einki um fosturtøkulóggávuna, men løgmaður heldur, at hetta eigur at verða ein spurningur, ið skal takast upp. Landsins hægsti politikari er ikki í iva. Tað skal vera lógligt at taka fosturtøku í Føroyum m loyva fosturtøku støðuna hjá tí, sum ynskir fosturtøku, og um vit nokta kvinnuni fosturtøku, hava vit ein álvarsligan trupul- leika, sigur Birni Hansen. Aðrastaðni í heiminum kann noktandi svar frá lækn- unum føra við sær, at kvinn- ur kenna seg so hjálpar- leysar, at tær taka lívið av sær. - Hvat gera vit, um okkara kvinnur gerast so desperatar, at tær fara so langt, sum til dømis at gera sjálvmorð? Vit hava skyldu til ikki at kroysta okkara kvinnur so langt út, at tær ikki kenna aðrar útvegir, sigur Birni Hansen. Løgtingslimir hugsa um egnar kenslur Løgtingi er evsti myndug- leikin og tí rætta forum at umrøða slíkar spurningar. Birni Hansen heldur, at løgtingslimir bert hugsa út frá egnum kenslum og hava ikki nóg nógva vitan til at kjakast um evnið. - Løgtingslimir duga ikki at seta seg í støðuna hjá kvinnuni og hugsa bert út frá egnum kenslum, og tað er allarhelst tí, teir ikki hava nóg stóra vitan um evnið, sigur hann. Fyri kvinnurnar, sum ynskja fosturtøku, er tað sambært Birna óviðkom- andi, hvørja støðu løgtings- limir hava. - Hvat tinglimir halda um fosturtøku, er líkamikið fyri ta desperatu kvinnuna. Hon hevur hugsað seg væl um, áðrenn hon fer til lækna, og tá er tað hennara innasta ynski at fáa framt fosturtøku, sigur Birni Han- sen. Fyri hann er tað líkamikið, um vit broyta lógina, so- leiðis at frí fosturtøku verð- ur í Føroyum. - Eg haldi, tað er prinsipi- elt líkamikið, um vit hava fría fosturtøku ella ikki, tí vit kunnu sum nú er bara handla út frá kvinnuni og hennara ynskjum, og vil hon hava fosturtøku, so ber tað altíð til at hjálpa henni, sigur Birni Hansen at enda. Læknar trupulleikar av sannleikanum Vit hava áður hoyrt læknar úttala seg um fosturtøku spurningin. Ávísur læknar hava staði alment frammi og staðfest, at vit fremja nógvar ólógligar fosturtøkum í Føroyum. Men hetta vil eingin teirra endurtaka í dag, tí trupulleikarnir hava verið ov nógvir síðan tá. Samfelagið hevur sambært viðkomandi læknum ikki tikið hesar útsagnir á jaligan hátt, og tískil hava teir valt at halda hesa innanhýsis vitan fyri seg sjálvar. Sosialurin hevur verið í samband við 20 av teimum 27 kommunulæknunum í Føroyum. Av teimum loyva 16 fosturtøku, meðan fýra nokta. Ein lækni vildi ikki úttala seg, meðan tað ikki bar til at fáa orð á teir síðstu seks kommunulæknarnar Mynd: Polfoto