fríggjadagur 12. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 • 12. desember 2008
bókablaðið
8
Meðan mong hava hug
at argast, hevur týðar
in Niels Jakup Thom
sen ikki sørt av virðing
fyri moldvørpuni í
bókini Um lítlu mold
vørpuna, sum vildi
vita, hvør hevði kukk
að í høvdið á sær
Herfyri kom nógv umrødda kult
bókin Um lítlu moldvørpuna, sum
vildi vita, hvør hevði kukkað í
høvdið á sær eftir týska Werner
Holzwarth út á føroyskum.
Rættilig kjak stóðst um bókina,
longu tá hon kom út á fyrsta sinni
í 1989. Og sjálvt um bókin síðani
er týdd til 28 mál og seld í meir
enn trimum milliónum eintøkum,
eru tey framvegis mong, ið halda
hana vera bæði ómoralska og
ósømiliga at lesa fyri børnum.
So hví hevur Niels Jákup
Thomsen valt at týða slíkar
ósømiligheitir til føroyskt?
Fyrst og fremst tí eg haldi
hetta vera eina herliga bók, sum
eg havi ætlað mær at týtt leingi.
Moldvørpan er kanska eitt sindur
forherað, men ómoralska haldi
eg ikki, tú kanst kalla hana, sigur
hann.
Kukkakanning
Søgan snýr seg í stuttum um lítlu
moldvørpina, sum fær ein kukk
beint í høvdið, ein morgunin,
hon stingur snýðið upp úr holuni.
Fúkandi ill og við kukkinum á
høvdinum fer hon út at finna
syndaran. Hon spyr seg fyri hjá
ymsum djórum, og fyri at kanna
eftir, um tey siga satt, fær mold
vørpan tey at sleppa einum kukki,
so hon sjálv kann samanbera.
Tá moldvørpan umsíðir finnur
út av, hvør tann seki er, ger hon
ikki mætari enn at sleppa einum
kukki beint í høvdið á beistinum.
Glað og sera væl nøgd við seg
sjálva fer moldvørpan heim aftur
í holuna, og soleiðis endar søgan.
Og tað er júst hetta seinasta, sum
hevur fingið øði í mong foreldur,
tí hvørjum líkist tað, geva børnum
fatan av, at tú verður glaður av at
hevna teg?
Niels Jákup Thomsen hevur
hug at flenna.
Jú, men moldvørpan kennir
seg jú órættvíst viðfarna, og
tað finnur hon seg ikki í. Uppá
tann mátan er hetta heldur ein
rættiliga moralsk bók. Mold
vørpan torir at reagera, og hon
helmar ikki, fyrr enn hon er komin
á mál. Og tað má sigast at vera
ein rættiliga góður eginleiki at
hava, heldur týðarin.
Klaskidiklask!
Men tað er ikki bara atburðurin
hjá moldvørpuni, sum argar. Eisini
er tað fallið mongum lesarara
fyri bróstið, at bókin snýr seg
um ja, kukkar og gudhjálpi
mær eisini, hvussu teir ljóða.
„Ratatata“ sigur tað, tá haran
ger nakrar sparlar burturav sær
og „klaskidiklask!“, so hevur
geitin slept einum stórum einum
beint fyri nøsina á moldvørpuni.
Onki av hesum stendur í Móður
málsorðabókini, so týðarin varð
noyddur at gera eitt ávíst kanning
ararbeiði fyri at raka rætta orðið
ella skulu vit siga rætta ljóðið.
Eg fór runt her á Bókadeildini
at fregnast eftir ymsum meining
um um, hvussu hesir kukkarnir
kanska ljóða. Vit eru so heppin
at hava ein lívfrøðing millum
starvsfólkini, so har fingu vit
eisini eina fakliga meting av
málinum, so samanumtikið haldi
eg vit hava rakað rættiligt beint,
smílist Niels Jákup Thomsen og
avdúkar eitt lítið loyndarmál.
Einaferð var talan um at brúka
orðið „skitið“ heldur enn „kukk
að“, men eftir mínum tykki hevði
tað gjørt bókina eitt sindur ólekra.
Og tað er nettup tað, hon ikki er.
Tað geniala við hesi bókini er júst
handan fína javnvágin millum tað
primitiva og tað sofistikeraða,
sum ongantíð koppar, sigur Niels
Jákup Thomen.
Undirgravandi
virksemi
Og uttan iva hevur hann rætt, tí
mongu royndirnar at endurtaka
suksesina við ’kukkibókini’ hava
ikki hepnast serliga væl. Niels
Jákup Thomsen greiðir frá, at
hann á eini altjóða bókamessu
herfyri fekk tvær líknandi enskar
og franskar bøkur upp í hondina.
Hvørgin av teimum kom upp
á øklarnar á Moldvørpuni, og í
báðum førum var tað, tí tær fóru
út um hatta markið og tí blivu
meir at kalla vulgerar, sigur hann.
Eftir hansara tykki eru tað ikki
minst frálíku tekningarnar hjá
Wolf Erlbruch sum gera mold
vøpuna til nakað heilt serligt.
Sum hon fer síni týðandi ørindi í
sínum smáu, svørtu lakkskóm og
evarsklítlu brillum, tí hon er so
nærsýnt, er tað ringt ikki at blíva
góður við hana og gerast argur
hennara vegna, heldur hann.
Men summi halda also fram
vegis at hennara virksemi er í
so undirgravandi. Og kanska eru
tað tey somu fólkini, sum hata
moldvørpur, tí tær gera irriterandi
brúnar plettir í teirra snotiligu
glansbílæta grasplenur ...
Moldvørpa við missión
- Moldvørpan finnur seg ikki
í at verða órættvíst viðfarna,
og tað má sigast at vera ein
sera góður eginleiki at hava,
heldur Niels Jákup Thomsen,
sum hevur týtt bókina „Um lítlu
moldvørpuna, sum vildi vita,
hvør hevði kukkað í høvdið á
sær“ til føroyskt
„Kjums“ sigur
tað, tá grísurin
sleppur einum
kukki, so
moldvørpan
kann kanna,
um hann líkist
kukkinum, hon
fekk í høvdið
Týðing
Anna V. Ellings-
gaard
anna@sosialurin.fo