Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 240 - 12. desember 2008 Barnakonur ikki á náttarvakt Sambært nýggjum rundskrivi frá Fíggjarmálaráðnum kunnu barnakonur, sum hava 8 vikur eftir til føðing, sleppa undan kvøldvaktum og náttarvaktum, heilt ella partvíst. Kortini skal konan varðveita lønina, sum um vaktarskipanin varð ikki løgd um. Sagt verður, at tilmælið stavar frá samráðingum við Hjálparlæknafelagið, sum hevur ynskt, at barnakonur skuldu sleppa undan kvøld- og náttarvaktum uttan at fara niður í løn. Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er eitt dømi um, at tað stundum er lættari at ganga á møti slíkum krøvum, sum eru ikki bara um meiri í løn. Pundið í botni Tey, sum keypa vørur ella tænastur í Bretlandi í hesum døgum, kunnu gera kvetti, tí virðið á bretska pundinum hevur ongantíð verið so lágt sum nú. Í morgun kostaði eitt bretskt pund 8 krónur og 40 oyru, og sambært danska tjóðbankanum hevur pundið ongantíð verið so bíligt síðani 1875, tá bankin byrjaði at skráseta kursir. Til samanberingar kann nevnast, at í 1875 kostaði eitt pund 18 krónur og 14 oyru, og tá tað var í hæddini í 1926, var virðið 26 krónur og 50 oyru. Minsta virðið undan degnum í dag var tann 20. november í 1995, tá tað var 8 krónur og 47 oyru. Ein kanning sum Sosialurin hevur gjørt staðfestir, at stóri meiriluti av føroyskum læknum eru fyri og loyva fosturtøku og halda, at kvinnan skal ráa yvir egnum likami. Kanningin staðfestir eisini, at teir spurdu kommunulæknarnir meta, at átrúnaður er ein høvuðstáttur í spurninginum um fosturtøku. Hjá teimum læknum, ið kalla seg trúgvandi, er sera torført at fáa játtað fosturtøku Fosturtøka Barbara Holm barbara@sosialurin.fo – Jesus, Mohammed ella Allah. Óansæð hvat vit trúgva uppá, so skal kvinnan ráa yvir egnum kroppi, og tí fáa tær fosturtøku hjá mær. Hesi vóru orðini frá einum av føroysku kommunulækn- unum, sum luttók í kann- ingini hjá Sosialinum. Átrúnaður hevur sambært føroysku læknunum alt at siga, tá teir einstøku lækn- arnir skulu lata avgerð fella, um kvinnuligi klienturin skal fáa fosturtøku ella ikki. Av teimum 20 spurdu eru 16 fyri fosturtøku og fýra ímóti. Tað eru 27 komm- unulæknar í Føroyum. Ein vildi ikki úttala seg, meðan tað ikki hevur borið til at fáa orð á teir síðstu seks læknarnar. - Eg fari ikki at loyva kvinnum at drepa sítt barn. Hetta segði ein kommunu- lækni, sum má sigast at verða ímóti fosturtøku. Fosturtøkulóggávan legg- ur upp til, at avgerðin liggur hjá hvørjum einstøkum lækna, og hesum eru teir spurdu læknarnir eisini samdir í. Hóast fyri ella ímóti eru læknarnir samdir í, at praksis er heilt øðrvísi, enn tað sum lógin leggur upp til. Ein lækni sigur soleiðis um støðuna: - Í praksis er tað upp til okkum sjálvi, um vit vilja loyva kvinnum fosturtøku ella ikki. Til dømis er van- liga grundgevingin fyri at loyva fosturtøku, at kvinn- urnar kunnu gerast sálarliga sjúkar, um tær verða noydd- ar at føða barnið, men hetta er bert giting og verður nýtt, tá eingin verulig grund- geving er fyri, hví júst tann kvinnan skal fáa fostur- tøku. Lógin skal endurskoðast Tað tykist, at sannleikin handan fosturtøku praksis í Føroyum er, at læknarnir sjálvur spæla Gud ella kanska í hesum føri Svarti- per. - Vit vilja ikki sita við tí valdi, at vit kunnu avgera lagnurnar hjá kvinnum á handan hátt, sigur enn ein lækni í samrøðu við Sosial- in. Og hetta tykist verða semja um. Av teimum spurdu vóru bert tveir læknar, ið mettu fosturtøkulógina verða nøktandi í dagsins líki. Breið semja var tó um, at tað er alneyðugt at end- urskoða fosturtøkulóggáv- una, tí hon als ikki er tíðarhóskandi. - Læknar skulu ikki vera dómarar, og landið má taka ábyrgd av lóggávuni og ikki gera okkum til svartaper, sigur ein lækni. ∆ Fýra av fimm læknum Hetta siga læknarnir ”Vit kunnu ikki ómynduggera vaksin fólk. Um tær ynskja fosturtøku, so loyvið eg teimum tað” “ Eg eri sannførdur um, at átrúnaliga fatanin hjá læknunum er størsta orsøkin til, at summar kvinnur fáa nei og summar ja” “ Fosturtøkulógin er ein elastiklóg, sum kann toyggjast alla vegir, og tað geri eg mangan, kb við tí endamáli at geva kvinnunum tað tær ynskja” “ Um eg sigi nei, so leita tær sær bara víðari til onkran, sum sigur ja, so hví skal eg siga nei?” “Um lógin skal broytast, skal tað verða til fría fosturtøku, annars skal hon ikki rørast” “Tað er av etiskum orsøkum, at eg ikki loyvi kvinnum at fáa fosturtøku, men onkuntíð kann mann verða noyddur, men tað er í heilt ekstremum førum” “Meginpartur av teimum fostrunum, sum verða burturbeind, kundu verið framtíðar menniskju í okkara samfelag, sum høvdu fungera væl, so eg haldi tað er skeivt at drepa tey” “Orsøkin til, at eg eri ímóti er tí, at eg eri kristin og vil tí ikki verða við til at gera slíkt, sum er ímóti mínari persónligu sannføring” “Tað er sjálvandi munur á, um ein kvinna kemur til mín ella fer til ein trúgvandi lækna. Um hon kemur til mín fær hon tað hon til hava. Um hon fer til ein trúgvandi lækna, so er garanterað einki at gera hjá henni” “Átrúnaður hevur alt at siga, tá avgerðir skulu takast um fosturtøku” “Vit eiga at endurskoða lógina, soleiðis at vit fingu sett sálarliga hjálp og ráðgeving sum eitt lógarkrav” “Teir trúgvandi læknarnir halda, at kvinnur skulu ikki ráa yvir egnum kroppi, men at Várharra skal taka avgerð um tað. Tað er heilt ótrúliga løgin hugburður at hava í ár 2008” “Eg haldi, at kvinnuligu læknarnir skilja betri kvinnurnar enn mannligu læknarnir” “Kommunulæknar gerast til svartiper ferð eftir ferð, tí lógin vil hava, at vit skulu vera evsta valdið í fosturtøkumálum” “Tað er so galið, at fólk runt í Føroyum byrja at tosa um, hvør er “abortlækni” og ikki. Og hetta bara tí, at vit hava so knívskornar læknar, sum antin eru hundra prosent fyri ella hundrað prosent ímóti” Átrúnaliga grund­ arlagið hjá teimum ymsu kommunulækn­ unum verður eisini nýtt sum grundarlag, tá avgerðir verða tiknar um fosturtøku. Hetta sigur Birni Hansen, kommunu­ lækni. Ynskir kvinnan fosturtøku, skal hon sostatt leita sær til læknar, ið ikki hava kristnu trúnna sum grundarlag Fosturtøka Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Birni Hansen, kommunu- lækni í Havn, sigur, at hug- burðurin hjá tí einstaka læknanum um fosturtøka er røtt ella skeiv, er tað sum avgerð, um okkara kvinnur fáa framt fosturtøku ella ikki. - Átrúnaliga grundarlagið hjá læknanum er tað sum ger av, um kvinnur sum koma til læknan fáa fostur- tøku ella ikki, sigur komm- unulæknin. Fosturtøkulóggávan ger tað møguligt hjá hvørjum einstøkum lækna at gera, sum hann metir vera best. - Bíblian verður nýtt sum høvuðsargument fyri, at kvinnur ikki skulu fáa fosturtøku. Í øllum førum hjá teimum læknum, sum er trúgvandi, sigur Birni Hansen. Hjálp kvinnum í neyð Kommunulæknin í Havn sigur, at læknar hava sum høvuðsendamál at hjálpa tí, sum er í neyð, og tí er tað týdningarmikið, at privat sjónarmið ikki ávirka av- gerðina hjá læknunum. - Eg haldi, at okkara enda- mál er altíð at hjálpa tí sum situr yvir av okkum og ikki at døma teirra avgerðir, sigur Birni Hansen. Tað er sambært komm- unulæknanum í Havn sera trupult hjá øðrum at seta seg í støðuna hjá tí einstøku kvinnuni, og tí skal tað ikki verða upp til læknarnir at taka avgerð um, hvørt tað er rætt ella skeivt at velja fosturtøku. - Eingin kann seta seg í Bíblian stýrir læknum