fríggjadagur 12. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 • 12. desember 2008
bókablaðið
7
– Góður skaldskapur megnar at
byggja upp ein heim í fleiri løgum
á góðum skaldsligum máli. Tað
vil samstundis siga, at hann skal
bjóða lesararnum av við meir enn
bara eini spennandi søgugongd,
sigur Oddfríður.
Arnbjørn nikkar
– Skaldskapur er eitt amboð
til at siga nakað, sum ikki kann
sigast uppá nakran annan máta,
og sum tískil annars ikki verður
sagt. Hvat høvundurin velur
at siga, má vera upp til hann
sjálvan - eftir mínum tykki hevur
hann fyrst og fremst eina skyldu
mótvegis málinum, at brúka tað,
so langt tað yvirhøvur røkkur og
helst eitt sindur afturat, sigur
Arbjørn og hyggur uppá Oddfríð,
sum er komin í tankar um okkurt.
– Ein skaldsligur tekstur er í
grundini tað øvuta av journali-
stikki ella einum lesarabrævi. Í
journalistikki skalt tú siga tingini
á einum konkretum og kendum
máli. Skaldskapur brúkar eitt
annað mál, sum gevur eina
kenslu av, at okkurt meir goymir
seg aftanfyri orðini, enn tað, tú
sært, hugleiðir Oddfríður.
– Tí tori eg eisini at pástanda,
at tú fært 100 ferðir meir burtur
úr at lesa ein tekst hjá Tóroddi
Poulsen enn eitt lesarabræv,
skoytir Arnbjørn uppí.
– Tað hongur so aftur saman
við, at í einum góðum teksti
stendur okkurt altíð uppá spæl,
sum fær lesaran at hugsa:
Kann hetta lata seg gera?
Uppgávan hjá høvundanum er
so at prógva, at tað kann tað
- bæði innihaldsliga og málsliga,
staðfestir Oddfríður.
Livir av vælvild
Hóast bert fáir dagar eru,
síðani fimti Vencil kom út, eru
ritstjórarnir longu í ferð við
at fyrireika næstu útgávuna.
Sum vant hava teir fingið tilfar
sendandi í einum jøvnum streymi,
og hugurin hjá teimum báðum at
kjakast um, snøgga og koma við
uppskotum til tekstirnar feilar
onki. Ofta blíva kvøldini lang, og
onkur høvundur blívur kanska
firtin. Men tað er ikki tað, sum
ger arbeiðið við Vencili strævið.
– Tað strævnasta er afturvend-
andi óvissan, um pengar nú eru
til at geva næsta Vencil út. Hvørt
ár søkja vit um somu pengar, men
vit kunnu ongantíð verða vísir í, at
peningurin verður játtaður, sigur
Arnbjørn.
Teir báðir ritstjórarnir hava
tí fleiri ferðir heitt á Menta-
málaráðið um at fáa í lag eina
skipan, har ein játtan verður
oyramerkt til slík tíðarrit, eins
og vanligt er aðrastaðni. Fyribils
uttan úrslit. Tí liggur framtíðin hjá
Vencili heldur ótrygg í hondini á
vælvildini og skriftandi nevndum
hjá avvarðandi mynduleikum.
ldskapinum
Meðan skaldskaparlistin eigur innihaldið í Vencil,
sleppur prentlistin framat á permuni.
Til hvørja nýggja útgávu av Vencil, hevur eitt listafólk
verið á grafiska verkstaðnum og gjørt eitt prent til permu,
sum onkursvegna er kveikt av innihaldinum.
Til nýggjasta Vencil var tað listamaðurin Bárður Jákups
son, ið fekk æruna at prýða permuna. Sermerkta bláa
prentið er gjørt við íblástri úr kendu stuttsøguni "Ein stein
kvinna" eftir ensku A.S. Byatt, sum Pauli Nielsen hevur
týtt til Vencil fimta.
Smáu permulistaverkini fáast til keyps frá ritstjórini
sum original og signerað steinprent uttan tekst prentaðan
á.
Permulist
á Vencili
Vencil triði,
perma: Hansina Iversen
Vencil fjórði,
perma: Ritstjórarnir
Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Vencil skal vera ein mótvekt
til skaldsliga líkasælu ...
Oddfríður M. Rasmussen: Nettup - og geva fólki
møguleika at velja okkurt ordiligt at lesa ...
Vencil fyrsti,
perma Tóroddur Poulsen
Vencil annar,
perma: Fríða Matras Brekku
Vencil fimti, perma: Bárður Jákupsson