Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 240 - 12. desember 2008 Gávur til starvsfólk, hjá tí almenna Fíggjarmálaráðið boðar í dag frá, at starvsfólk hjá landinum, sum hava 25, 30, 40 og 50 ára starvsdag, kunnu fáa eina peningagávu, ella gávu áljóðandi sama virði, frá almenna stovninum. 25 ár í starvi gevur 2.000 kr., 30 ár geva 3.000 kr. 40 ár 4.000 og 50 ár í almennum starvi geva 5.000 kr. Tá ið áramálið verður talt, telur øll tænasta hjá landsins stovnum við. Tó ikki tænasta hjá almennum partafelag. Eisini kunnu starvsfólk, sum hava rundan starvsdag fáa ein frídag við løn. Norðurlendsk jólakonsert Leygardagin 13. desember kl. 17 verður ein norðurlendsk jólakonsert í Helligaands Kirken á Strøjnum í Keypmannahavn. Tey luttakandi eru: Det Islandske Kvindekor, grønlendska MIK-kórið, føroyska Mpiri, grønlendska AAVAAT-kórið, íslendska STAKA og føroyska Húsakórið. Atgongumerkini kosta 100 krónur fyri vaksin og børn sleppa ókeypis inn. Næsta ár verða tvøra­ fólk noydd at spenna beltið serstakliga fast um miðjuna, tí inntøkurnar hjá kommununi rapa niðureftir. Men batna útlitini, er ætlanin at loysa beltið aftur Fíggjarætlan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvørafólk mugu brynja seg til verri tíðir. Tað er greitt eftir at Tvør- oyrar Býráð samtykti fíggj- arætlanina fyri næsta ár. Og ásannast má, at fíggj- arlógin mest av øllum líkist einum blóðreyðum ávaring- arskelti um at tað nú av álv- ara er farið at trongjast sam- an um hjá kommununi. - Nýggjastu metingarnar vísa, at tilsamans verða inn- tøkurnar hjá kommununi seks milliónir minni næsta ár, enn tær verða í ár. Í ár verða inntøkurnar hjá Tvøroyrar Kommunu og Tvøroyrar Havn tilsamans 53 milliónir, men næsta ár, verða tær ikki meiri enn 47 milliónir, vísa nýggjastu tølini. Tað er ein afturgongd upp á 11,3%. Av hesum verða inntøkurnar hjá kommununi fimm milli- ónir minni næsta ár enn tær eru í ár, men hjá Tvøroyrar Havn, sum hevur havt eina inntøku upp á eina millión, eru inntøkurnar at kalla burtur. Alt hetta merkir, at býráð- ið hevur leitað við lumma- lykt og sjóneyku eftir møgu- leikum at spara og í hesum sambandi hava allir stovnar undir kommununi fingið boð um at spara 5% á teirra fíggjarætlan. Samstundis er at kalla onki oyra sett av til nýíløgur. - Inntøkurnar, vit fáa næsta ár, røkka so dánt til at sjálvan raksturin, varð ført fram á býráðsfundinum í gjárkvøldið. - Undir vanligum umstøð- um høvdu inntøkurnar næsta ár hækkað nøkur prosent, so at kommunan hevði havt einar 8-10 milliónir til íløgur og tað hevði givið eina heilt aðra gongd í kommununi, men sum støðan er nú, er ikki hugsingur um at gera nakrar íløgur. Ongar uppsagnir Hinvegin gjørdi býráðið púra greitt, at tey hava lagt sera stóran dent á at varð- veita tað virksemi sum er, fyri at sleppa undan at siga fólki upp. - Tað hevur stóran týdning at sleppa undan at siga starvsfólki hjá kommununi upp, tí missa fólk starvið, er stórur vandi fyri, at tey flyta av oynni og ikki koma aftur, tí nú á døgum er altso ikki bara at ragga sær yvir um vegin eftir einum øðrum starvi. - Tí er ikki ráðiligt at seta størri sparingar í verk við teirri avleiðing, at fólk skulu sigast úr starvi, siga tey í býtáðnum. Tað er somuleiðis greitt, at skattaprosent og barnafrá- dráttur verður ikki broytt og sostatt er kommunuskatturin næsta ár framvgis 23,5% og tað varð mett at vera ríki- liga høgt. Barnafrádrátturin næsta ár verður 5000 krónur og tað sama upphædd sum í ár. Býráðslimirniur gjørdu tó eisini greitt, at vísir tað seg tíðliga í næsta ári, at inntøkurnar verða hægri enn mett, eru teir sinnaðir at endurskoða fíggjarætlan- ina, so at tað kanska verður rúmd fyri at gera onkrar íløgur eisini. Tvørafólk seks milliónir eftir hæli Kommunu­ politiKKur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hvalbiar Bygdaráð hevur nú eisini skipað seg eftir kommunuvalið í heyst. Tað hendi í gjárkvøldið og tá varð eisini greitt, at Otto West, sum er borgarstjóri í løtuni, heldur fram í hesum starvi. Tá ið nývalda bygdaráðið í Hvalba, sum eisini umfatar Sandvík, hevði fund klokk- an 22 í gjárkvøldið, var bara eitt uppskot til borgar- stjóra. Tað var Otto West og hann varð sostatt valdur utt- an atkvøðugreiðslu. Líka stór var semjan, tá ið varaborgarstjóri skuldi veljast, tí til tað starvið var eisini bara eitt uppskot. Tað var Niels Olaf Eyvindsson, sum er nývaldur bygdaráðs- limur og hann varð sostatt valdur til varaborgarstjóra, eisini uttan atkvøðugreiðslu. Eftir síðsta bygdaráðsval varð Levi Niclasen valdur til borgarstjóra, men hann legði frá sær fyrr í ár og tá varð Otto West valdur til eft- irmann hansara og nú fær hann so fýra ár afturat í sess- inum. Á myndini síggja vit nývalda bygdaráðið í Hvalba: Frá vinstru sita Martin í Nesi, Rúni Thom- sen, Herdis Jensen, Trygvi Midjord, Otto West, Niels Olaf Eyvindsson og Niels Jacob Thomsen. Rúni Thomsen og Niels Olaf Eyvindsson eru nývald- ir. Herdis Jensen er einasti bygdaráðslimur úr Sandvík og hon er eisini nývald, tó at hon í tvey skifti í hesum val- skeiðnum hevur sitið sum varalimur í bygdaráðnum. Í morgin, leygardagin, verður nýggja kommunu- skrivstovan í Hvalba alment tikin í nýtslu og í tí sam- bandi verður almenn mót- tøka í húsinum seinnapartin í morgin Otto West á odda Nývalda bygdaráðið í Hvalba skipaði seg í gjárkvøldið og tað er greitt, at borgarstjórin heldur fram À Tvøroyri er ikki pláss fyri nøkrum sum helst útbyggingum næsta ár, men sparingarnar føra ikki uppsagnir við sær