fríggjadagur 12. desember 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 • 12. desember 2008
bókablaðið
6
Við fimm útgávun og næstan
trimum árum á baki, er skald
skapartíðarritið Vencil ikki longur
at koma uttan um. Eitt sindur av
einum bragdi má man siga, tí er
tað nakað, slík føroysk rit ikki
hava megnað serliga væl, so er
tað at halda sær á lívi. Spurdir,
hvussu leingi teir ætla at halda
á, eru ritstjórarnir Arnbjørn Ó.
Dalsgarð og Oddfríður M. Ras
mussen ikki í iva.
– So leingi, vit orka at verða
jarðarmøður hjá góða skaldskap
inum, og tað kann verða rættiliga
leingi.
Frá byrjan hevur endamálið
við Vencili verið at hjálpa góðum
føroyskum skaldskapi á veg við at
geva góð ráð og skapa eitt forum
fyri honum. Um rithøvundar,
kanska serliga teir yngru, kenna
seg noyddar at geva eitt liðugt
savn út fyri at koma á prent, er
vandin fyri, at nógvir fínir tekstir
ongantíð síggja dagsins ljós alt
ov stórur, halda teir báðir. Tað
skal bera til at byrja í tí smáa.
Og nógv bendir á, at hjá fleiri
bleiv Vencil júst rætta steðgistað
ið á veg til nakað meir og størri.
– Tað gleðiliga er í øllum førum
hent, at vit nú síggja fleiri dømi
um tekstir, sum upprunaliga stóðu
í Vencil, og sum nú eru komnir
út sum partur av eini bók, sigur
Arnbjørn.
Fólkaliga beinharðir
Um tað var Vencil, sum í slíkum
førum gav høvundanum neyðuga
skumpið til at fara víðari, er
kanska ilt at meta um. Men rit
stjórarnir kunnu í hvussu er stað
festa, at teir í stóran mun gera
tað, flestu høvundar saknað og
sum forløgini ikki hava stundir til
– Vit eggja fólki til, geva góð
ráð, koma við uppskotum og
geva harvið høvundunum ein
møguleika at gera tekstin betri.
Slíkt tekur tekur tíð, men kann
vísa seg at vera øgiliga gevandi í
síðsta enda.
Júst hvussu hetta arbeiði
gongur fyri seg er ringt at
siga. Tað veldst sjálvandi
um tekstin, og hvussu nógv
uppruddingararbeiði, hann krevur,
greiðir Oddfríður frá. Hjá teimum
óroyndu høvundunum snýr tað
seg typiskt um at ávara móti at
sleingja um seg við hugtøkum,
sum ikki hava okkurt festi í
tekstinum.
– Um tú brúkar eitt hugtak sum
til dømis 'kærleiki', mást tú hava
okkurt í tekstinum at heingja
tað uppá. Hevur tú ikki tað, kann
lesarin ikki brúka hugtakið til
nakað. Hatta er ein vanlig fella,
høvundar detta í, og eg havi
ofta staðið í henni sjálvur sigur
Oddfríður.
– Fyrimunurin hjá Oddfríða í
hesum arbeiðinum er, at hann frá
rithøvundaskúlanum hevur nøkur
faklig amboð, hann kann brúka
sum ritstjóri, og sum eg als ikki
havi. Frá skúlanum er hann eisini
vanur við bæði at geva og at taka
móti kritikki, so hann veit, hvat
tað snýr seg um, leggur Arnbjørn
afturat.
Og júst hetta, at læra høvundar
at taka ímóti kritikki, er kanska
ein av aðaluppgávunum hjá
teimum báðum ritstjórunum.
Tí sjálvt um lítið av tilfarinum,
teir fáa sendandi, er púra
hjálparleyst, kann tað vera svárt
at hoyra onnur finnast at tí.
– Eg skilji tey væl, tí við at
senda okkum sínar tekstir, lova
høvundarnir okkum næstan at
hyggja inn í teirra sál, sigur
Arnbjørn.
Tí blívir trupulleikin eisini
ofta, at tey taka kritikkin
persónliga og hava lyndi at
gloyma, at tað er tekstinum, og
ikki teimum sum menniskju, tað
er galið við, skoytir Oddfríður
uppí.
– Tí er tað eisini so umráðandi,
at vit viga hvørt orð í svarinum
til tey. Ikki soleiðis at skilja at
vit pakka nakað inn tað ber væl
til at vera bæði hampiligur og
fólkaligur og samstundis siga
sína beinhørðu meining, sigur
Arnbjørn og ljóðar sum hann
hevur roynt tað nakrar ferðir.
Varandi virði
Men sjálvt um ein tekstur hevur
verið gjøgnum hendurnar á
teimum báðum fleiri ferðir, er
ongin trygd fyri, at hann verður
prentaður. Ritstjórarnir báðir
tvíhalda nevniliga framvegis um,
at bara tað besta sleppur við í
Vencil.
– Nógv veldst um, hvussu
nógv tilfar, vit fáa sendandi og
harvið hava at velja ímillum. Men
stendur dygdin ikki mát so ella
so, verður teksturin ikki prentaður
í Vencil. Alternativið til dygd hava
vit longu í ovurhonds mát í øllum
tí innantóma lesnaðinum, sum
bjóðar seg fram allastaðni, og
har hava vit ikki hug at vera við.
Tvørturímóti skal Vencil vera ein
mótvekt til skaldsliga líkasælu,
sigur Arnbjørn.
– Nettup, og lesarar skulu hava
møguleika at velja veruliga dygd,
bæði tá tær ræður um uppruna
føroyskt tilfar og ikki minst
týðingar, skoytir Oddfríður uppí.
– Eisini fyri at venja fólk við at
lesa altjóða skaldskap á høgum
støði, so tey spakuliga fara at
seta størri krøv til tað, tey lesa,
sigur Arnbjørn.
Í ritstjórnini á Vencil verður 'tað
besta' mált út frá ongum øðrum
enn skaldsligari dygd og uttan
mun til, hvørji bókmentalig rák,
tekstirnir umboða.
Arnbjørn greiðir frá, at fyrsti
Vencil lendi beint í einum
østum kjaki um postmodernaðar
mótvegis meir siðbundnum
bókmentum.
– Tí lá tað líkasum í luftini, at
Vencil fór at plasera seg í aðrari
leguni og taka støðu so ella so.
Tað hava vit heilt tilvitað sloppið
okkum undan, tí Vencil skal fyrst
og fremst endurspegla tað, sum
fólk skriva, og ikki tað, sum onkur
meinar, at tey burdu skriva, sigur
Arnbjørn.
At leggja seg í halan á einum
ávísum tíðarráki ella krøkja seg
í eitt aktuelt bókmentaligt kjak
hevði eisini avmarkað virði í
Vencili, halda teir báðir. Tað er
millum annað ein av orsøkunum
til, at Vencil ikki hýsir ummælum
ella bókmentagreinum.
– Hartil krevja vit, at tekstirnir
í Vencil ikki hava verið á prenti
fyrr. Tað gevur eisini útgávunum
eitt varandi virði á føti við eina
upprunaskaldsøgu ella eitt
yrkingasavn, heldur Oddfríður.
Okkurt uppá spæl
Teir báðir ritstjórarnir eru sjáldan
ósamdir um, hvørjir tekstir hava
uppiborið at fáa pláss í Vencil.
Og tað hongur saman við, at teir
báðir hava rættiliga líkar fatanir
av, hvat tað er, góður skaldskapur
skal gera.
Oddfríður er tann fyrri at seta
orð á:
Jarðarmøður hjá ska
Góður skaldskapur kemur ikki altíð av
sær sjálvum. Men við eggjan og góðum
ráðum frá ritstjórunum á skaldskapar
ritinum Vencil fær hann eitt skump tann
rætta vegin
Samrøða
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo