fríggjadagur 12. desember 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 240 - 12. desember 2008
Sonevnda Múrnevnd
in lat í gjár landsstýris
kvinnuni í menta
málum, Helenu Dam
á Neystabø, sítt álit
um, hvussu Múrurin
í Kirkjubø skal bjarg
ast. Nevndin hevur
arbeitt við málinum
í samfull sjey og eitt
hálvt ár
KIRKJUBØMÚRURIN
Leo Poujlsen
leo@sosialurin.fo
Leingi er tað, ið væl skal
verða.
Hetta orðatakið má sigast
at passa væl til sonevndu
Múrnevndina, sum skuldi
lata álit til mentamálaráð
harran um, hvussu Kirkjubø
múrurin kann varðveitast.
Nevndin varð sett á sumri
2001, og ikki fyrr enn í gjár
var hon liðug við sítt arbeiði
og kundi handa Helenu
Dam á Neystabø, menta
málaráðharra, sítt álit.
Í nevndini hava sitið Petur
Zachariassen, lektari, for
maður, Símun V. Arge, savn
vørður,
næstformaður,
Andras Mortensen, lands
antikvarur, Kirstin Eliasen,
fornfrøðingur og Jóannes
Patursson, kongsbóndi.
Nevndin
hevði
ein
greiðan arbeiðssetning at
arbeiða eftir, og hann var
soljóðandi:
1. Søguligan inngang
2. Mentanarsøguliga týdn
ing Múrsins, har altjóða
antikvarisk høvuðssjónar
mið fyrr og nú eru lýst
3. Mentanarsøguliga týdn
ing Múrsins í sambandi við
byggisøgu í øðrum lond
um, sum til dømis Noregi
4. Lýsing av treytunum
fyri, at Múrurin kann verða
skrásettur á World Heritage
listanum
5. Neyva lýsing av varðveit
ingartiltøkum at tryggja Múr
in móti vindi, regni o.s.fr.
6. Neyva lýsing av arbeiðs
gongdini. Í hesum sam
bandi trygging av múrkrún
uni, skulpturi og øðrum,
sum neyðugt er at geva
serligan ans undir varð
veitingararbeiðinum
7. Lýsing og tilráðing í
sambandi við framhaldandi
varðveiting av Múrinum
8. Tilráðing og fyrireiking
av arkitektakapping, sum í
minsta lagi skal fevna um
Norðurlond
9. Uppskot, við støði í
omanfyri standandi, til
landsstýrismannin um
endaliga loysn av verju,
tryggingar og varðveitinga
rspurninginum í sambandi
við Kirkjubømúrin
Tilráðingin
Í síni tilráðing sigur arbeiðs
bólkurin soleiðis:
Í stuttum verður mælt til,
at greiðir karmar verða
fingnir til vega kring vernd
ararbeiðið í sambandi við
fornminnini í Kirkjubø, og
A. at verndararbeikðið
framhaldandi fer fram eftir
altjóða leiðreglum, og at
arbeitt verður miðvíst fram
ímóti, at mentanarminnini í
Kirkjubø sum ein heild, t. e.
eisini
arðar
leivdir
av
biskupssetrinum, verða góð
kend av alheimssamfelag
num sum heimsarvur
B. at varðveitingar og
verndararbeiðið í sambandi
við Kirkjubømúrin verður
skipað sum ein verkætlan,
sum hevur til endamáls at
tryggja støðugt viðlíkahald
av múrverkinum uttan at
inniloka Múrin
C. at varðveitingar og
verndartiltøk verða kjølfest
í kommunalari byggisam
tykt fyri bygdina í Kirkjubø,
og at norðurlendsk arki
tektakapping verður fyri
skipað fyri fornminnaum
hvørvið í Kirkjubø sum
heild.
Hetta er í høvuðsheitinum
tað, sum nevndin mælir til,
tó at nærri útgreiningar
sjálvandi fylgja við.
Eisini hevur nevndin sett
upp eina tíðar og kostn
aðarætlan fyri varðveiting
ina av Múrinum.
Seks ár
Tilmælið greinar ítøkiliga út
nær og hvussu leingi ymsu
arbeiðini í sambandi við
varðveitingina av Múrinum
skulu vara. Sambært tíðar
ætlanini skal arbeiðið byrja
nú og halda fram til 2014, tá
alt skal verða liðugt.
Tað merkir við øðrum
orðum, at Kirkjubømúrurin
skal verða liðugt umvældur
til framtíðar varðveiting um
seks ár.
Eisini eru ymsu – og
rættiliga mongu – postarnir
kostnaðarmettir.
Flestu
pengarnir fara til verkætlan
arumsitingina, smáar 4,5
milliónir krónur, meðan um
vælingin av sjálvum Múri
num eftir meting fer at
kosta 2,8 milliónir.
Tilsamans verður mett, at
samlaða arbeiðið fer at
kosta 10.947 milliónir krón
ur, og tað má sigast ikki at
vera eitt ræðandi tal fordeilt
yvir seks ár.
Annars ber til at síggja
tilmælið inni á heimasíðuni
hjá Føroya Fornminnafelag.
11 milliónir í seks ár skulu
bjarga Múrinum
Hóast framløgan í gjár var ætlað løgtingslimum, høvdu bert tveir funnið leiðina niðan á
Fornminnissavnið
Mynd: Jens Kristian Vang
Helena Dam á
Neystabø fekk
handað tilmælið
frá Múrnevndini á
tíðindafundi á Føroya
Fornminnafelag í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang
Anna Kathrina í Ribarhus
Umleið 25 foto og grafikkmyndir verða á framsýningini, sum Anna Kathrina Højgaard
letur upp í Ribarhus leygardagin klokkan 14. Talan er um eina blanding av foto og
grafikkmyndum, tær flestu gjørdar í ár. Framsýningin verður opin fram til eftir nýggjár.
Hetta er fyrstu ferð, at Anna Kathrina Højgaard sýnir fram í Ribarhus, men hon hevur
kortini havt nógvar framsýningar, eitt nú í Listaskálanum í Havn, Føroyingahúsinum í
Keypmannahavn og á Nyborg Strand Hotel. Anna Kathrina er útlærd myndakvinna frá
Bambus Foto í Havn. Framsýningin er opin, tá útsølan í Ribarhus er opin.
Anna Kathrina Højgaard
Tað er í
høvuðsheitinum
fotomyndir, sum
Anna Kathrina
Højgaard sýnir
fram í Ribarhus