fríggjadagur 12. desember 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 • 12. desember 2008
bókablaðið
10
Eg gjørdist heitur
um hjarta av at
lesa brøvini til
Hans frá Marini.
Hansara tøgn fær
hana at lýsa eina
síðu av sær sjálv
um, sum hevur bók
mentaligt virði fyri
eftirtíðina í
Føroyum
Tað munnu verða tey allarfægstu,
sum á heilt ungum árum finna
tann einasta rætta, og síðani
liva eydnuríkt til teirra dagar eru
taldir eins og í ævintýrunum.
Ongin søga endar eydnusamt, og
eitthvørt kærleiksforhold endar
einaferð, antin á vegnum ella við
deyða.
Bókin Saknaði sonurin eftir
Jennifer Henke er ein vøkur søga
um kærleika og um lívið, akkurát
sum tað er við sigrum og niður
løgum. Og søgan er lokal, hon
snýr seg um tvey ung í Fuglafirði í
tíðarskeiðinum 191724.
E
g siti nú aftan á og hugsi, hvat
er tað, sum blívur við at renna
fram fyri meg aftur á hesum 270
síðunum, tí hendan bókin hevur
hugtikið meg fram um aðrar, og
hon hevur fingið pláss í mínum
hugaheimi.
Og tað fyrsta, eg hugsi, er skan
dalan. Eg eri uppvaksin á bygd,
og í so máta er Fuglafjørður ikki
stórt øðrvísi enn Oyndarfjørður.
At Marin hjá Hoygarðs Pól skuldi
geva tilfar til eina kærleikssøgu
av teimum stóru, tí allarfyrstu
her á leið í hesum partinum av
Eysturoy, sær ein burtur frá fiktivu
avrikunum hjá abbabeiggja, Hans
Marius Eidesgaard, sála, at skriva
um kærleikan millum mann og
kvinnu, er skelkandi. Hendan still
føra kvinnan, ið avgjørt helt sítt
ljós so nær skeppuni, sum til bar.
Eg hevði lisið øll brøvini,
áðrenn tað gekk upp fyri mær,
at kvinnan var Marin, sum var
gift við ommubeiggja mínum
Poul Petersen úr Hoyðgarðinum
í Oyndarfirði. Hann var beiggi
ommu mína á Marknagili.
Mammu pápa. Eg minnist sum
smádrongur, at vit vóru inni hjá
teimum, og meðan Pól hevði arv
að snakksaligheitina av Breytini,
segði Marin sum minst. Eg hoyri
enn fyri mær hennara lágu og
klønu rødd, og brøvini gerast enn
meira livandi, tá ið eg hugsi um
hana.
Eg prøvaði eisini mína hugsan
um skandaluna av, tá ið fólkið
savnaðist um jólatræið í Oyndar
firði sunnudagin við Gamlaskúla,
barndómsheimið hjá abba, sum
eg beri navnið eftir. “Marin? hon
hevði aldrin gingið við til eina
slíka søgu. Hon var meira til at
dyssa niður enn at blása upp.”
segði fastir mín Aðalbjørg, sum
kendi hana væl.
F
yri lesarar, sum slett einki
kenna til bókina, kann sigast,
at hon snýr seg um fuglfirðingin
Hans Niels Peter Sophus Jacob
sen, sum varð føddur í 1896. Í
1911 fer hann at sigla. Brøvini
í bókini eru frá 1917 og fram til
1924, og her eru talan um brøv
frá systkjum, foreldrum og frá
unnustu hansara, sum trúliga
bíðaði eftir honum í mong ár, heilt
til ommubeiggi mín fekk hana á
aðrar tankar.
Og hvat er tað, sum nertir so
djúpt við meg, meðan eg lesi
brøvini frá Marini. Tað er hennara
longsul. Í sjey ár skrivar hon til
dreingin, sum bara ikki kemur
heim aftur. Tað lá illa fyri hjá
Hans at skriva. Hann er snøgt
sagt ikki skrivandi maður, og tað
er stóri fongurin í bókini. Hansara
tøgn og hansara mangul av orð
um fær Marina fram í ljósið og
fær hana at lýsa eina síðu av sær
sjálvum, sum hevur bókmentaligt
virði fyri eftirtíðina í Føroyum.
Brøvini frá Hans til Marina eru
ikki tøk, men hennara svør siga
alt. Her er kærleikin lýstur nakin,
sum hann altíð er, og tá ið tað
snýr seg um kenslur, dyssar
Marin onki niður. Hon er slett ikki
gamla konan hjá ommubeiggja,
soleiðis sum eg kendi hana sum
blaðungur.
Og tað fer kalt niður eftir rygg
inum á mær. Eg upplivi mínar
ungu dagar við villum forelskilsi,
brennandi heitum brøvum, pynt
aði við kunstferdigum tekningum,
pynti og hjørtum. Og síðani,
tá ið kærleikslogin bliknar,
soleiðis sum allir slíkir logar
gera, hvussu brøvini skifta skap
yvir til krapukendan iva, longur
frammi reint fortvivlilsi og at
enda skilnaður og tómrúm, sum í
mongum føri er verri enn deyðin
fyri tann, sum forlátin var.
Og Hans megnaði ongantíð at
sleppa brøvunum. Sjálvur eigi
eg enn kærleiksbrøv væl goymd
av vegnum og sum koma fram
við mongum ára millumrúmum.
Og kærleikin sum var, er einki
fúnaður í gulnaðu hjørtuprýddu
brøvunum. Eg skilji væl Hans.
Kærleikin hevur einki mótstykki.
Tann kærleikin, sum var, doyr
ongantíð. Hann er ikki nú, men
hann var tá, og hann kann ikki
burturforklárast, og hann kann
heldur ikki snakkast, tigast
ella gloymast í hel. Kemur eitt
menniskja í samband við kærleika
fyrr í lívinum, tá blómar hesin
eins livandi uppaftur, sum eitt
minni um kærleikan tá. Tað ber
ikki til at siga, at hann ikki var,
tað ber ikki til at renna undan
honum, sum hann var. Kærleikin
er tað einasta, sum er ævigt, og
hann eigur einki mótstykki. Hatur
er ikki tað øvugta av kærleika.
Kærleikin er altíð avbyrgdur,
majestetiskur og stórfingin, og í tí
innasta kann einki órógva hann.
Marin giftist við ommubeiggja
mínum Hoygarðs Pól, og spurn
ingurin er um Pól nakrantíð slapp
av við Hans, sum ongantíð kom
aftur til Føroyar. Eg ivist.
E
g haldi, at ráðgevingin
hjá Bókadeild Føroya
Lærarafelags er ikki nóg góð
i hesi bókini, fyri ikki at siga
vánalig. Høvundurin Jennifer
Henke hevur funnið eina góða
søgu. Tað er viðkomandi fyri
bókina, at hon fortelur um lívið
hjá pápanum í Ameriku. Tað
berandi í bókini eru brøvini.
Tey kundu næstan staðið
einsamøll. Bókadeild Føroya
Lærarafelags átti at sæð, at
Marin er ein høvuðspersónur
í bókini, og tí hon átti hon at
verið neyvari lýst. Eg haldi, at
royndin at seta persónarnar í
bókini inn í eina tíðarmynd fyllir
ovnógv. Vinkulin átti at verið
telgdur nógv spískari. Tú kann
lesa um viðurskiftini undir fyrra
heimsbardaga aðrastaðni, um
tú hevur áhuga fyri tí. Her snýr
tað seg sum viðurskiftini millum
Hans og Marin í fyrstu atløgu, og
síðani um brævaskiftið millum
familjuna og saknaða sonin.
Hesi brøv eru nóg sterk í sær
sjálvum, tey dokumentera og
tey koma við eini fyrstu handa
frágreiðing um umstøðurnar undir
fyrra heimsbardaga. Fyllan við
søguligum tilfari er fullkomiliga
óneyðug.
Eg gjørdist heitur um hjarta av
at lesa brøvini til Hans frá Marini
og hansara kæru í Fuglafirði.
Ummæli
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Ein lovestory úr Fuglafirði
Ommubeiggi mín Hoygarðs Pól úr Oyndarfirði giftist við Marini. Mundi hann nakrantíð
sleppa av við Hans, sum ongantíð kom aftur úr Amerika, og sum heitu kærleiksbrøvini í
bókini eru stílaði til? Eg ivist