fríggjadagur 12. desember 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 240 - 12. desember 2008
Í seinastuni hevur
gingið illa hjá skip
um og bátum at fáa
tann minstaprís fyri
fiskin, sum tey áseta.
Miðskeiðis í vikuni
fór útróðrarhýsa heilt
niður í 34 krónur fyri
kilo, og hetta hevur
gjørt, at menn tíma
ikki at loysa bátar
nar. Eisini hjá línu
skipunum kann hýsa
standa upp í dagar á
marknaðinum, áðrenn
hon verður seld – fyri
lítið og lætt
Fiskamarknaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Er tað nakar, sum hevur
góðar fyritreytir fyri at
fylgja gongdini, tá ræður
um útboð og eftirspurning
eftir fiski, eru tað tey, sum
arbeiða á Fiskamarknaði
Føroya og á Landingar
miðstøðini á Toftum.
Sosialurin var ein túr
framvið bryggjukantinum á
Toftum í morgun.
Eingin útróður
Støðan á fiskamarknaði
num hevur verið vánalig
seinastu dagarnar. Nokso
fitt av fiski hevur verið á
marknaðinum, men trupult
hevur verið at selt. Sum
skilst, er tað serliga hýsan,
sum hevur staðið eftir og er
farin fyri lítið og lætt, tá
eingin keypari var til tann
minstaprís, sum skip og
bátar høvdu ásett.
Eitt dømi um, hvussu
trupul fiskamarknaðurin er
í løtuni, er, at teir, sum eiga
útróðrarbátarnar,
halda
ikki, at tað nyttar nakað at
loysa.
Miðskeiðis í hesi vikuni
fór
hýsa
hjá
onkrum
útróðrarbáti fyri 34 krónur
fyri kilo, áðrenn nakar
keypari meldaði seg.
Hetta er daggamal og væl
hagreiddur fiskur, so sigast
kann ikki, at áhugin – ella
møguleikarnir
–
hjá
keyparum eru stórir.
Miðskeiðis í vikuni kom
eisini línuskipið Mascot inn
at landa, og enn í morgun,
tá vit frættu, stóðu eini
6.000
pund
av
hýsuni
framvegis eftir, óseld.
Ætlanin var at royna at
selja henda fiskin aftur í
morgun.
Fleiri skip
Í morgun selja tvey línuskip,
Morgunstjørnan og Eystur
oyingur, á fiskamarknað
inum, men ivasamt er, hvat
tey fara at fáa fyri fiskin.
Morgunstjørnan og Eyst
uroyingur landa mándagin,
og tað fara línuskipini Sig
mundur og Kambur eisini.
Sum skilst, eru tvey
onnur línuskip, Eystnes og
Váðasteinur, eisini liðug
við túrin mánadagin, men
tey ætla sær av landinum
við veiðini.
Ivasamt er tó, hvat hetta
fer at geva í søluvirði.
Men, sum onkur hevur
sagt – at skalt tú sigla, mást
tú loysa...
Nú
marknaðurin
fyri
hýsu hevur verið sera vána
ligur í vikuni, hevur fiska
sølufelagið FoFish í Salt
angará keypt nakað av fiski,
sum er seldur víðari til
Høvdavirkið í Leirvík til
turkingar.
Fyrr
í
vikuni
seldu
línuskipini Vesturhavið og
Thomas Nygaard á Toftum,
og heldur ikki hjá teimum
var sølan nakað at ”skriva”
heim um.
Orsøkin
Ein orsøk til, at so fáir
keyparar eru í Føroyum, er
ivaleyst, at Norðís Seafood
á Eiði meira ella minni
liggur stilt, eins og virkið
hjá Faroe Seafood í Mið
vági, læt aftur í summar.
Hesi bæði virkini keyptu og
virkaðu
hýsu.
Haraftrat
kemur, at heldur einki virk
semi av týdningi er á Kósini
í Klaksvík.
Heimurin er í fíggjar
kreppu, og tað er føroyska
samfelagið eisini. Tann,
sum ikki hevur likviditet at
arbeiða við, man hava
smáar møguleikar, soleiðis
sum støðan er.
Nøkur virki liggja inni
við stórum goymslum, sum
binda nógvan pening, og
herfyri skiltist, at eitt av
hesum virkjum er Fiska
virkið í Gøtu – og eitt annað
er Vaðhorn á Strondum.
Hinvegin hevur Sosialurin
skilt, at saltfiskavirkið hjá
Faroe Seafood á Toftum
ikki liggur inni við teimum
stórum goymslum í løtuni.
Tað er tó einki, sum
bendir á, at viðurskiftini hjá
Fiskavirkinum í Gøtu og
Vaðhorn á Strondum eru
hótt, tí vit hava skilt, at
bæði hesi virkini keypa væl
av fiski á marknaðinum í
løtuni.
Loysir
seg ikki
at loysa
Við bryggjukantin á Toftum í morgun lógu Vesturhavið, Thomas Nygaard og Randi. Fyrrnevndu landaðu fyrr í hesi vikuni.
Mánadagin koma fleiri skip inn at landa
Mynd: Vilmund Jacobsen
Farmaskipið Silver Fjord, sum siglir við feskum fiski av Toftum til Scrabster í Skotlandi, lastar
í dag og í kvøld. Hetta er í minsta lagi ein ”ventilur”, sum ger mun, nú fiskamarknaðurin er so
strongdur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nebo verður tikið í nýtslu
Í morgin, leygardagin 13. desember, verður nýggi bygning
urin hjá samkomuni Nebo á Toftum tikin í nýtslu. Innbjóð
ingar eru sendar øllum húskjunum í Nes kommunu. Húsið
verður opið frá kl. 14 og kl. 15 verður samkoma, har umboð
fyri samkomuna, bygdarráðið og fíggingarstovnin fara at
siga nøkur orð. Har verður eisini felagssangur og onkrar
sangframførslur. Eftir at møguleiki aftur hevur verið at
síggja húsið, verður jólasangløta kl. 17.
Skúlavígsla í Runavík
Í sambandi við, at skúlin í Runavík er tikin í nýtslu,
verður skipað fyri almennum hátíðarhaldi í nýggja skúl
anum leygardagin klokkan 14. Á skránni verða kórsangur
og røður, og næmingar úr skúlanum fara at framføra tón
leik, fólkadans, føroyskan dans og sýna fram næminga
arbeiði. Skúlin í Runavík hýsir næmingum úr 4.–10.
flokk, sum allir eru tvísporaðir. 1.–3. flokkarnir eru í
skúlanum á Glyvrum. Nú skúlin í Runavík er tikin í
nýtslu, eru skúlarnir í Rituvík og Søldarfirði niðurlagdir
og verða brúktir til ávikavist barnaansing og handilsskúla.
Eg vænti ikki, at tað
fer at lýsa í aftur, fyrr
enn vit eru komin
langt inn í ár 2009,
sigur Harry Benja
minsen, sum starvast
hjá Landingarmið
støð Føroya og er
formaður í Tofta
Arbeiðarafelag
VinnulíV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hvønn dag í sínum dagliga
yrki sum arbeiðsmaður á
Landingarmiðstøðini
á
Toftum hevur hann høvi at
fylgja gongdini í høvuðs
vinnuni – okkara fiskiog
framleiðsluvinnu.
Sjálvandi veit hann ikki
út í æsir, hvat virkini gera,
og hvussu gongdin hjá
teimum er, men hann veit,
um tey keypa fisk, hvørji
fiskasløg tey keypa, og hvat
tey geva fyri fiskin.
Við øðrum orðum veit
Harry, hvussu samanhang
urin er millum útboð og
eftirspurning – og hvat tað
merkir, tá útboðið verður
størri enn eftirspurningurin.
Døpur støða
Formaðurin
í
Tofta
Arbeiðarafelag er onga løtu
í iva um, at tað vinnuliga
sær ikki so lovandi út í
samfelagnum í løtuni.
Nei, eg haldi avgjørt, at
vit síggja keðilig tekin. Tað
gongur illa at selja fisk, tí
áhugin at keypa er av
markaður – og viðhvørt
rættiliga lítil.
Harry heldur, at tað er
fíggjarkreppan kring um
heimin og likviditetskreppan
úti og heima, sum eru
atvoldin til trupulleikarnar.
Eg stúri fyri, at tað fer
at ganga niður á bakka.
Kanska fara vit at síggja
glottar inn ímillum, men eg
beri ótta fyri, at vit fara at
koma langt inn í ár 2009,
áðrenn vit fara at síggja
nakrar veruligar batar, sigur
formaðurin í Tofta Arbeið
arafelag.
Tað sær veruliga dapurt út
- Vit fara kanska at
síggja onkrar glottar
av og á, men eg stúri
fyri, at tað fer at
ganga niður á bakka
í eina tíð, sigur Harry
Benjaminsen
Mynd: Vilmund Jacobsen