fríggjadagur 12. desember 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 240 - 12. desember 2008
Sambært einum mót
mælisskrivið, ið er
sent løgmanni frá
einari samlaðari and
støðu, er politikkurin
hjá samgonguni eitt
makkverk, og skúgvar
allar fólkaræðisligar
mannagongdir til
viks. Løgmaður vísir
hinvegin á, at teir
hava sent skeivt, og at
mannagongdir eru til
fyri at brúka
Politikkur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Ein samlað andstøða sendi
í gjár løgmanni eitt mót
mælisskriv ímóti handfar
ingini av ymiskum konkret
um málum. Serliga er
andstøðan ørg inn á, hvussu
tíðarfreistirnar ikki verða
hildnar, tí sambært andstøð
uni verða nógv mál skrum
blaði ígjøgnum uttan nakra
veruliga viðgerð.
Smyril Line og
fíggjarkervið
Sum tvey dømir um, hvussu
teir kunnu grundgeva fyri
sínum útsøgnum nevnir and
støðan
Smyril
line
og
fíggjarkervið.
Uppskotið um tilbúgving
til fíggjarkervið, varð –
hóast tað hevði ligið klárt
og kent leingi – lagt niðan á
ting við kravi um samtykt
sama dag. Og uppskotið
um at seta pening í Smyril
Line, varð – hóast tað hevði
verið kent leingi og viðgjørt
í landsstýrinum – lagt niðan
á ting við kravi um samtykt
dagin eftir, skrivar and
støðan.
Pensjónistar og
koppseting
Eisini metir andstøðan, at
samgongan ger sokallaði
spariuppskot, ið bert taka frá
teimum veiku, uttan at føra
veruligar sparingar við sær.
Nú leggur landsstýrið
so knappliga eina røð av
sonevndum “spariuppskot
um” á ting, sum ikki eru
veruligar sparingar á fíggjar
lógini, men bert taka upp
hæddir frá teimum veikastu
samfelagsbólkunum, skriva
andstøðan eisini.
Hava sent skeivt
Sambært løgmanni hevur
andstøðan sent skeivt.
Skrivið skuldi í veru
leikanum verið sent til løg
tingið. Antin til tingfor
mannin, ella til formannin í
trivnaðarnevndini,
sigur
løgmaður, og greiðir frá, at
Løgtingið er suverent í tílík
um málum, og at løgmaður
í veruleikanum ikki hevur
nakað við tað at gera. Teir
báðir eru Hergeir Nielsen,
tingformaður,
og
Jákup
Mikkelsen, formaður í triv
naðarnevndini.
Hóast løgmaður er av
hesi áskóðan, so fer hann at
svara andstøðuni.
Eg fari at geva teimum
eitt svar uppá skrivið. Tá
ein samlað andstøða kemur
við einum skrivið, hava teir
rætt til eitt skrivligt svar, tí
hetta skal takast í álvara,
hóast tað ikki er rætt, at
mannagongdirnar
ikki
verða fylgdar. Vit hava
mannagongdir,
har
vit
kunnu víkja frá vanligu
freistunum, og hesar hava
vit nýtt, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Samstundis
metir hann, at samgongan
hevur verið noydd til at
gera soleiðis, tí teir fingu
so ringa tíð, tá CHE
samgongan bara hevði gjørt
eina kladdu til fíggjarlóg.
Samgongan skrumblar
Býráðið í Runavík skipað
Nýggja býráðið í Runavík er nú skipað við Magnusi
Rasmussen sum býráðsformanni og Sæunn Ó. Hansen
sum varaborgastjóra. Eisini eru føstu nevndirnar valdar
við hesum formonnum: Magnus Rasmussen formaður í
fíggjarnevndini, Beinta Olsen formaður í teknisku nevnd,
Klæmint Østerø formaður í vinnu og havnanevndini,
Kristian Gaardbo, formaður í sosialu nevnd, Bjarni Kjeld,
formaður í mentanarnevndini og Arnfinn Langgaard,
formaður í byggi og býarskipanarnevndini
Føroyar halda á at svína luftina
Nýggjasta uppgerðin av veðurlagsgassi vísir, at føroyska útlátið í 2007
var áleið 11 prosent hægri enn í 1990.. Hetta stendur í nýggjastu
frágreiðingini hjá Umhvørvisstovuni. Nýggjastu tølini vísa sostatt, at
føroyska samfelagið ikki hevur megnað at nærkast høvuðsmálinum við
veðurlagssáttmálanum: at minka um útlátið av veðurlagsgassi. Nógv
tann størsti parturin heili 95 prosent av útlátinum kemur frá at brenna
olju. Størsti útlátsbólkurin er framvegis føroyski fiskiflotin við 34
prosentum av útlátinum, meðan húsarhaldini, SEV og akførini standa
fyri ávikavist 17, 16 og 13 prosentum av samlaða føroyska útlátinum av
veðurlagsgassi.
Seinastu nógvu árini
er fólkapensjónin ikki
hækkað samsvarandi
prísvøkstrinum, og
nú sparingar skulu
fremjast, standa pen
sjónistarnir fyrst fyri
skotum
SParingar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Trý uppskot liggja í løtuni á
tingborðinum, har tað til
samans skulu sparast 10
milliónir krónur á almanna
økinum.
Millum
annað
verður stuðulin til dagtil
haldini skerdur og útreiðsl
urnar av hesum fluttar yvir
á kommunurnar.
Tað eru tó ikki allar
kommunur, ið eru somikið
væl fyri, at tær eru til reiðar
at yvirtaka hesa útreiðslu,
og tí er stórur vandi fyri at
dagtilhaldini
lata
aftur.
Hetta halda pensjónistarnir
sera lítið um, og eru teir tí í
Løgtinginum og mótmæla
gongdini.
Um dagtilhaldini lata
aftur, tekur tað stóran part
av trivnaðinum frá pensjón
istunum kring landið, sigur
Finnur Johansen, formaður
í Havnar Pensjónistafelag.
Men tað er ikki bert hetta,
pensjónistarnir vilja vísa
sína ónøgd við. Meðan prís
vøksturin hevur verið stórur
seinastu árini, hevur fólka
pensjónin staðið í stað.
Prístalsreguleringin hev
ur verið fýra prosent, men
tað eru bert ískoytini, ið
verða reguleraði, og tað
merkir, at tað í veruleikanum
bert er hálvtannað prosent.
Nú skal prístalsreguleringin
setast niður til trý prosent,
men tað verður í veruleika
num bert eitt prosent, vísir
Finnur Johansen á.
Samhaldsfasti
ein forðing
Fólkapensjónin er seinnu
árini ikki vaksin nakað, og
skal nú skerjast. Politikarar
nir skjóta seg undir at
útgjaldið úr Samhaldsfasta
er hækkað, og pensjónistar
nir føla at tað, sum skuldi
vera eitt ískoyti, nú er blivið
ein forðing hjá teimum.
Eftir mínum tykki er
Samhaldsfasti ikki nakað,
tú skal halda áfram við at
hava. Tað skuldi verða eitt
ískoyti hjá pensjónistunum,
men nú er tað í veruleikanum
ein forðing hjá okkum, tí
politikararnir brúka hann
sum eitt argument fyri ikki
at hækka fólkapensjónina,
greiður Finnur Johansen
frá.
Samstundis nýta politikar
arnir nýggju pensjónsskipa
nina sum skálkaskjól fyri at
ikki hækka fólkapensjón
ina.
Men henda skipanin
kemur ikki at virka fyrr enn
um eini 30 ár, og til ta tíð
eru flestu av okkum ikki til
longur. Tí má okkurt gerast
fyri at geva pensjónistum
virðilig lívskor, inntil tann
nýggja skipanin er komin
upp at koyra, sigur Finnur
Johansen.
Skelkað av
Eidesgaard
Eitt, sum pensjónistarnir
serliga hava bitið merki í
seinastu tíðina er, at seinast
fólkapensjónin varð lækk
að, sat Jóannes Eidesgaard
eisini sum fíggjarmálaráð
harri. Nú aftur verður skor
ið frá pensjónistunum fyrst,
gongur sami Jóannes Eides
gaard á odda.
Ideologiskt sæð skuldi
formaðurin í Javnaðarflokki
num verið tann seinasti, ein
væntaði at síggja slíkt frá.
Fólkapensjónin
er
bara
lækkað einaferð fyrr, og tá
sat hann eisini fyri fíggjar
málaráðnum, leggur Finnur
Johansen dent á.
Meðan orðaskifti er í Løg
tinginum um hesi málini,
fylgja pensjónistarnir væl
við og lurta væl eftir, hvør
sigur hvat. Endamálið er at
gera vart við sína ónøgd,
men eisini at minnast til
næsta val, hvør førdi hvørji
sjónarmið fram.
Koma hesi uppskotini tí
ígjøgnum, er hugsandi at
serliga
Javnaðarflokkurin
fær eitt skot fyri bógvin frá
pensjónistunum í Føroyum.
Pensjónistarnir kenna seg vanvirdar
- Ideologiskt sæð
skuldi formaðurin í
Javnaðarflokkinum verið tann
seinasti, ein væntaði at síggja
slíkt frá. Fólkapensjónin er
bara lækkað einaferð fyrr,
og tá sat hann eisini fyri
fíggjarmálaráðnum, leggur
Finnur Johansen, formaður
í Havnar Pensjónistafelag,
dent á. Her sæst hann
í Løgtingssalinum, har
pensjonistar í gjár og í dag