fríggjadagur 12. desember 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 • 12. desember 2008
bókablaðið
12
Novemburmorgun
eftir Vidu A. Høj
gaard er eitt saman
sett yrkingasavn
við góðum, poet
iskum myndum og
beinraknum
hugsanum
Ein av yrkingunum í savninum
Novemburmorgun eftir Vidu
Akselsdóttur Højgaard lýsir á
beinraknan hátt stríðið, sum
kann leika á í sinninumm, sum
ein mótsetning millum súgir
í sjónum og hunang í glasi.
Perman á yrkingasavninum er
ein fotomynd av einum landslagi
í rísandi heystsól. Hegnpelar
í forgrundini, myrkt land, ein
fjørður við umhvarvinum av eini
alistøð og eitt blýgrátt skýggj
oman fyri landslagið liggja
líkasum inn yvir ta hunangslittu
(onkur, sum ikki hevur lisið savnið
hevði kanska sagt koparlittu)
og blágráu-gulu luftina. Myndin
hóskar til heitið á bókini og til tað
álvarsama og mangan hugtunga
lagið í savninum. Um myndin
hevur ein farra av onkrum lætti-
soppakendum, so fánar hann, tá
myndin verður hildin saman við
innihaldinum í bókini. Yrkingarnar
eru skiftar sundur í tríggjar partar:
Novemburmorgun, Skuggabreyt
og Lívsdansur – og viðgera lívsins
ljósu og myrku síður.
Y
rkingarnar í teimum báðum
fyrstu pørtunum eru fríar
yrkingar, prosayrkingar, sum
eru bornar av stavrímum og
innrímum:
Í nátt var eg
í urtagarðinum Eden
har maður og kvinna í upphavi
lutaðu himmalin ímillum sín.
Myndirnar eru ofta sum í hesum
dømi settar saman av onkrum
kendum t.d. úr Bíbliuni, sum
síðani verður loyst sundur í
reglunum, sum koma aftaná: "og
eg át av fruktunum/ óspiltar/
hóast syndafallið". Nakað
sama sundurloysing av kendari
hugmynd er at finna í "Óttans
hav", sum er ein tann mest
spennandi yrkingin í savninum, og
sum er eitt dømi um, hvussu væl
Vida Akselsdóttir Højgaard kann
seta yrkingar sínar saman.:
Tú sigur
at eg skal ikki óttast
at eg átti at hvílt
tí at Gud er
men tú kennir ikki
súgin
niðast við svørtu klettarnar
sum svevur og vaknar
eftir egnum tykki
tíni vøtn eru kvirr
sum hunangur í glasi
bera teg uppi
allan sólarringin
Eftir staðfestingina av hvør ið
talar, kemur tað sagda fram í
tveimum javnsettum reglum:
skaldið "skal" og "átti". Síðani
kemur orsakasambindingarorðið
"tí", og tann avgjørda staðfesting
av, at "Gud er" – sum um tað er
ein sannroynd, sum ikki krevur
nærri frágreiðing.
Sambindingarorð sum "tí, men",
"og, ella", sum ávikavist seta í
mun til og reksa upp, koma heilt
ofta fyri í savninum, og tey vísa
til tað ta leiting, sum fer fram í
yrkingunum. Yrkjarar, sum vilja
leggja sum mest til lesararnar at
skapa samanhang, høvdu kanska
lagt summi av hesum sambind-
ingarorðum burturúr. Hjá Vidu
eru tey við til at gera yrkingarnar
lættar at lesa. Hinvegin krevja
yrkingarnar, at lesarin greinar tær
fyri at finna, hvar setningar enda
og skifta, tí eingi tekn eru og bara
fyrsta orðið í yrkingunum er við
stórum.
Y
rkingin "Einsemi" er
somuleiðis áhugaverd og
eyðkend fyri yrkingalagið í
savninum. Hon leggur fyri við
at staðfesta tað, sum "Tey
siga". Talan er tó ikki um bý- og
bygdaslatur, men um eitt sitat
eftir enska barokkskaldið John
Donne úr Meditations XVII, 1624:
"No man is an island; entire of
itself;" – eingin menniskja er
ein oyggj fullkomiliga fyri seg,
og Donne heldur fram: ein og
hvør menniskja er partur av
meginlandinum. Hesa hugsan
setur yrkingin upp í móti
sálarligum einsemi, sum tey
flestu munnu kenna, og lýsir
beinrakið og knapt lívið sum eina
"oyðimarkarferð/ har eingin er at
taka viðførið".
Viðhvørt verður kanska gjørt
nakað nógv av. "Andvekur" er ein
frálík yrking, sum lýsir svøvnloysi
sum óbodnar gestir. Men tað
kennist óneyðugt at skoyta uppí,
at skaldið hevur biðið teir halda
sær burtur. Beinrakna lýsingin
av hesum óbodnu gestum býr í
"andaleypinum (...) tá dagsins
meldur/ ikki longur/ verjir móti
innrás".
Hetta eru ikki lýti og als einki
ímóti dygdunum í savninum,
sum er eyðkent av rámandi,
ótilgjørdum myndamáli.
T
ilburðaryrkingarnar eru
um ta stóru ódnina í 1988,
syndarligu flogvanlukkuna á Stord
og um tá ein dóttir eigur. Saman
við yrkingini "At vera foreldur"
eru hesar yrkingar á heilt aðrari
breyt – tær eru sannar, men ikki
yrkingar á sama stigi sum hinar.
Yrkingarnar í tí seinasta
partinum hava heitið "Lívsdansur
– blandaðar rímur". Tær bera upp
á rím, hava í støðum heldur nógv
stavrím, og her byrjar hvørt ørindi
við stórum og hava kommu. Tær
tykjast yrktar til løg – ella kunnu
lættliga fáa løg. Eitt nú hevði
seinasta yrkingin, sum er andalig
uttan at nevna Várharra, hóskað
millum sangirnar um mannalívið
í Songbók Føroya fólks, um hon
fekk eitt gott lag.
Súgurin og hunangurin
Yrkingasavnið »Novemburmorgun« er eyðkent av rámandi, ótilgjørdum myndamáli
Ummæli
MalanMarners-
dóttir