Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 240 - 12. desember 2008 26. novembur skriv­ aði Sosialurin um, at nøkur valevnir kendu seg forðaði at stilla upp í Kvívík. Tey høvdu sent kæru til Innlendismálaráðið, har tey greiddu frá, at lógin ikki var fylgd til kommunuvalið. Nú er komið fram, at listin er kliptur og klistraður, og tað er ikki at fylgja lógini um uppstilling Kommunuval Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Stóri atkvøðuslúkurin til kommunvalið í Kvívík, er ikki kend fyri at bakka fyri nøkrum, og í Sosialinum tann. 26. novembur, greiddi hon, saman við einum øðr­ um valevni, Tórarinn Didrik­ sen, frá, at alt ikki fór fram, sum tað átti, tann dagin listar­ nir til kommunuvalið skuldu latast inn. Og er tað rætt, at listin, Kvíkslistin, sum listi a, eisini var nevndur, er kliptur og klistraður, so er okkurt, ið ikki er fari rætt fram. Tað er valnevndin, ið skal góðkenna listarnar, men sambært Hilm­ ari Høgenni, í innlendismála­ ráðnum, fær tað ongar avleið­ ingar fyri valnevndina, um tey hava góðkent ein vallista, sum í veruleikanum ikki skuldi góðkennast. Dagurin var 21. oktobur. Ógreitt er, hvussu dagurin fór fram, tí Heini Holm, ið er fyrrverandi borgarstjóri og stillari til valið, greiðir frá einari søgu, meðan Soffi Egholm og Tórarinn Didrik­ sen greiða frá einari aðrari, ið als ikki líkist. Vildu forða okkum Sambært Soffi Egholm og Tórarinn Didriksen, var ein av vallistunum tikin úr hús­ unum hjá Soffi Egholm, meðan hon var til staðar, men ikki legði tað til merk­ is. Eisini greiða tey frá, at fleiri fólk ikki hava vitað, hvat tað var fyri listi tey skrivaðu undir uppá. Tíðar­ festingarnar á degnum eru eisini rímiliga fløkjasligar, men heilt víst, er, at tað ikki var ætlanin hjá Heina Holm, at Tórarin Didriksen, skuldi standa á listanum, ið Heini Holm, sigur seg standa fyri. Úrslitið av hesum gjørdist, at tey, sum at enda mannaðu listan, har Soffi Egholm og Tórarinn Didriksen vóru á, fingu veruligan skund, tí tey ikki vóru greið yvir, at tað vóru tveir listar. Her fara frágreiðingarnar hjá Heina Holm og Soffi Egholm aftur burturfrá hvørjari aðrari, tí sambært Soffi Egholm, var tað av tilvild, at hon fann útav, at tey ikki vóru á nøkrum lista, meðan tað sambært Heina Holm, var hann sjálvur, ið ringdi til Soffi Egholm, og greiddi frá, at hann ikki vildi hava Tórar­ inn Didriksen á listanum, og so mátti hon sjálv um, hvat hon gjørdi. Tórarinn Didriksen skuldi so ikki vera á listanum. Sambært tí, Magnus Svart­ hamar, ið var á listanum saman við Soffi Egholm og Tórarinn Didriksen, greiddi frá í Sosialinum 26. nov­ embur, var tað ikki soleiðis, at tey øll vóru noydd av listanum, men at tey skiftu lista, tí tey ikki kundu ganga við til, at Tórarinn Didriksen var grýttur av listanum. Helt tað var ein listi Tann 26. Novembur, greiddi Óli Hans Olsen frá, at hann hevði fingið at vita, at tað bert var ein listi, at Tórarinn Didriksen ikki stillaði upp, og at tann listin, sum hann skrivaði undir uppá, at hann vildi vera við á, var einasti listin, sum var. Hann greiddi eisini frá, at einasta orsøkin til, at hann játtaði at vera á listanum, var, at hann helt, at ongin av Válinum stillaði upp. ­ Eg fekk at vita, at tað bara var ein listi. Eg haldi eg var seinastur at koma upp á listan, og eg fekk at vita, at Soffi Egholm var á listanum. Hinvegin kannaði eg ikki listan, tá eg fekk hann í hond­ ina, so tað kann gott vera, at eg ikki havi kannað støðuna nóg væl, tá eg skrivaði undir, segði Óli Hans Olsen, tann. 26. novembur. Onki var galið Sambært Anni Isaksen, ið eisini var stillað upp til kommunuvalið, men á list­ anum, sum Heini Holm var við til at gera, er onki skeivt fari fram til kommunuvalið. Sum skilst hevði hon meira við vallistan at gera enn flestu av valevnunum. ­ Um fólk ikki vóru klár yvir, at tað vóru tveir listar, so pella tey, sigur Anni Isaksen. Hon metir eisini, at hon skal lata Soffi Egholm siga sína søgu, tí fólk eru helst greið yvir, hvat er satt og ikki í málinum. Meira vildi Anni Isaksen ikki siga, og vísti til Heina Holm, fyrrverandi borgarstjóra, sum eisini var stillari á tí listanum, sum Soffi Egholm ikki var á at enda. Heini Holm var hvørki at finna uppi ella niðri tann. 26. novembur, men nakrar dagar seinni vildi Heini Holm greiða frá sínum sjónarhorni. Stillararnir eiga listan Heini Holm avsannaði øll­ um ákærum, tá hann mána­ dagin 1. desembur vildi greiða frá sínari søgu. ­ Tað eru stillararnir, ið eiga listan. Tað eina valevni kundi eg ikki góðtaka, og tí vildi eg ikki vera við til end­ ans, og vit blivu samd um at hava tveir listar, á sama hátt, sum mann altíð hevur gjørt í Kvívíkar kommunu, fortaldi Heini Holm, tann 1. desembur. Hann er eisini fullvísur í, at onki skeivt fór fram, tá listarnir skuldu lat­ ast inn, tann 21. oktobur. Í blaðnum 1. desembur greiddi Heini Holm eisini frá, at hann ikki ynskti, at hendan søgan bleiv til nakað blaðstríð. ­ Eg tók ikki telefonina hin dagin, tí eg visti, hvat tað var um, og eg haldi, at bygdar­ fólkið veit hvat er satt og ikki. Tað var ikki tí eg var bangin fyri at tosa um tingini, segði Heini Holm. Hann greiddi eisini frá, at hann helt tað vera løgi, at øll fýra fólkini á hinum listanum sótu í sama rúmið tá tað var endaliga avgjørt at hava tveir listar, tí hann heldur tað vísa, hvussu áhugaði tey vóru í einum felagslista. Góðkendir listar Báðir listarnir komu inn áðr­ enn seinastu freist, og hetta váttaði Tummas Marni Joen­ sen, í blaðnum 26. novem­ bur. Í samrøðuni tá, greiddi hann eisini frá, at listarnir vóru góðkendir á valnevnd­ arfundi, tí teir luku øll krøv. Um innlendismálaráðið avger, at geva Soffi Egholm viðhald í kæruni, so er tað valnevndin, ið hevur gjørt okkurt skeivt. Fær kæran viðhald í innlendismálaráð­ num, so verður umval, og sitandi kommunustýri held­ ur fram til umvalið hevur verið. Kliptur og klistraður vallisti í Kvívík Appendix 1: Valevnislisti til kommunuvalið í Kvívíkar kommunu tann 11. november 2008 Navn Starv Bústaði Føðingardegi Unni Joensen námsfrøðingur Frammi í Gerði 15 031063 _________________________________ Kvívík Martin Petersen gartnari Frammi í Gerði 13 110360 __________________________________ Kvívík Dánjal Petur Muller timburmaður Frammi í Gerði 10 290759 __________________________________ Kvívík Jón Thomasen virkiseigari Frammi í Gerði 14 310571 __________________________________ Kvívík Ann Vilhelmsdóttir salgsass. á Heygnum 19 100659 __________________________________ Kvívík Anni Isaksen bankastøðingur Víkarvegur 60 261176 __________________________________ Kvívík Reidun Magnussen heilsuhjálpari Ovaravegur 9 150872 __________________________________ Leynar Magnus Svarthamar bóndi á Skælingi 11 180585 __________________________________ Skælingur Soffi Egholm psykoterapeut Leynarvegur 27 111142 __________________________________ Leynar Óla Hans Fróði stýrimaður Krókavegur 6 230471 __________________________________ Válur Tórarinn Didriksen maskinmeistari Krókavegur 11 290566 __________________________________ Válur Tjóðveldi vil strika rentustuðul til partabrøv 1. viðgerð verður í dag av einum lógaruppskoti frá Tjóðveldi um at strika tann serliga landskassastuðulin til lán, sum undanfarna ABC­samgonga setti í verk í 2006. Hendan lógarbroytingin gevur serligan rentufrádrátt, um privatfólk lána pengar at keypa partabrøv fyri. Fyri landskassan hevur hetta kostað omanfyri 10 mió. árliga í í 2007. ­ Landið hevur við hesum eggjað privatfólki at taka lán til at keypa partabrøv, sum nú hava mist sítt virði og mugu realiserast við tapi ­ og fólk sita eftir við rokningini fyri eitt lán, sigur Tjóðveldi. Út við Paul Watson Í Kanada eru mong í øðini um, at tann kendi umhvørvismaðurin Paul Watson hevur kallað veiðimenninar har norðuri í Kanada fyri „samvitskuleysar djevlar“, og at teirra hjørtu eru „so myrk sum tað niðasta í helheimi“. Mary Simmons, sum er forkvinna í tí kanadiska inuittafelagsskapinum hevur mælt felagsskapinum Sea Shepherd til at koyra Paul Watson úr formansstarvinum í felagnum. Hon er ikki einsamøll um ta áskoðanina, tí sambært KNR hava tveir kanadiskir ráðharrar boðað frá, at teir taka undir við tilmæli hennara. Upprunavallisti Fýra nøvn eru klipt hesum val­ listanum í Kvívík. Sambært Soffi Eg­holm, hevur hon g­jørt hann, og­ síðani hava onnur klipt hana, Tórarinn Didriksen og­ tvey onnur valevnir av listanum, samstundis, sum navnið hjá Óla Hans Olsen er rættað. Hetta kundi bent á, at fram til eitt ávíst tíðspunkt, var bert talan um ein lista í Kvívik. Hilmar Høg­enni vil ikki lýsa konkreta málið, tí tað er til viðg­erar í innlendismálaráðnum Listin eftir, at hann er kliptur og­ klistraður