fríggjadagur 12. desember 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 240 - 12. desember 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Smáligur
almannapolitikkur
Tað er vælskiljandi, tá andstøðan á tingi tekur
harðliga til orðana í sambandi við fyrstu kreppu-
tiltøkini hjá ABC samgonguni. Hesi tiltøk eru sum
so ofta í krepputíðum vend móti teimum veikastu í
samfelagnum. Nú skal táttast í og farið verður eftir
pensionistunum fyri at skerja almennu útreiðslur-
nar við umleið 20 milliónum. Talan er um at broyta
nakrar almannalógir, løgtingslóg um umsorganar-
arbeiði, løgtingslóg um almannapensjónir og
løgtingslóg um áseting og javning av almanna-
veitingum. Her er við øðrum orðum talan um
tríggjar tær mest týðandi almannalógirnar.
Tað hevur við verið ført fram, at her er bert
talan um smærri upphæddir hjá tí einstaka
pensionistinum, sum illa nokk fara at merkjast í
gerandisdegnum. Tey, sum tala soleiðis, vita lítið
um gerandisdagin hjá einum føroyskum pensionisti.
Í áratíggjur hevur nú verið talað og skrivað um
eina nútimansgerð av pensiónskipanini, men at
kalla einki er hent. Vit hava fingið eina súmbolska
hækking av samhaldsfasta, sum als ikki uppvegar
tær príshækkingar, sum hava verið seinastu árini.
Hetta mál snýr seg kanska ikki so nógv um sjálvar
upphæddirnar men heldur um tann grundleggjandi
hugburð, sum er aftan fyri slík uppskot sum hesi.
Tað tykist, sum kreppan er komin púrasta óvart
á ABC samgonguna, hóast vit her í blaðnum eins
og útlendsku sjónvarpsræsurnar í meira enn eitt
ár hava borið tíðindi um tey alt meira týðuligu
krepputekini, sum hava verið at hóma. Tá so
samgongan raknar við, so tykist, sum hon reagerar
í panikki uttan umhugsan. Tað tykist, sum tað í
føroyskum politikki bert finst eitt svar til eina trupla
fíggjar- og búskaparstøðu og tað er at tátta í. Hetta
verður gjørt hvørja ferð tað dregur á luftina, hóast
torført er at síggja, hvussu slík tiltøk skulu hjálpa
annað enn at vísa, at ein so sanniliga er til reiðar at
spara, so tað merkist.
Ætlaðu sparingarnar hava verið fyri hvøssum
atfinningum frá Landsfelagnum og frá eitt nú
Samtaki, ið tykist vera einasti stovnur, sum hugsar
um okkara pensionistar, men tey tykjast tala
fyri deyvum oyrum. Andstøðan og serstakliga
formaðurin í størsta andstøðuflokkinum,
Høgni Hoydal fanst í Rás 2 eisini hvassliga at
framferðarháttinum í hesum máli. Uppskotini hava
ikki verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum og
myndugleikum, og uppskotini verða skrumblað
ígjøgnum Løgtingið við at vikið verður frá vanligum
galdandi tíðarfreistum. Tíðarfreistirnir eru fyri at
tryggja, at eitt mál fær gjølla viðgerð og at alt
verður eftirkannað. Tað er margháttligt, at tað skal
vera so umráðandi fyri ABC samgonguna at taka 20
milliónir frá føroyskum pensionistum, at neyðugt er
at víkja frá tíðarfreistunum. Hetta er ómoralskt, og
ABC eigur at taka uppskotini aftur og savna orkuna
um ein miðvísan og vinnurættaðan kreppupolitikk
heldur enn at koma við illa umhugsaðum
lappaloysnum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Tað er uttanfyri alt mark, tá
samgongan viðgerð stór
mál, sum hava týdning fyri
tey veikastu í samfelagn
um, og bert nýtir ein dag til
viðgerðina.
Í løgtinginum í gjár vóru
3 mál, ið raka pensjónistar
og
fyritíðarpensjónistar
meint. Uppskotini eru ikki
send til hoyringar hjá nøkr
um parti, og hartil verður
víkt frá øllum tíðarfreistum
í løgtinginum, so uppskot
ini kunna lýsast í morgin –
12. Desember.
Tað er greitt, at við eini
slíkari tíðarfreist, so eru
stundir ikki at viðgera upp
skotini og avleiðingarnar av
teimum út í æsir, hóast hesi
mál hava stóran týdning
fyri pensjonistar, ið fáa
stuðul til heilivág og fyri
pensjonistar, ið njóta gott
av dagtilhaldunum. Pensjón
istar og fyritíðarpensjónistar
vera eisini fátækari í 2009 í
mun til 2008, tí viðbøturnar
verða einans javnaðar við
3% og ikki 4%. Skuldi
pensjónin og fyrtíðarpen
sjónin staðið mát við stóra
prísvøksturin í 2008, áttu
tær í øllum føri at verið
javnaðar við 6%.
Landsfelag
Pensjónista
og Samtak halda, at arbeiðs
hátturin bæði hjá landsstýri
og løgtingi er ógvuliga
ódámligur, og tað er ikki
sørt av vanvirðing, ið sam
gongan vísir pensjónistum
og
fyritíðarpensjónistum
við hesi viðferð.
Eisini undrast feløgini á, at
sparitiltøk
landsstýrisins
fyrst skulu raka teir veikastu
bólkarnar í samfelagnum.
Tað hevur verið stór
framgongd
í
Føroyum
seinastu árini, men tað eru
verri enn so allir bólkar í
samfelagnum,
ið
hava
fingið lut í framgongdini.
Tað er hugstoytt, at lands
stýrið fyrst leggur eftir pen
sjónistum og fyritíðarpen
sjónistum við at skerja um
sorganararbeiðið, almanna
pensjónir og almannaveit
ingarnar.
Fyri samlaða landsbúskap
in er sparingin 10 mió kr,
hetta
er
í
mun
til
fíggjarlógina ein lítil dropi,
men fyri tey fólk sparingin
rakar
kann
hetta
hava
víðtøknar avleiðingar.
Landsfelag Pensjónista
og Samtak heita fyrst og
fremst á landsstýrið um at
taka hesi uppskot aftur, og í
øðrum lagi á løgtingið at
fella hesi uppskot.
Sparingar raka skeivt
LANdSFELAg
PENSjóNIStA
og SAMtAK
Eitt uppskot um at geva
ókeypis tilboð um kopp
seting móti lívmóðurháls
krabba, liggur í løtuni í Løg
tinginum. Nakað av blað
skriving hevur verið um
uppskotið, og fólk hava víst
á, at vit kunnu ikki lata vera
við at taka undir við tí.
Í nógv ár hevur verið bíð
að eftir einum koppingar
evni ímóti krabbameini og
tá tað fyrsta av slagnum nú
endiliga er komið á markn
aðin, vildi tað verið stórt
spell, um vit, vegna sparing
ar, ikki gjørdu brúk av tí.
Illa fyrireikað uppskot
Nevnda uppskotið er eitt
uppskot til samtyktar, sum
biður løgtingið heita á
landsstýrið, um at gera eitt
nýtt uppskot um neyðugar
lógarbroytingar, sum skulu
gera tað møguligt at geva
ungum gentum tilboð um
ókeypis koppseting móti
lívmóðurhálskrabba.
Men hvørjar lógarbroyt
ingar skal landsstýrið gera?
Tað finst eingin lóg, sum
forðar fyri ókeypis kopp
seting móti lívmóðurháls
krabba. Tað einasta sum
skal til, er ein játtan á fíggj
arlógini, og ein kunngerð
frá landsstýrismanninum.
Tí gevur tað onga meining
at løgtingið samtykkir at
heita á landsstýrið, um at
gera neyðugar lógarbroyt
ingar tá ongar lógarbroyt
ingar eru neyðugar.
Tað sum skal til, er ein
játtan á fíggjarlógini, og
hana kunnu vit fáa til vega,
tá fíggjarlógin kemur til
aðru ella triðju viðgerð.
Men aftur her: Tað mangla
pengar, millum annað tí at
tríggjar milliardir eru
tveittar burtur. Tað skuldi
gera føroyingar meira
frælsar. Hvar er nú hatta
frælsið?
Koppingarevni móti krabbameini
HELgI
ABRAHAMSEN
Eg havi fyrr, í lesarabrævi
her í blaðnum, mælt til at
Koltur verður friðað fyri
seyð og húsdjór annars.
Hetta hevur ikki
eydnast, serliga tí, at
festari var harúti, men nú
er so tað hent, at verandi
festari fer í annað starv
og hevur, sambært
fjølmiðlunum, sagt garðin
frá sær.
Nú er tí lagamanni at
seta nevndu friðing í
verk.
Eg fari tí, at heita á
landsstýrismannin í
búnaðarmálum at taka
hetta mál upp beinan
vegin. Eitt mál, ið vil
verða til stórt gagn fyri
allari gransking í
Føroyum innan plantu og
fuglalív, jarðarslit v.m.
Gerið nú nakað við
hetta!
Friðing av Koltri
smittun@email.fo
SÍMUN
MIttÚN