fríggjadagur 12. desember 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 • 12. desember 2008
bókablaðið
14
Eg havi grundað nógv á, júst
hvat tað er við nýggju bókini
hjá Martin Krasnik, sum er
so bergtakandi. Danski USA-
korrespondenturin, hvørs
journalistisku dygdir hava verið
sjónligar í Weekendavísini í mong
ár, og sum nú hevur givið út sína
næstu bók út við heitinum Min
amerikanske drøm – på jagt efter
stjernerne.
Í trý ár hevur Krasnik jagstrað
créme de la créme í amerikanska
bókmentaheiminum, og hóast
bókin er býtt sundur í átjan sam-
røður, sum hava verið prentaðar
í Weekendavísini, megnar
høvundurin í nýggju bókini at gera
eina samanhangandi frásøgn
um alt frá politikki, valdi og
bókmentum til sex, religión, sjúku
og deyða.
Aðalevnini eru við øðrum
orðum eins samansett og tað
samfelag, Krasnik eygleiðir. Men
snúningsdepilin er hugmyndin um
tann amerikanska dreymin; hvat
tað merkir at vera amerikanari
í dag; og hvørjar mentanarligar
rembingar fara ígjøgnum “The
Land of Freedom” í hesum
tíðum – ikki minst í ljósinum av
amerikanska forsetavalinum og
semireligiøsa ovursinninum kring
komandi forsetan Barack Obama.
M
illum bleiktrandi stjørnurnar
á amerikanska stjørnu-
himmalinum, Krasnik hevur
samrøðu við, eru feministiska
drotningin Erica Jong, islam-
kritikkarin Salman Rushdie,
uttanríkispolitisku serfrøðingarnir
Francis Fukuyama og Robert
Kagan, ateistisku bestseljararnir
Sam Harris og Christopher
Hitchens, skaldsøgurithøvundarnir
Joan Didion og Philip Roth
og provokerandi samfelags-
viðmerkjararnir Ann Coulter
og Arianna Huffington – tann
fyrra er neokonservativa svarið
uppá Michael Moore, og tann
seinna er redaktørur á størstu
amerikansku internetavísini, The
Huffington Post.
Krasnik ferðast støðugt mill-
um tað samfelagsliga og tað
individuella, tað politiska og
tað eksistentiella. Bókin er eitt
portrett av USA, men hon er
eins nógv eitt portrett av teimum
persónum, Krasnik samtalar við,
eins og hon er eitt portrett av
høvundanum sjálvum. Og Krasnik
tvingar tey allar flestu til at
svara teimum mest persónligu
spurningunum: Ert tú bangin fyri
at doyggja? Ert tú religiøs/ur? Ert
tú nøgd/ur við títt lív? Hvat kundi
tú hugsað tær øðrvísi? Hvør er tín
innasti longsul?
E
itt fyribils svar uppá
spurningin um, hví ein flýgur
ígjøgnum bókina og næstan
harmast um, at hendingaríka
ferðin longu eru liðug á síðu 271,
er, at Krasnik hevur frálík evni
til at nýta seg sjálvan aktivt og
er ikki bangin fyri at leggja seg
skerflatan fyri lesaranum, bæði
í teimum átjan samrøðunum við
nøkur av heimsins mest gávuríku
menniskjum, sum borðreiða við
eini perlurøð av lívsvísdómi,
men ikki minst við egnum
hugleiðingum um seg sjálvan
og sínar skuggasíður: Tann
óstýriligi tostin eftir tí mótsatta
kyninum. Ótroyttiliga rastloysið,
sum endaði við eini depressión
og viðgerð. Deyðsóttin, sum
hevur verið ein gerandisligur
fylgisveinur, síðani Krasnik sum
25 ára gamal fekk staðfest
krabbamein í arminum og fekk at
vita, at hann fór at missa armin
og helst eisini lívið. Ambivalentu
viðurskiftini við pápan, sum hann
elskar yvir alt, men sum hann er
so grundleggjandi ósamdur við.
Og fløkta forholdið til jødiska
samleikan.
Hetta skapar ein djúpan intimi-
tet millum lesara og høvund, sum
er eyðkendur av einum brúsandi
lívshugi, bláoygdum forvitni
og trongdini eftir at sleppa at
uppliva ALT, sum hesin heimurin
hevur at bjóða. Ein kapprenning
við lívsins tímaglas og ein kvøl,
tá hetta fjarar skjótari, enn vit
brýggja okkum um.
T
að er týðiligt, at Krasnik hevur
givið út bókina í ljósinum av
amerikanska forsetavalinum, og
sjálvur fær hann gásahold av
talunum hjá komandi forsetanum
Barack Obama. Sambært
høvundanum hevur hesin maðurin
úr Indonesia, Kenja, Hawaii,
Chicago – ella hvaðani hann nú
er ættaður – megnað at pístra
nýtt lív í hugmyndina um tann
amerikanska dreymin. Dreymurin
um ein felagsskap, sum
transenderar tað fjølbroytnið og
teir mótsetningar, sum eyðkenna
amerikanska samfelagið.
Dreymurin um, at øll menniskju
skulu hava ein møguleika. Og
sambært Krasnik er USA einasta
landið í vesturheiminum, sum er
búgvið til at útnevna ein persón
frá einum etniskum minniluta til
landsins hægsta embæti.
U
m trívast skal í onkrar
atfinningar, er til dømis ilt at
skilja, hvussu ein bók um USA,
sum eisini strembar eftir at hava
eitt søguligt baksýni, hevur so
avmarkað fokus á kristindómin
og tann leiklut, hann hevur í
amerikanskari søgu og ikki minst
samtíð, líka frá teimum fyrstu
amerikansku búsetingunum,
sum flýddu undan blóðigari
religiónsforfylging í Evropa og
gjørdu trúarfrælsið til landsins
mest heilagu meginreglu, til
“the Christian Right” rørsluna,
sum hevur havt so ómetaligt
vald í republikanska flokkinum
síðani Reagan og áttatiárini.
Einasta undantakið er samrøðan
við tann intellektuella katólska
prestin George Weigel, meðan
tvey kapittul eru sett av til
ateistiskan religiónskritikk við
Sam Harris og Christopher
Hitchens. Um hugsað verður
um, hvussu ómetaligan týdning
átrúnaður hevur í USA, og hvussu
syndarliga fáir amerikanarar kalla
seg gudloysingar, endurspeglar
hendan raðfestingin ikki USA.
Og hetta hongur saman við
atfinning nummar tvey, sum er,
at Martin Krasnik næstan ikki fer
út um sekulariseraðu og liberalu
háborgina New York. Flestu
persónarnir í bókini eru børn av
hesum býi, sum møguliga er tann
mest evropeiski í øllum USA,
og tí er talan ikki um eitt serliga
umboðandi persónsgallarí.
Men tað veit Krasnik væl av
og skal vera so ríkiliga fyrigivin,
tí Min amerikanske drøm er
ein orkurík uppliving og kann
viðmælast øllum, sum hava
Í hølunum á USA og lívinum
Ummæli
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Hvat fært tú, um tú blandar átjan stjørnu
rithøvundar, ein væl upplagdan
korrespondent og USA?
Svarið er nýggja bókin hjá
Martin Krasnik, Min ameri
kanske drøm. Ein sam
felagslýsing av USA við
eini sterkari eksistenti
ellari dimensjón, sum snýr
seg um alt frá politikki,
bókmentum og sex til
religión, sjúku og deyða
Islam-kritikkarin Salman Rushdie og feministurin Erica Jong eru tveir av teimum átjan
rithøvundunum í nýggju bókini hjá danska USA-korrespondentinum Martin Krasnik. Ein
samfelagslýsing av USA við eini sterkari persónligari dimensjón