fríggjadagur 12. desember 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 240 - 12. desember 2008
Framleiðslan av aldum
laksi og sílum fyri
allar Føroyar kemur
upp á umleið 41.000
tons í ár við einum
útflutningsvirði upp
á millum 900 mill.
kr. til eina milliard.
Hetta svarar til umleið
25 % av samlaða
útflutninginum og
er á sama støði sum
tey góðu árini 2001
til 2003. Í fjør útfluttu
vit góð 21.000 tons
fyri knappar 600 mill.
kr., so her er ein stór
framgongd. Eisini
sær 2009 hampuligt
út. Positiv tekin eru á
amerikanska markn
aðinum.Bera vit
okkum rætt at, skuldi
alingin kunnað givið
eitt rímuligt 2009
sigur Óli Hansen, stjóri
á kryvjivirkinum Luna
í Sørvági
AlivinnAn
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Á kryvjivirkinum hjá Luna í
Sørvági hevur verið arbeitt
nærum hvønn dag, síðani
virkið varð tikið í brúk í
seinnu helvt av august í ár.
Luna byrjaði at kryvja í Sør
vági í 2007 í gamla bygn
inginum hjá Sørvágs Laks,
og í summar fluttu teir
kryvjingina út í fyrrverandi
saltfiskabygningin hjá flaka
virkinum í Sørvági longur
úti á keiuni. Innrætting og
framleiðslugongd var til
rættisløgd í samarbeiði við
NOMATEK, sum hevur
framleitt og uppsett ein
stóran part av útgerðini.
Óli Hansen, stjóri á
kryvjivirkinum, letur væl at
nýggja
virkinum.
Teir
høvdu lagt eina stramma
tíðarætlan, sum helt. Teir
byrjaðu í august, og síðani
varð virkið ikki steðgað
aftur. Innkoyring og til
lagingar vóru gjørdar so
hvørt. Virkið kryvur og
pakkar 30 tons í einum
skifti, sum er gott við einari
kryvjimaskinu. Teir kunnu
nærum
tvífalda
fram
leiðsluorkuna við at seta
eina maskinu inn afturat,
um tørvur verður á tí. Ein
stórur fyrimunur hevur tað
verið, at Luna beinanvegin
gjørdi íløgur í automatiska
kassaføðing frá Nomatek,
við møguleika fyri auto
matiskt at pakka í flog
pakning. Hetta hevur gjørt,
at teir hava kunnað útflutt
ein rættuliga stóran part,
um 3040 %, til USA. Á
Luna rokna teir við at
kryvja 5000 tons komandi
ár. Á Luna arbeiða 22 fólk,
íroknað tríggir blóðgarar.
Óli Hansen metir, at
samlaða framleiðslan av
laksi og sílum fyri allar
Føroyar kemur upp á umleið
41.000 tons í ár við einum
samlaðum útflutningsvirði
í 2008 upp á millum 900
mill. kr. til eina milliard.
Hetta svarar til umleið 25
% av samlaða útflutningi
num og er á sama støði sum
tey góðu árini 2001 til
2003. Í fjør útfluttu vit gott
21.000 tons fyri knappar
600 mill. kr., so her er ein
stór framgongd.
Fíggjarkreppan og
útlitini fyri 2009
Fíggjarkreppan hevur havt
stóra
ávirkan
á
laksa
marknaðin. Okkara høvuðs
marknaður
er
EU,
og
prísurin liggur í løtuni á
gott 20 kr/kg, sum er ájavnt
framleiðslukostnaðin,
so
beint nú liggur einki eftir.
Kundarnir eru færri, og teir
hava nógv minni keypiorku.
Í løtuni eru tað bert royki
virki og portiónsvirki, sum
keypa laks, og tey keypa
minni nøgdir í senn. Fersk
fiskamarknaðurin, har ser
liga Boulogne í Fraklandi
hevur verið ein stórur
marknaður,
er
næstan
minkaður niður í einki.
Í løtuni er laksurin í Før
oyum sera stórur, ein stórur
partur vigar yvir 6 kg. Tann
stóri marknaðurin í Europa
er fyri laks í støddini 35
kg, meðan marknaðurin
fyri stórum laksi er minni
og harvið meira viðbrekin.
Hann verður skjótari mett
aður.
Harafturímóti
vil
USA bara hava stóran laks.
Óli Hansen metir, at
útlitini fyri 2009 eru hampu
lig og út frá tí, sum gongur
í sjónum, kemur nøgdin at
verða umleið tann sama
sum í ár. Teir stóru á
marknaðinum í Europa eru
Norra við umleið 700.000
tonsum, Skotland umleið
200.000
tons,
Føroyar
40.000 tons og írar við um
leið 20.000 tonsum. Fram
leiðslan í Norra sær út til at
vaksa við eini 1015 %.
Tað, saman við, at norska
krónan er fallin, kann koma
at trýsta prísin á marknað
inum. Men hinvegin hava
føroyingar
nakrar
aðrar
framleiðslufyrimunir.
Vit
hava ongar sjúkur at stríðast
við, laksurin veksur heldur
skjótari í Føroyum enn í
Norra, og okkara vitan og
serkunnleiki um aling er á
einum høgum støði. Fellið,
t.v.s. tann parturin, sum
doyr burtur av í sjónum,
liggur hjá norðmonnum
um eini 1015 %, meðan
okkara felli liggur um 5 %.
Ein fjørður, eitt
ættarlið
Laksurin, sum nú verður
kruvdur á Luna, er klaktur
um heystið í 2006 og
koyrdur á sjógv sum smolt
síðst í juni 2007 við eini
miðalvekt upp á umleið 50
g. Nú 1718 mánaðir seinni
vigar hann 6 kg. T.v.s saml
aða framleiðslutíðin liggur
um gott 2 ár.
Alt smoltið er í dag
vaksinerað móti ILA. Og
allir alarar í Føroyum hava í
dag minst 3 økir at ala á.
Tað er bert loyvt at ala eitt
ættarlið á hvørjum firði. Tá
ið ein fjørður er liðugur at
taka, skal øll útgerðin takast
upp og reinsast, og fjørðurin
skal liggja í frið í minst 2
mánaðir,
áðrenn
nakað
verður sett út aftur.
Norðmenn hava nakað av
ILA. Teir eru fyrst nú
byrjaðir at vaksinera móti
ILA, og teir stríðast nógv
við eina sjúku, sum nevnist
PD (sjúku í búkspýttkert
linum). Á amerikanska
marknaðinum er Kili ein
kappingarneyti, men teir
eru sera hart raktir av sjúku,
og framleiðslan er minkað
niður í næstan einki.
So alt í alt metir Óli Han
sen, at 2009 sær hampuligt
út. Positiv tekin eru á
amerikanska marknaðinum.
Bera vit okkum rætt at,
skuldi alingin kunnað givið
eitt rímuligt 2009.
Jákup Magnussen, stjóri á NOMATEK, sum hevur úr at gera
við at lata føroyskum alivirkjum góða og nútímans útgerð. Her
við siðuna av automatisku kassaføðingini frá Nomatek
Á NOMATEK hevur
nógv verið at gjørt í
ár innan reinsing av
vatni. Í næstum verða
trý nýggj reinsiverk
tikin í brúk
ReinsAð vAtn
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í Hovi verður eitt nýtt reinsi
verk tikið í nýtslu leygar
dagin. Hetta skal lata vatn
til bygdina og til nýggja
miðnámsskúlan.
Verkið
hevur eina framleiðsluorku
upp á umleið 25 m³/tíma.
Á Strondum verður nýtt
reinsiverk við eini fram
leiðsluorku upp á 75 m³/
tíman tikið í nýtslu í næstu
viku. Í Leynum verður eitt
nýtt reinsiverk við eini
framleiðsluorku upp á 20
m³/tíman eisini tikið í
nýtslu í næstu viku.
Ùtgerðin er framleidd og
uppsett av NOMATEK,
sum nú hevur latið yvir 50
reinsiverk í Føroyum og
Norra.
Reinsiverkini
á
Strondum og í Leynum eru
projekterað av ráðgevingar
fyritøkuni Martin Leo.
Nýggja vatnreinsiverkið í
Hovi, sum verður tikin í
nýtslu í morgin
Fleiri og fleiri føroyingar fáa reinsað vatn
Óli Hansen, stjóri hjá kryvjivirkinum Luna í Sørvági
Gongur væl hjá alvinnuni
Kitty Mai Ellefsen á ting
Fyrrapartin í dag, fríggjadag, kom Kitty May Ellefsen úr
Fólkaflokkinum í Løgtingið fyri Heðin Zachariassen,
løgtingsmann, sum hevur fingið farloyvi frá tingarbeið
inum. Kitty May Ellefsen skal røkja tingsessin fyri Heðin
Zachariassen til tollaksmessudag.
Løgregla sóknast skallutan mann
Hvítusunnumorgun 10. mai í ár bleiv ein 23 ára gamal dani sparkaður og
fekk skaða í andlitið í Steinatúni í Havn. Løgreglan hevur fyri smáum
tveimum sóknast eftir vitnum í málinum, men enn hevur ongin gjørt vart
við seg. Hendingin fór fram við busskýlið í Steinatúni í Havn, har bardagi
stóðst millum ung og danan, sum bleiv sparkaður, meðan hann lá niðri og
fekk mein í andlitið. Í samband við avhoyringar í málinum er komið fram,
at ein skallutur persónur, sum stóð við busskýlið, hjálpti til at steðga
bardaganum. Løgreglan vil tí fegin í samband við hendan persónin ella
onnur, sum vóru á staðnum, tá hendingin fór fram. Ringjast kann á
Politistøðina í Havn á tlf. 351448.