fríggjadagur 12. desember 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 • 12. desember 2008
bókablaðið
15
Bókin Innantanna
Anna og Túsund
beinið Súni er ein
genial barnaskald
søga. Stutt og
stuttlig, men eisini
djúp og gjøgnum
førd
Fyrstu ferð eg møtti hundinum,
Innantanna Annu, og
túsundbeininum Súna var í Mín
Jólabók 2008. Har er ein lítil,
stuttlig jólasøga um tey bæði
og vinir teirra. Hóast hendan
søgan er millum tær frægastu
í jólabókini, so gevur hon ikki
eina rættvísa mynd av bókini
hjá Oddfríða M. Rasmussen við
sama heiti.
Eg og synirnir flentu fleiri ferðir,
meðan vit lósu jólasøguna, men
tað var nógv sum vit ikki skiltu.
Hví æt hundurin Innantanna
Anna, og hví æt søgan Anna og
Súni, tá tað vóru Alvi og Súni,
sum fyltu mest. Har vóru nógvir
leysir endar.
Tá vit so fóru í gongd við
bókina Innantanna Anna og
Túsindbeinið Súni væntaði eg
fleiri stuttligar søgur av sama
slag sum í jólabókini. Tíbetur varð
eg yvirraskað. Bókin er nógvar
ferðir betri enn jólasøgan. Hetta
er ein barnaskaldsøga. Stutt
og stuttlig, men eisini djúp og
gjøgnumførd.
T
ær bestu barnasøgurnar hava
fleiri løg, sum gera at børn
í ymiskum aldrum fáa ymiskt
burturúr. Hetta kann sigast um
søgurnar hjá H. C. Andersen
og Astrid Lindgren, og ið øllum
førum í mínum húsarhaldi, vísti
bókin hjá Oddfríða M. Rasmussen
seg at hava somu dygd.
Eg las søguna fyri 7 og 10 ára
gomlu synunum. Sjey ára gamli
vildi hoyra søguna umaftur, og
honum dámdi best prumpandi
túsundbeinið. Tíggju ára gamli
sonurin fall fyri hundinum Alva
og gekk í fleiri dagar og endurtók
allar sínar setningar tríggjar ferðir
(tí tað ger goyggjandi Alvi).
12 ára gamli sonurin setti
seg í sofuna við bókini og legði
hana ikki frá sær aftur, fyrr enn
bókin var liðug. Honum dámdi
dunnuungan, sum helt seg vera
ein svana, og skilti meira av
søguni um Innantanna Annu .
Sjálv helt eg bókina vera so góða
og stuttliga, at eg mátti lesa
nøkur brot fyri manninum aftur
við morgunmatinum.
S
øgan byrjar í kosmos. Trygga
verðin er lítli garðurin hjá
eigarunum hjá Innantanna Annu.
Ein kona, sum arbeiðir sum
hjálparfólk í einum banka, og
útróðrarmaður hennara, sum altíð
gongur í hvítari, ternutari skjúrtu
og svørtum selum. Vinurin hjá
Innantanna Annu, Túsundbeinið
Súni, býr eisini í lítla garðinum í
einum lítlum húsum, sum líkjast
Annusa húsum, sum líkjast
húsunum hjá eigarunum.
Túsundbeinið Súni er sjálv
støðugur vinnurekandi og
hevur bygt hús sítt við egnum
beinum. Hann er líka illsintur og
ótolin, sum Innantanna Anna er
mild og still. Við øllum sínum
stúlvum, hosum, fløktu beinum
og stinkandi prumpum umboðar
hann kaos, men hann er so lítil, at
verðin koppar ikki av tí.
Veruliga kaosið kemur, tá
Innantanna Anna fær loppukraga
og mál. Tryggi dunnuhylurin
verður órógvaður, vinajavnvágin
millum hund og túsundbein hótt,
og Innantanna Anna ræðist sítt
nýggja snakkidirvi. Tí leita tey
bæði út í stóru vandamiklu verð
at finna ein loysn. Tað skal ikki
avdúkast her, hvussu søgan
endar. Men sjálvandi verður
ruðuleikin fullkomin, áðrenn
friðurin aftur valdar.
B
árður Oskarsson hevur
teknað myndirnar í bókini. Við
bókunum, Beinið og Hundurin,
kettan og músin hevur Bárður
Oskarsson longu prógvað at hann
kann fortelja heilar søgur við
nøkrum fáum strikum. Og heldur
ikki hesu ferð skuffar hann.
Serliga væl eydnað er myndin,
sum lýsir lítla garðin við teim
trimum bilsnu húsinum sum
eina heila verð. Somuleiðis eru
myndirnar av túsundbeininum
Súna og øllum hansara fløkjum
og prumpum genialar. Einasti
persónur, sum eg ikki rættiliga
dugdi at góðtaka, var hundurin
Alvi. Í mínum høvdi er hann ein
lítil stuttbeintur bulldog.
M
yndirnar hjá Bárði
Oskarssyni eru tó
ikki avgerandi fyri søguna.
Persónslýsingarnar í søguni
eru so stuttligar og livandi, at
myndir eru ikki neyðugar. Við
einføldum lýsingum av hvussu
tey síggja út, hvat tey gera, og
hvat tey siga, verða Innantanna
Anna, Túsundbeinið Súni,
hundurin Alvi, kettan Kolbrún
og Tórgrímur Dunnuungi livandi,
trýdimensionellir persónar.
Í dag ber ikki til at siga, at
nakað er “ov føroyskt” uttan
at fáa eitt heilt herlið av
málserfrøðingum at øsa seg, men
eg má viðganga at eg mangan
umorði søgurnar, sum eg lesi
fyri børnunum um kvøldarnar.
Kanska eru tær ikki ov føroyskar,
men nógvar orðingar eru so
gumputungar, at tað næstan er ov
lætt at fáa børnini at sovna.
Soleiðis er ikki við Innantannu
Annu og Túsunbeininum Súna.
Her er málið kent, og torfør
orð fáa snildar frágreiðingar.
Samstundis flýtur bókin yvir við
málsligum spæli. Børn vita at
málið er ein leika, og í Oddfríða
M. Rasmussen hava tey funnið
ein, sum hevur skilt tað sama.
Ummæli
Dorit Hansen
Genial søga um hund
og túsundbein
Børn vita, at málið er nakað man
kann spæla við, og í Oddfríða M.
Rasmussen hava tey funnið ein, sum
hevur skilt tað sama