Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 240 - 12. desember 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Leygardagin 13. desembur eru 75 ár liðin síðani Germ Hansen var borin í heim. Germ er føddur í 1933 og uppvaksin á Toftum, sonur Jensinu og Dánjal Jákup Han­ sen. Pápin var úr Kollafirði og mamman av Toftum. Sjómaðurin Germ var sum flestu før­ oysku dreingir í tí ættar­ liðinum, hann fór tiðliga til skips, og har var hann í meira enn 30 ár. Hann fann sær konu úr Rituvík, Bodil, dóttur Marin, ættað úr Hjøll­ um á Toftum, og Benadiktus Olsen, sum var rituvíks­ maður. Bodil og Germ giftust í 1958, so inniverandi ár er teirra gullbrúdleypsár. Tey eiga fýra børn, Jesmar, sum býr í Sweis, Marin, sum býr í Saltangará, Yngrid, sum býr í Frederikshavn og Benny, búsitandi í Danmark. Barnabørnini eru 8 í tali, og tað níggjunda er beint um næsta hornið. Dótturin Yngrid, og maðurin, Karl Jóhan Østerø, sum er bónda­ sonur av Trøllanesi, eru leið­ arar í Frelsunarherinum í Frederikshavn. Tað hava tey verið seinastu 2­3 árini. Germ vaks upp í einum trúgvandi heimi á Toftum, har hann, saman við foreldr­ unum, kom til møtir og sunnudagsskúla í salinum Nebo, sum júst í hesum døg­ um er seldur, tí samkoman er flutt í nýggjan sal. Í Gamla Nebo hoyrdi hann um frels­ una í Kristusi, og trúði á evangeliið við eini barns­ ligari trúgv. Tá Germ var 25 ára gamal, niðri í lugarinum á einum fiskiskipi undir Íslandi, gekk tað til fulnar upp fyri honum, hvat umvending og frelsa veruliga er. Hann sæt og lurtaði eftir íslenska Ríkisútvarpinum, sum júst tann dagin sendi før­ oyskt møti úr Ebenezer, har Andrew Sloan talaði. Meðni Andrew talaði virkaði orðið eina andaliga endurnýgging hjá Germ, og eftir løtuna í lugarinum upplivdi Germ eina nýggja andaliga tíð í sínum lívi. Síðani tá, hevur Germ altið átt ein vitnisburð um sín Harra og frelsara. Vitapassarin Germ og Bodil fluttu til Dan­ markar í 1983. Tey búðu fyrst eitt ár í Fredericia. Síð­ ani gekk leiðin til Esbjerg í 1984, har hann var við fiski­ skipum í 5 ár. Í 1989 fór Germ í land fyri seinastu ferð, men tó ikki langt frá sjónum. Hann søkti sum vita­ passari á Hirsholmene, ein lítil oyggj eystur úr Fred­ erikshavn, har hann kom at arbeiða í 4 ár, frá 1989 til 1993. Hesi árini búðu tey á Hirsholmene. Tey vóru ikki einsamallir føroyingar á oynni, har búðu tvey onnur føroysk vitapassarahjún, Ragnhild og Jafet Rasmus­ sen, og Begg og Klæmint Nónklett. Germ sigur, at “hetta vóru góð og rík ár á oynni, har tey mangan høvdu vitjan av føroyingum, og fel­ agsskapurin ímillum okkum trý hjúnini var av tí besta.” Í 1993 vóru boð eftir Germ í hinum endanum av landinum, heilt suðuri við Sønderborg. Har høvdu teir tørv á vitapassara til vitan á Kegnæs, og har kom Germ at arbeiða inntil hann fór frá vegna aldur, 69 ára gam­ al, í 2002. Germ sigur um vitapassaraarbeiði: “Ein av høvuðsuppgávunum hjá okkum var at fylgja við all­ ari skipaferðsluni, sum var í farvatninum. Hetta hevði eisini við trygdina at gera og tí vóru vit eisini knýttir til danska hervaldið. Hevði eg vita, at tað var eitt so gott arbeiði, so hevði eg ver­ ið farin inn í tað í nógv yngri árum.” Bodil og Germ hava búð í Sønderborg síðani 1993 og har búgva tey enn og trív­ ast ómetaliga væl ímillum nógv góð vinfólk. Ímillum teirra góðu vinir eru Íslensku hjúnini Anna og Gardar Ragnarson, sum fyri mongum árum síðani vóru fyristøðufólk í hvítusunnu­ samkomuni í Evangelihús­ inum í Havn. Bodil og Germ hava eina rúmliga og hugnaliga íbúð í vøkrum umhvørvi, har mangir før­ oyingar hava vitjað og notið nógvan blíðskap. Pensjonisturin Germ hevur ikki verið arbeiðsleysur, síðani hann fór frá sum vitapassari. Hann hevur verið virksamur í anda­ liga arbeiðinum í Sønderborg og í økinum kring býin. M.a. er hann limur í Gideon fel­ agsskapinum, hvørs endamál er at leggja bíbliur inn á sjúkrahús, skúlar og hotellir. Eisini hava Germ og Bodil verið virkin í føroysku møt­ unum í Sønderborg saman við Levi og Grethu Joensen av Malta. Hesi møtini hava verið hildin einaferð um mán­ aðin í mong ár, og Bodil og Germ hava øll hesi árini havt ábyrgdina av at klárgera hølini, sum eru í einum skúla­ heimi, har fleiri føroyingar búgva á hvørjum ári, sum lesa á handilsskúlanum í býn­ um. Hvønn mánaða vitjar Germ millum 70 og 80 før­ oyskar adressur í Sønderborg við eini innbjóðing til møti, sum hann sjálvur skrivar og printar út. Sama leygardag, sum føð­ ingardagurin er, verður føroyskt møti í Sønderborg, og Germ hevur ikki ætla sær at vera heima hetta kvøldið, men verður við á møtinum, og har eru øll vælkomin at heilsa upp á føðingardags­ barnið við einum drekka­ munni eftir møtið, sum verður kl.19.00 á adressuni: Skolehjemmet, Sønderlande­ vej 28, Sønderborg. Vit ynskja útisetanum, Germ Hansen, hjartaliga til­ lukku við teimum sjeyti­ fimm árunum. Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@post.olivant.fo Ein útiseti verður 75 ár Bodil og Germ Hansen Dagurin 12. desember. Epimachus, deyður umleið ár 250. Kristin maður í Aleksandriu, sum varð tikin av døgum, tá ið Decius keisari ráddi. 13. desember. Lucia, deyð umleið ár 300. Ung genta úr Syracus í Sikiloy. Hon var trúlovað heidnum ungum manni, men narraði hann, varð klagað fyri kristnu trúgv sína og tikin av døgum. Siðurin við luciugongum við gent­ um við tendraður ljósi í hárinum er komin úr Svøríki. Navnið Lucia kemur av latínska orðinum lux, sum merkir ljós. 14. desember. Crispus. Óvist er hvønn navnið sipar til, kanska biskupin Crispina, sum varð tikin av døgum umleið ár 300. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Føðingar 12. nov. fingu Marin Kristina og Markus eina fitta lítla systur. Hon vigaði 3440 gr og var 51 cm long. Foreldur teirra eru Amy Thomsen og Dan Eivindsson. Tey búgva í Hvalba. 3. desember 2008 fingu Margit og Símun Petur Anthoniussen, Kolding, eina dóttur. Hon vigaði 3900 gr og var 52. cm lang. 1. des. fingu Tóra Petersen & Nenad Michael Elkjær, Tórshavn, eina dóttur. Hon vigaði 3650 gr, og var 53 cm long. 2. des. fingu Bjørt Funn Andreasen og Jákup Andreas, Kvívík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3990 gr. 5. desember fingu Jenny Weihe og Mads Helgi Poulsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3550 gr. 5. desember fingu Maria Neshamar og Jens Petur Andreasen, Argjum, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3400 gr. 5. desember fingu Sonja J. Ottosen og Feizan Mahmood, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3100 gr. 6. desember fingu Rannvá Arge Funn, Vestmanna, og Dagfinnur Jensen, Skopun, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3900 gr. 7. desember fingu Jansy Simonsen og Bjarni A. Bjarnason, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4000 gr. 7. desember fingu Eydna Olsen og Ken Zachariasen, Hoyvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3400 gr. 8. desember fingu Andrea Mouritsen og Heri Reynheim, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4200 gr. 8. desember fingu Petur Lamhauge og Margretha Nónklett, Runavík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4210 gr. 9. desember fingu Andrea á Regni og Kjartan Højgaard, Saltnesi, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3850 gr.