fríggjadagur 12. desember 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 • 12. desember 2008
bókablaðið
16
Endiliga er Heini
Olsen farin undir
hetta, sum William
Heinesen bað hann
fyri eini 30-40 árum
síðani: »Heini, gott
í teg, fá onkran
annan at fyrisita og
projektera vegir
millum býir og
bygdarløg fyri
Landsverkfrøð-
ingin, og far tú held-
ur undir at skriva,
tí tað liggur so sera
væl fyri hjá tær - «
Ja, nú er hon komin - bókin!
Bókin? Ja, tann fyrsta av
bókunum við endurminningunum
hjá Heina Olsen, sum so mong
hava longst eftir. Og hvør Heini
er? Ja, tá er tað er helst lættari
at nevna, hvat ið hann ikki er.
Men hinvegin er hann hálvur
vestmenningur og hálvur vála-
maður, og sum drongur fekk hann
mangt toyggið frá vestmannad-
reingjum fyri at vera kvívíkingur,
og tað øvuta frá válarunum fyri at
vera vestmenningur.
Barndómsheim hansara inni
á Fjørð stendur mitt í millum
hesi ”hermótini”, og hevur hetta
helst verið eitt slag av ”Check-
point-Charlie”, sum hitt kenda
við Vestur-Berlin undir kalda
krígnum, og hevur hetta eyðsæð
gjørt, at Heini so at siga hevur
”røntgent-fotograferað” hvønn
gudsvin - bæði til andar og
handar - sum har í øllum sakloysi
er komin framvið, og hevur hetta
helst gjørt, at Heini er mentur
sum ørnin og hevur yvirlivað allar
tær talsterku hendingarnar og
brøgd, ið hann hevur verið úti fyri
í fjarum londum í farnari øld.
Í
útsjónd er Heini ikki sørt átøkur
sjálvum Ernest Hemmingway,
hann sum segði um Karen Blixen,
at hon hevði uppiborið Nobel-
prísin, og sum hon við takk
kvitteraði fyri við at siga, at hetta
skoðsmálið fløvaði hana enn
meiri - enn at fáa hesa framúr
bókmentaheiðursløn.
Sjálv segði Blixen seg bara
vera ein ”a storyteller”, og her
hevur hon so - her á landi - fingið
sín kappingarneyta í Heina. Tey
líkjast tó ikki sum so í øðrum føri,
annað enn tað at tey bæði hava
verið burturi í heimi eini 15-20
ár av teirra bestu manndómstíð,
skuldi eg heilsa og siga.
Heini er kosmopolittur, stór-
skemtari, royndasti vegaverk-
frøðingur vit hava átt, listamálari,
undirhaldari, søguforteljari,
býarpolitikari (men hesum segðist
hann undan eftir tveimum árum,
og fór tá heldur til Nigeria at
befatta seg við tey dimmhúðaðu
har niðri - heldur enn at høsnast
við smámál her heima - restina av
valskeiðinum).
Hann er semingsmaður
burturav, hann er totalt blot-
taður fyri (hóast eg haldi hann
sjálvur hellur til fedranna kirkju)
at halda hánt um, at onnur hava
eina aðra lívsáskoðan (tað vóru
einaferð átta religiónir á tí eina
arbeiðsplássinum, ið Heini leiddi
í Muhameds-landi, og hetta uttan
nakra sum helst ósemju), og so
er hann upphavsmaður til alla
professionella ruskburturbeining
her á landi. Og Lions-Club vetera-
nur burturav og so: okk-ja, ”you
name it” - -.
R
ørandi er frásøgnin um
lívlanga vinarlag hansara
við barndómsvinin Pola, sum
fær okkum at minnast aftur á
barna- og ungdómsbøkurnar um
Høgna og Torkil í “Lognbrá” og
“Fastatøkur” eftir Heðin Brú.
Heini kom, meðan at hann las
verkfrøði í Horsens, at kenna eina
vakra gentu í vakra Skanderborg
økinum, og hon hevur fylgt honum
gjøgnum gjálv og gjáir líka síðani
tá - bæði um fløturnar í Persiu,
“by the rivers of Babylon”, um
Afrika og Zanzibar til Vestmanna
og heilt til Havnar.
Ein romanca, sum hevur roynst
hendinga væl og hevur hildið til
dagin í dag, hetta í mun til allar
hinar romancurnar, sum dagliga
hava hug til at bresta fyri nev hjá
honum, men so heldigvís ikki meir
enn tað - -.
Hetta seinasta krevur eina
forkláring, og tað er, at Heini sum
smádrongur var heldur veikligur
og ofta songarbundin, og hetta
fekk allar tær hjartagóðu kvin-
nurnar inni á Fjørð at hjúkla um
hann sum teirra egna barn. Og
tá ið Heini 17 ára gamal fór sín
fyrsta og einasta túr til skips við
“Keflavík”, tá møttu allar hesar
hjartagóðu av kvennkyni upp á
kajuni at siga farvæl - við venan,
tárum og øllum góðynskjum - til
at skiparin, Viggo í Skúlanum,
(pápi John og Árni Dam o.fl.)
fekk nokk og bað tær anbefalla
Heina í Harrans hendur og so
sleppa sær eitt vist stað – ja, og
tað langt vekk!
Men í takksemi til henda
teirra góða lyndiseginleika hevur
Heini ongantíð gloymt at lovprísa
hesum “sterka kyni” fyri alt tek-
kiligt á fold - líka síðani ”í vøggu
hann lá” - og hildið fast um, at
tær hava hildið lívið í honum til
denna dag.
H
eini og Kirsten giftust í
Danmark í 1958 og bara
seks dagar seinni stóð brúðurin
eftir við døggvátum eygum á
banagarðinum í Skanderborg,
tá ið Heini fór til eitt bretskt
byggifelag og seinni til Kampsax
í Iran at starvast og vinna til
dagin og vegin - og ikki minst at
berja lestrarskuldina av sær sum
skjótast.
Kirsten kom yvir til Iran og
hansara eitt hálvt á seinni, og
sambært Heinasa vektigu orð,
svav hann tryggur sum barnið,
um so partisankúlurnar hvinu
um oyrini á teimum, tá ið hann
í teltinum hevði Kirsten við sína
vinstru lið og Kalasnikov- rifluna
skotklára við sína høgru lið, men
hetta er bara ein av teim mongum
søgunum, sum vit enn eiga til
góðar í komandi bókum á prenti
- -.
Farið tí kvinna og maður av húsi
og ognið tykkum ”ársins bók”. Og
við henni hundraðtals myndir og
søgur í hópatali, sum kunnu fáa
øll børn at sovna við brestin og
øll vaksin at liggja í andvekri til
seinasta søgan er søgd!
Og til seinast, góði Heini, við
málvininum Jonhardi og forlag-
num Sprotanum, við Torkili á
Estra og Vasti í Klaksvík til layout
- og við Kirstini sum baklandi
- hevur tú allar fyritreytir fyri við
treysti at halda fram á leið. So
”pull up your socks” og legg í
vaðið, mín vinur.
Heini Olsen minnist
og ørminnist
Umrøða
Arnstein Niclasen
Heini Olsen er kosmopolittur, stórskemtari, royndasti vegaverkfrøðingur, vit hava átt, søguforteljari og í
útsjónd ikki sørt átøkur sjálvum Ernest Hemingway
Mynd: Jan Müller