Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 12. desember 2008 17 Vor kære far Kaj Arthur Petersen født den 4. marts 1918 i Tvøroyri, Suðuroyar sov stille ind den 5. december 2008 efter et langt og aktivt liv Familien Bisættelsen finder sted fra Bispebjerg Krematoriesal i København, onsdag den 17. december kl. 13.00 3. desember varð Sunnvá 70 – hon er yngst í flokk­ inum hjá Biritu og Edvard Lindenskov ­ í Rættará. Í teimum árunum undan krígnum var Havnin ein onnur, enn hon, vit kenna í dag. At bjarga sær til hus og heim var ikki bara sum at siga tað. Pápin var kyndari/motor­ passari á Meiarínum, traðar­ maður, røkti sjógvin, seyð­ in, sum vanliga var partur í húsarhaldinum hjá havnar­ fólki. Sunnvá var einasta í sysk­ inaflokkinum, sum gekk í Nonnuskúla, skúlin lá so tætt upp at Rabarbukvarter­ inum, har tey búðu. So skjótt skúlin var av – ja longu í skúlaárunum, var Sunnvá von at taka hond í heima og at ansa børnum. Í Havn vóru altíð mammur einsamallar og máttu arbeiða út fyri at forsyrgja barn­ inum. Og skjótt eftir at skúlin var farin aftur um, fór hon í H. N. Jacobsen Bókahandil. Hennara lívsstarv uttan fyri heimið var Bókahandilin á Vaglinum, og heilt hevur hon ongantíð slept, hon vaskar í Bókahandlinum í ein vissan mun enn – er manga løtuna í heiminum í Vallalíð. Tey heita javnan á hana at taka eina hond í, tá trot er á fólki. Í 50’unum mundi vera á fyrsta sinni, at skótalið Sig­ munds Brestissonar roynir seg við kvinnuligum leiðar­ um. Vit minnast Áshild Midjord, Sunnvu, Bjørg Matras, Ingrid Sondum. Tær mundu byrja við Úlva­ ungunum, sum smæstu skótarnir vórðu róptir. Tær mundu byrja á Bryggjubakka. Nýggja skótahúsið var tá kanska komið í ljósmála oman fyri brúnna við Sjónleikarhúsið. Sunnvá var eisini í Róðr­ arfelagnum og í Ungmanna­ deildini, Losjuni. Í 1957 fór hon á húsar­ haldsskúla í Haslev, tær vóru 14 úr Føroyum, og halda tær enn saman og hitt­ ast við millumbilum. Allar búsettust í Føroyum. Í 1961 giftust Sunnvá og Terje, tey festu búgv í Kjøp­ inhavn, Terje var stýrimaður við DFDS og búgva tey tá á Buddingevej í Søborg. Tey flyta heimaftur og seta búgv í Tórfinsgøtu í 1970, tey eiga børnini Rosa Birgithu, Kára og Sofus Edvard og í 1976 sá Hans Áki dagsins ljós. Øll árini, Sunnvá starvað­ ist í Bókahandlinum, var hon trúgva hjálparfólkið hjá stjórafólkunum í Bóka­ handlinum, Hans og Kate Niclasen. Hann andaðist 75 ára gamal í 1969, og Kate á 91. ári 5. august í 1992. 70 ára føðingadagurin var nógv fólk í kaféteriuni í ítróttarhøllini á NABB. Tað sermerkta var, at sam­ stundis helt svágur hennara, Rólant, sum hevur búð í Íslandi síðani 1952, sín 80 ára føðingardag. Rólant fylti 80 ár 1. des­ ember. Konan og tvær døtur vóru komnar at halda dagin saman við Sunnvu. Liðugur við realskúlan fer Rólant í læru í Sjóvinnu­ bankanum, har var hann stutt, fer til sjós, um tað mundið hittast tey, íslendska stúlkan, sum er í læru hjá Jenny Rein, frisørdamuni á Áarvegnum. Tey flyta til Reykjavíkar, og Rólant fer í læru sum jarnsmiður hjá verfaðir sínum. Og Rólant trívist framvegis í Íslandi, men vitjar rættiliga tíðan heim. Vit ynskja føðingardags­ barninum hjartaliga tillukku við kempuárunum. Tveir rundir dagar Mikudagin í síðstu viku fylti Sunnvá Christiansen í Havn 70 ár. Hon helt dagin saman við svágrinum, Rólant Dal Christiansen, sum fylti 80 ár tveir dagar frammanundan Sunnvá var við í Skótaliði Sigmunds Brestissonar Ingrid Gerðisheim áttati 11. des. 2008 Ótrúligt, men satt mostir 80 ár Tíðin flogin... So stutt síðan mostir var ung vit vóru smá Í stórbýnum settu tit búgv Tvísporaðir vegir og høg fjøll eitt fjálgt býarhjarta umgyrt av lívi Fótbóltsvøllur við skýli 8-horna kiosk heimsins bestu kramarhús kondittari á horninum Svimjihøll og hitarúm Hjá Arna, Heygabúðin, Skovs og Hopo Kallsoyarstivlar, anorakkar og ketildragtir Føroya Bjór og Dávavirkið Út í Grøv niðan á Kærlighedsstigen Og síðan heim í Kráargøtu at spæla Uttanfyri mostur´sa vakri urtagarður Eitt lithav av blómum, rósutrøum, og smalum gøtum klæddar við ævintýrkendum skeljum Vakrari grind og inngongd gulir og reyðir flisar sum søgdu vælkomin børn norður til mostur Á grasplenuni var allur heimurin nær lívið var summarferia nýbakaðir bollar mostir í kitli og turriklæði ella mostir í gulari baðihettu og bláari svimjudragt málaði, vaskaði, lúkaði og bakaði ella liggjandi í dreyma heingjukoyggjuni meðan vit vassaðu og tvassaðu í bláa og reyða plastikhavinum Takk mostir fyri minnisríkar løtur tær ríkaðu okkara barnaverð Gleðiligt var tað at tit fluttu suður Nú vesturskynið lýsir á tykkara lívsvegi røsk enn tit eru og røkin tit bæði Vakurt er heim tykkara innan og uttan eydnu og gleði tit bæði á áttatiára degi Ynskja við takkarkvøðu Systurbørn tíni Poul Johannes Andreasen fer til gravar úr Havnar kirkju leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Poul Johannes, kunnu lata Suðuroyar Ellis­ og Røktarheimi eina gávu. Konta í Eik. Andlát og jarðarferðir nøvn Lesið - so eru tit við