Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 240 -12. desember 2008 ] Stór­dystur­ í Hoyvík H71 og Neistin hava víst seg sum liðini, sum kapprenna við VÍF um sess í FM- finaluni Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sigurin hjá H71 á StÍF seinasta sunnudag bara við sær, at oddurin nú er ein kapping millum VÍF, H71 og Neistan. Júst H71 og Neistin hittast sunnudagin, og hesin dysturin verður helst avgerandi fyri, hvør teirra hevur kanska av­ gerandi munin, áðrenn farið verður undir seinnu hálvu av kapprenningini. Bæði liðini hava havt sínar trupulleikar við veruliga at fáa gongd á spælið, men í so máta eru ikki longur veruliga ráð at eksperimentera. Hinir báðir dystirnir hava á pappírinum greið­ ari favorittar. Hinvegin hevur Kyndil bert fingið eitt stig í ár, og var hetta móti júst StÍF. Stranding­ arnir hava hinvegin ikki ráð at missa, um teir skulu hanga við í odda­ stríðnum. Seinasti dysturin er í Kollafirði, har VÍF er greiður favorittur móti KÍF. Men hinvegin er grannauppgerðin í Norðstreymoy aloftast av heldur intensa slag­ num, og tí er talan hóast alt um rímiliga opna upp­ gerð. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Tríggir serstakliga avgerandi dystir verða spældir í fremstu kvinnudeildini um vikuskiftið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan er veruliga um tríggj­ ar knall­dystir, sum verða spældir í Sunset­kappingini í hondbólti sunnudagin. Lagt verður fyri á Skála klokkan 14.30 við einum dysti, har Kyndil hevur mest sum alt at spæla fyri móti StÍF. Hóast kappingin enn er ung, so tykjast hini fýra liðini at vera eina tonn ella tvær betur enn Kyndil og StÍF, og tí verða innan hýsis dystirnir millum hesi helst avgerandi fyri, hvat av lið­ unum endar aftast og harvið á niðurflytingarplássi. Fyrstu innanhýsis upp­ gerðina vann StÍF í Havn, og tí kunnu tær við einum sigri sunnudagin gera upp­ gávuna hjá Kyndli serstak­ liga trupla. Ein útisigur ber hinvegin við sær, at kapp­ ingin aftur verður púrasta opin í botninum. Oddur­in kann skr­ædna Og í oddinum er talan eisini um seinasta útkall hjá bæði Neistanum og Tjaldri, sum spældu javnt í sínum innan­ hýsis dysti seinasta viku­ skiftið. Neistin skal á útivølli takast við VB, sum veruliga tykist vera í gongd við at finna FM­formin framaftur, og skulu tær bláu gera sær vónir um at hanga í oddi­ num, so er kravið tvey stig í Vági. Og sum so eru fortreyt­ irnar tær somu hjá Tjaldri, sum fer á vitjan í Klaksvík. Fyrra dystin millum liðini vann Stjørnan sera tepurt í Runavík, og so er spurning­ urin, um føroyameistararnir verða meira sannførandi hesaferð, ella um uppflyt­ ararnir eru vorðnar enn sterkari. Føroysku svimjararnir farfóru í gjára í dag í hylin í EM-kapp- ingini á stuttbana. Frá svimji- sambandinum verður upplýst, at svimjararnir komandi dagarnar svimja í hesum kappingum: Fríggjadag Kári á Høvdanum 50 ryggsvimjing tilmeldingartíð 0:26,11 tilmeldaður sum nr. 33 av 45 Mona Simonsen 800 frísvimjing, tilmeldingartíð 9:09,59 tilmeldað sum nr. 18 av 24 Leygardag Kári á Høvdanum 100 Ryggsvimjing tilmeldingartíð 0:56,13 tilmeldaður sum nr. 33 av 36 Mona Simonsen 400 frísvimjing tilmeldingartíð 4:30,72 tilmeldað sum nr. 36 av 41 Pál Joensen 1500 frísvimjing tilmeldingartíð 14:48,89 tilmeldaður sum nr. 8 av 23 (beinleiðis finala) Sunnudag Mona Simonsen 200 frísvimjing tilmeldingartíð 2:09,88 tilmeldað sum nr. 47 av 52 Shaila millum Garðarnar 50 frísvimjing tilmeldingartíð 0:26,88 tilmeldað sum nr. 54 av 59 Pál Joensen 200 frísvimjing tilmeldingartíð 1:47,13 tilmeldaður sum nr. 29 av 67 Sjónvarpið er í samráðingum við EBU um at senda frá kappingini. Annars kann fylgjast við í myndum, lívandi brotum og streaming frá Kroatia á www.svimjing.com Sunset-kappingin br­akar­ Soleiðis svimja tey Tjaldur megnaði akkurát ikki at taka Stjørnuna, tá liðini møttust í Runavík. Nú má og skal Tjaldur vinna, um tær vilja halda fast í finalumøguleikanum