fríggjadagur 12. desember 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 • 12. desember 2008
bókablaðið
20
Lív/Rám eitur yrkingasavn eftir
Oddfríð Rasmussen, sum Forlagið
Sprotin herfyri gav út. Bókin
hevur serligt snið, við tað, at
hon er smøl sum ein pennahúsi
og kann lesast bæði aftanifrá
og frammanífrá. Eingin síðutøl
eru, og eingin leiðbeining verður
givin lesaranum í, hvussu bókin
skal vendast, tað vil siga, tað er
upp til lesaran sjálvan at avgera,
hvat hann heldur vera forsíðu og
baksíðu á hesi bókini.
Lagt verður til brots, og tú lesur
inn á miðjuna og kemur til tað
blaðið í miðjuni, har teksturin
vendir og stendur á høvdinum.
So mást tú venda bókini, og
baksíðan verður nú forsíða.
S
avnið tykist hava eina ljósari
og eina døkkari helvt. Onnur
helvtin, sum á tittulblaðnum
hevur ábendingina Lívrám sum
viðrakingar, hevur ørindisbygnað,
sum í samsvari við hesa
ábendingina tykist lættari. Á
hvørjari síðu er teksturin settur
upp í trý tvíreglaði ørindi, við
einari reglu at enda, sum viðhvørt
tykist taka tað saman, sum stóð í
reglunum frammanundan.
Yrkingarnar eru eygleiðingar,
sum ikki endiliga eru sjónbornar,
men júst tað, sum skaldið nevnir
viðrakingar. Viðrakingarnar
nema/ráma lívið í hesum ofta
ørsmáu blunkunum, sum vit
helst øll kenna til. Eitt bragd,
har sinnið brádliga stendur
fult av tí, sum ikki finnur útlát
í vanligari, skiljandi talu. Tað
sera persónliga í júst hesum ger,
at yrkingarnar eru esoteriskar,
loyndarfullar. Lesarin skal tó ikki
lata seg ræða av tí, at hann ikki
skilur yrkingarnar beinanvegin,
tí tær kasta kortini av sær og
geva æstetiskar og kensluligar
upplivingar. Hygg bara her:
dagurin rennur upp
í slokk eins og blekk-
dálkaðu fingrarnir
á túsundtals bleikum orðum
hvørs frámerki breiða seg sum
etjandi
sálmatungur á hválvinum.
meðan eg messi frymilin fyri
kranavatn í moll
Dagurin, sum rennur upp í slokk,
er tíðin, sum gongur undan.
Tær etjandi sálmatungurnar á
hválvinum standa í andsøgn við
frymilin fyri kranavatn í moll, sum
skaldið áhaldandi messar.
Her er sveittabrot og ein farri
av desperatión í orðunum.
Ella her:
glitrandi rípan liggur eftir
tá ið eg sleiki míni elskaðu
upp eftir hálsinum áin rennur
í glaskendum tónum
rótfest móðurmerki í
áarbakkanum
síla móruna úr orðunum
havið hevur gylta egg
Yrkingin hevur samanrenning
í orðum millum kroppar og
náttúru, og hetta leggur eina
djúpa frumkenslu í hana sum
ástaryrking. Hetta er sjálvandi
sæð fyrr, eitt dømi, sum kemur
mær til hugs er yrkingin
”Fráfaringartímin” hjá Regini
Dahl. Huglagið er í henni, eins
og í hesari, plastiskt og lívrunnið,
og meiningin kemur til lesarans
við hesum huglagnum heldur enn
ítøkiligum orðamerkingum.
U
m vit nú venda bókini og
lesa hinumeginfrá, síggja
vit beinanvegin, at yrkingarnar
eru øðrvísi bygdar. Allar byrja
tær við sambindingarorðinum
Og, og allar hava, tá vit hyggja
at teimum tveimum og tveimum
saman, sama reglutal og somu
reglulongdir. Byrjunarorðini og
hesin meira stappaði bygnaðurin
ber á sálmin sum form, og
tann eitt sindur tungi, dynjandi
framburðurin, sum hesar
yrkingarnar hava, ber á sama
borðið.
Inngangsorðini ella undirheitið
til hesa helvtina er Lívrám sum
pína í myrkrinum, og orðið pína er
lyklaorð, ið gongur aftur í yrkingu-
num, sum niðurlag. Fyrru yrkin-
garnar enda við orðunum Sum
pína í myrkrinum, tær seinastu
við orðunum Sum pína í ljósinum.
Hetta ”niðurlagið” bendir á eina
gongd í yrkingunum frá marru og
myrkri umvegis ljósriður til ljós.
Nátt og myrkur, marrukent myn-
damál og gálvandi meiningsloysi
valda í teimum fyrru yrkingunum:
Og her er eingin dagur
Onki ervaljós
Bara ein varandi lega
Og eitt vesaligt hugsað rúm
Har andadrátturin krýkir seg
saman
Sum tá ið eg á fyrsta sinni
Andaði úrlatin øllum
Fjarkomnum kenslum
Men orðini, skaldskapurin, tykjast
verða tað endurloysandi, tað, sum
fær sinnið og lyndið at lætna:
Tá ið óljóðið frá jarðarinnar
gongulagi
Hoyrist úr gyltu eggini við
ævinliga roðan
Royni eg at bøta fonið
Við eftirgjørdum sannroyndum
Um at eg má brúka orð
Soleiðis at einki mark verður latið
aftur
Sum pína í ljósinum
Við hesum eru yrkingarnar sera
inneftirvendar, vísa ikki stóran
áhuga fyri at koma á tal við onnur
enn yrkjaraegið sjálvt. Hetta
verður bert sagt staðfestandi,
ikki sum ein atfinning, tí hvat
orðini kveikja í øðrum enn honum
sjálvum, er ikki ábyrgd yrkjarans.
L
ív/Rám er sostatt ikki eitt
yrkingasavn, sum er lætt at
lesa. Tað eru sera nógv orð,
sum eru gjørd ella í hvussu so
er sjáldsom, og útsagnirnar eru
brotkendar og ikki skilvísar út
frá vanligari hugsan um slík
viðurskifti. Ofta er tað brúgvin
millum einstaka orðið og eitt
størri tankasamband, sum ger,
at tað brotkenda letur seg síggja
sum onkur heild. Men savnið
er eisini júst hugfangandi, tí
at yrkingarnar ikki lata seg
upp fyri tær beinanvegin.
Onkrar av yrkingunum eru tó
lættari at skilja, og fleiri teirra
eru hugtakandi og merkiliga
beinraknar um tað torsagda.
Lívið
aftanífrá og
frammanífrá
Ummæli
Guðrun Gaard
Hóast onkrar av yrkingunum í Lív/Rám
eftir Oddfríð M. Rasmussen eru torførar
at skilja alt fyri eitt, eru fleiri teirra hug
takandi og merkiliga beinraknar um júst
tað torsagda
Lesarin avger sjálvur, um hann byrjar
at lesa yrkingasavnið »Lív/Rám«
aftanífrá ella frammanífrá