Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 240 -12. desember 2008 ] Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Spania og Týskland spæla í hinari final­ uni. Danski venjarin er ikki í iva um, at Noreg vinnur EM Norsku kvinnurnar vóru longu klárar til hálvfinal­ una, tá næstsíðsta umfarið varð spælt, men enn varð eftir at tryggja sær 1. pláss­ ið, og síggja hvønn Noreg skal takast við í hálvfinal­ uni. Noreg vann aftur greitt ígjár, hesaferð 37­31 ímóti Rumenia. Spania vann 23­ 21 á Ungarn, meðan Dan­ mark endaði illa við at tapa 25­30 ímóti Ukraina. Spania tók soleiðis hálv­ finaluplássið frá Rumenia, og skulu tær spæla ímóti Týsklandi í aðrari hálv­ finaluni. Hin finalan verður millum Noreg og Russland. Russland tapti 22­27 ímóti Týsklandi. Makedonia vann 29­24 á Hvítarussland. Svøríki tapti somuleiðis 29­24 ímóti Kroatia. Svøríki og Danmark endaðu sostatt næstaftast og aftast í høvuðsumfarinum, og hava bæði liðini víst eitt ógvuliga svingandi spæl. Byrjaðu væl Hesaferð byrjaðu norsku kvinnurnar dystin betri, enn tær gjørdu ímóti Danmark og Ungarn. Tær tóku leiðsl­ una tíðliga í dystinum, og sleptu henni ikki aftur. Norska liðið spældi væl, og eydnaðist serliga væl við kontraálopunum. Norska liðið hevði tamarhald á støð­ uni, og førdi 19­14 í hálvleikinum. Í 2. hálvleiki eydnaðist tað at halda fast við fjarstøðuna, so munurin gjørdist 6 mál. Norski venjarin, Marit Breivik er spent uppá at møta Russ­ landi í hálvfinaluni, sum verður spæld leygardagin kl. 15.30. – Tað er altíð spennandi at møta Russ­ landi. Tað er rættiliga hug­ takandi, at tær hava vunnið seg í hálvfinaluna, tá ein hugsar um hvussu stóra útskifting liðið hevur havt. Tað er eingin orsøk hjá okk­ um at taka lætt uppá upp­ gávuna, sjálvt um vit hava vunnið á russum fyrr í ár. Tær hava nøkur serlig evnir til at betra seg til endaspøl, og hava tær nógvar góðar spælarar á liðnum, segði Marit Breivik við norska TV2. Breivik rósti eisini sínum liðskipara, Kristine Lunde, sum gekk undan og fikk hinar á liðnum við sær. Kristine Lunde undirstrikar, at tær vildu heldur enn fegnar vinna. Pytlick er vísur Danski venjarin, Jan Pytlick er ikki í iva um, at Noreg vinnur EM, og tvíheldur, at Noreg hevur nógv tað besta liðið í EM­endaspælinum. Pytlick metir ikki, at onnur lið kunnu bjóða Noregi av. Mikukvøldið hjálpti Dan­ mark Noregi við at vinna á Spania, men Pytlick er ivaleysur í, at norska liðið hevði megnað at spælt seg í hálvfinaluna uttan danska hjálp. – Eg varð glaður fyri at hjálpa Noreg, men tað er als ikki neyðugt at hjálpa Noregi. Noreg er tað besta liðið. Tær høvdu vunnið evropameistaraskapið, áðrenn kappingin fór í gongd, undirstrikar Jan Pytlick, sum heldur, at Noreg hevur eitt komplett lið. – Noreg hevði trupul­ leikar ímóti Spania, og ímóti okkum í 1. hálvleiki, men tær hava eitt komplett lið. Góða verju, góðar málverjar, og góðar álops­ spælarar. Eg dugi ikki at síggja, at nakar kann vinna á Noregi. Pytlick heldur, at aðalmunurin millum Noreg og hini liðini í EM­ endaspælinum, er breiddin. – Noreg hevur so nógvar góðar spælarar, at tær kunnu skifta spælarar í hvørjum dysti. Týskland, Russland og hini liðini fáa trupuleikar, tí tey spæla við ov fáum spælarum, meðan Noreg hevur fleiri spælarar at velja ímillum. Ikki nøgdur Jan Pytlick er ikki nøgdur við makedonsku fyrireik­ ingarnar í samband við EM­endaspælið. Hann met­ ir, at nógv hevur verið á amatørstøði. – Eg eri ikki nøgdur, eg haldi ikki, at hetta hevur verið nóg gott. Møguleikarnir fyri upp­ hiting, og kringumstøðurnar hava ikki verið nóg góðar. Tá ein stillar krøv til, at spælarnir skulu verða pro­ fesionnelir, so skulu um­ støðurnar eisini verða professionelar. Tað haldi eg ikki, at umstøðurnar eru. Tá Danmark og Noreg spældu, varð eitt annað lið møtt upp í skiftingarrúm­ inum hjá Danmark. Áðrenn dystin máttu donsku kvinn­ urnar hita upp í frakkum, tí tað varð so kalt í høllini. Spurdur um Makedonia átti at fingið loyv at verið EM­ vertsland, svarar Jan Pytlick: ­ Tað skal eg ikki svara fyri, men teir áttu, ið hvussu er at syrgt fyri betri umstøðum. Noreg møtir Russlandi í hálvfinaluni Danska landsliðið tapti aftur í gjár. Hesa ferð móti Ukraina Mynd: Polfoto/AP Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 8 7 - 0 - 1 224 173 51 14 2 Stjørnan 8 6 - 1 - 1 221 161 60 11 3 Tjaldur 8 4 - 2 - 2 211 183 28 10 4 Neistin 8 3 - 3 - 2 204 185 19 9 5 StÍF 8 1 - 0 - 7 177 246 -69 2 6 Kyndil 8 0 - 0 - 8 137 226 -89 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 7 6 - 0 - 1 192 171 21 12 2 H71 7 5 - 0 - 2 184 159 25 10 3 Neistin 7 5 - 0 - 2 215 200 15 10 4 StÍF 7 3 - 1 - 3 165 166 -1 7 5 KÍF 7 1 - 0 - 6 165 191 -26 2 6 Kyndil 7 0 - 1 - 6 164 198 -34 1 Úrslit Noreg­Rumenia 37­31 Spania­Ungarn 23­21 Ukraina­Danmark 30­25 Týskland­Russland 27­22 Makedonia­Hvítarussland 29­24 Kroatia­Svøríki 29­24 FAKTA Hondbóltur Sunset-kappingin Dagur Klokkan Dystur 14.12 14.30 StÍF­Kyndil 14.12 15.00 VB­Neistin 14.12 15.00 Stjørnan­Tjaldur Atlantic Airways-kappingin 14.12 16.00 StÍF­Kyndil 14.12 16.00 KÍF­VÍF 14.12 16.00 H71­Neistin Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur 13.12 14.00 SÍ­TB 13.12 14.00 Dráttur­Fleyr 13.12 16.00 Mjølnir­KÍF Eik-ligan, menn 13.12 14.00 Mjølnir­ÍF 14.12 14.00 Fleyr­SÍ DYSTIR um vikuskiftið Tottenham-fjepparar fylkjast Fjepparafelagið Tottenham Hotspurs ­ Faroe Islands Branch verður stovnað leygardagin í samband við Premier League dystin millum Tottenham Hotspurs og Manchester United á White Hart Lane í London. Hølið, ið er valt til stóra tiltakið, er Sendistovan, sum liggur har J. Paturssonargøta og Grønlandsvegur møtast. Tiltakið í Sendistovuni byrjar kl. 16.30, og løtu seinni fara Tottenham­fjepparnir at hyggja eftir dystinum millum Spurs og United. Stigtakarnir hava fyrireikað seg væl, og hava fingið øll blástempul frá móðirfelagnum, sum krevjast fyri at fáa føroyska fjepparafelagið viðurkent. Føroyska fjepparafelagið lúkar allar treytir, sum Tottenham Hotspurs krevur av einum slíkum. Nýtt met til Pál Pál Joensen setti í gjár nýtt føroyskt met í 400 metrar frísvimj­ ing í EM­kappingini í Kroatia. Men tað var ikki nóg mikið til at koma í finaluna í kappingini. Pál Joensen svam teir 400 metrarar í tíðini 3 minuttir 42,57 sekund, og hetta gav honum eitt 13 pláss í kappingini, og tað svaraði til tilmeldingina hjá honum. Shaila millum Garðarnar var í gjár við innleiðandi kapping í 100 frísvimjing. Hon svam í tíðini 58,21 sekund og endaði sum nummar 51. Kári á Høvdanum hevur roynt seg í 100 metrar firvaldasvimjing. Tíðin gjørdist 58,27, og tað var nakað betri enn tilmeldingartíðin.