hósdagur 13. september 2001síða 1
Tekstur á síðuni
1
Heimurin er lamsligin og fólk vita hvørki út ella inn eftir herviligu yvirgangsatsóknirnar í landnyrðingspartinum av USA týsdagin. Bretski
forsætisráðharrin Tony Blair kallaði atsóknirnar kríggj móti sivilisatiónini. Fyrrverandi ísraelski forsetisráðharrin Ehud Barak mælir til
atsóknir móti teimum londum, sum hýsa yvirgangsbólkum. Alt er óvist og heimurin minnir um eina krúttunnu
Næstan dómadagur
Síða 5-7
Nr 176 hósdagur • 13. september 2001 • 75. árgangur • Kr. 12,00
Vørumessan 2001:
Spennandi
fyritøkur
sýna fram
16 síður í dag
Oddagreinin
"Verður ikki rætt farið fram kann vanlukkan
gerast enn størri.Vit kunnu bara gita, hvat eitt álop
á eitt ella fleiri arabisk lond kann hava við sær av
hevnd frá teirra síðu. Tankin um at plasera
kjarnorkubumbur í amerikonskum umhvørvi
hoyra enn sciencefiction lesnaði til. Men tá hugsað
verður um atsóknirnar í New York og Washington
kann verða spurt, hvussu veruleikafjarur tann
tankin er. Higartil hevur Miðeystur verið mett sum
ein tikkandi bumba. Brádliga tykist allur heimurin
at verða ein tikkandi bumba."
Sosialurin