hósdagur 13. september 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 176 - 13. september 2001
Nr. 176 - 13. september 2001
3
Kunningarfundur
fyri teimum, sum
hava áhuga í at bjóða
upp á Bygdaleiðir,
varð hildin týsdagin.
Rættiliga nógvir
spurningar og
viðmerkingar vóru til
útbjóðingartilfarið
ÚTLISITERING
Edvard Joensen
Fólk høvdu rættiliga nógv-
ar spurningar, og viðhvørt
atfinningarsamar viðmerk-
ingar, til útbjóðingartil-
farið, Strandfaraskip Land-
sins hava gjørt í samband
við útlisitering av Bygda-
leiðum.
Eini 40-50 fólk møttu á
fundi
á
Hotel
Hafnia
seinnapartin týsdagin, har
útbjóðingartilfarið viðvíkj-
andi Bygdaleiðum var til
viðgerðar.
Tað var Strandferðslan,
sum hevði boðið teimum,
sum høvdu fingið útbjóð-
ingartilfarið, á fundin.
Fólk úr øllum landinum,
sum hava ella ætla sær at
hava, nakað við rutukoyr-
ing at gera, vóru á fundi.
Tey vóru væl fyrireikað
og høvdu nógvar spurn-
ingar og viðmerkingar til
útbjóðingartilfarið,
sum
fleiri teirra hildu átti at
verið
betri
fyrireikað,
áðrenn tað varð sent út.
Fólkaflutningsleiðarin á
Strandfaraskipum
Land-
sins, Poul Jákup Thomsen,
sum hevði boðið til fundin,
byrjaði eisini við at siga frá,
at hann var greiður yvir, at
fleiri feilir og brek vóru í
tilfarinum, sum hann vón-
aði, at fólk fóru at hjálpa
Strandferðsluni við at fáa
rættað. Júst við at spyrja og
gera viðmerkingar. Fólk frá
Strandferðsluni, bæði løg-
frøðingar og skrivarar, vóru
við á fundinum, til tess at
svara spurningum, sum
fóru at koma frá fundar-
fólkinum.
Og spurningarnir vóru
nógvir. So nógvir, at illa bar
til at svara teimum øllum á
sjálvum
fundinum,
og
boðaði Poul Jákup Thom-
sen frá, at spurningar og
viðmerkingar fóru at verða
skrivað niður og svarað
fundarfólkinum skrivliga
skjótast gjørligt.
Tað tóktist eisini ein
skilagóð avgerð, tí eftir
sum spurt varð, var rímiliga
nógv í útbjóðingartilfar-
inum, sum ikki var nóg væl
gjøgnumarbeitt, áðrenn tað
varð latið úr hondum.
Væl kann tað vera, at
summir
bussførarar
og
eigarar vóru møttir á fundi
við eitt sindur negativum
hugburði, soleiðis at skilja,
at teir ikki vóru heilt nøgdir
við, at koyringin skuldi
bjóðast út yvirhøvur. Hjá
summum teirra merkir tað,
at teir, um teir fáa koyring-
ina, skulu gera stórar íløgur
í nýggjar bussar.
Hinvegin vóru nógvir
spurningar rættiliga við-
komandi. Millum annað
spurningurin um tey 15
prosentini av samlaðu koyr-
ingini í einum einstøkum
øki, sum hvør einstakur ar-
beiðstakari sambært út-
bjóðingartilfarinum í mesta
lagi kann fáa tillutað.
Tað fekk eitt av fundar-
fólkunum,
sum
hevur
áhuga í flogrutuni, at
spyrja, um hann so ikki
kundi bjóða upp á bæði
flogrutuna millum Havnina
og flogvøllin, samstundis
sum hann kundi hugsað sær
at bjóða upp á koyringina í
Vágum.
Um so var, at hann bert
kundi fáa 15 prosent av
koyringini í Vágum, vildi
hann heldur hava flog-
leiðina. Trupulleikin var
bara tann, at hon verður
ikki boðin út fyrr enn eftir
ársskiftið ella so, meðan
hini boðini skulu vera inni í
seinasta lagi tann 15. ok-
tober í ár.
Her fær tann, sum ætlar
at bjóða, ein trupulleika.
Skal hann bjóða upp á
Vágaleiðina og so sleppa
flogrutuni. Ella skal hann
sleppa Vágaleiðini fyri at
royna eftir flogrutuni.
Hesin spurningur varð
ikki svaraður, men niður-
skrivaður til at verða svar-
aður skrivliga seinni.
Og soleiðis vóru rættiliga
nógvir spurningar, sum
útbjóðarin eftir øllum at
døma ikki hevði roknað við
og væntað, beindir víðari til
skrivaran, sum skal spyrja
serfrøðina, sum skal svara
Strandferðsluni, sum so
aftur skal senda svarið til
teirra, sum hava fingið
útbjóðingartilfar og vóru á
fundinum í Tórshavn týs-
dagin.
Hjá eygleiðandi blað-
manninum varð niðurstøð-
an tann, at útbjóðingar-
tilfarið viðvíkjandi Bygda-
leiðum var ikki nóg væl
fyrireikað, áðrenn tað varð
latið av hondum.
Tað tóktist, sum fólka-
flutningsleiðarin á Strand-
ferðsluni eisini ásannaði
hetta, tá hann tók til, at tað
var so lætt at sita á eini
skrivstovu og gera ætlanir á
pappíri.
Og í tí vóru allir buss-
førararnir púra samdir við
honum.
Nógvir
spurningar
um útbjóðing
Tað tykist langt millum bussførararnar
og Strandferðsluna í spurninginum um
komandi rutukoyringina hjá
Bygdaleiðum
Mynd: Edvard Joensen
Hóast trygdartiltøk-
ini er herd um allan
heimin at kalla eftir
yvirgangsatsóknirnar
í USA týsdagin, eru
eingi boð komin til
flogvøllin í Vágum
um strangari eftirlit
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Á flogvøllinum í Vágum
eru somu trygdarkrøv sum
vanligt galdandi, hóast at
kalla allur heimurin hevur
hert trygdareftirlitið á flog-
vallum og tílíkum støðum.
Finnbogi Niclasen, flog-
vallarovasti, sigur, at tey
hava eingi boð fingið um
serlig tiltøk eftir yvirgangs-
atsóknirnar í USA týsdag-
in.
Finnbogi Niclasen var
staddur í Danmark á fundi
saman við umboðum fyri
norðurlendsku loftferðslu-
myndugleikarnar, tá tíðind-
ini um hendingarnar í USA
komu seinnapartin týsdag-
in.
Hann sigur, at fundirnir,
sum verða skuldu seinni,
vórðu avlýstir, tí fólk
noyddust aftur á arbeiðs-
pláss síni. Eitt nú stjórin
fyri Kastrup floghavnina
var noyddur at fara bein-
anveg, tí har hendu broyt-
ingar í ferðsluni.
Men Finnbogi Niclasen
ivast ikki í, at hesar ógv-
usligu hendingarnar í USA
fara at hava ávirkan á flog-
ferðsluna um allan heim
langt fram í tíðina.
Eitt nú er eftirlitið við
innanríkis
flogferðsluni
ikki tað sama, sum tá flogið
verður uttanríkis.
Vanligt er, sigur Finnbogi
Niclasen, at bara eini 10
prosent av flogferðunum á
innanríkisrutum í Danmark
verða løgd undir eftirlit,
sum vit kenna frá uttan-
ríkisrutunum.
– Tað fer heilt givið at
verða hert í framtíðini, sig-
ur hann.
Men tað fer ikki at ávirka
ferðsluna í Vágum nakað
sum helst, tí har er alt
uttanríkisferðsla, og tí er
100 prosent trygdareftirlit
við øllum fráferðum úr
Vágum.
Men tað undrar ikki
Finnboga Niclasen, at tað
ber til at ræna fleiri innan-
ríkisfogfør í USA. Hann
sigur frá egnum royndum
frá innanríkisflúgving í
Statunum, at tað kann
verða skjótt, at okkurt kiks-
ar, tí alt skal ganga so skjótt
fyri seg.
Eitt annað, sum hann
vísir á er, at tann, sum av-
greiðir ferðsluna, í grundini
ikki hevur fyri neyðini at
síggja tann, sum ferðast.
Til ber at keypa ferða-
seðilin í eini automat, og tú
checkar eisini inn í eini
automat fyri at gera tað so
skjótt og lagaligt sum gjør-
ligt.
Júst hvørji tiltøk kanska
fara at verða sett í verk í
Vágum, um so skuldi verið,
dugir Finnbogi Niclasen
ikki at siga nakað um. Men
hann vísir á, at eftir bumb-
una yvir Lockerbie í 1988
vórðu trygdartiltøkini rætti-
liga herd. Eisini í Vágum.
Tá skuldi tann ferðandi á
veg í flogfarið ávísa viðføri
sítt á vøllinum, áðrenn tað
varð lastað. Hendi so tað, at
ein taska ella annað viðføri
ikki varð eyðmerkt av eig-
aranum, varð tað beinanveg
tikið frá og lagt í bumbu-
rúm.
Finnbogi Niclasen, flog-
vallarovasti í Vágum, sigur,
at hann ikki metir, at tað, at
vøllurin liggur ein tíma úr
Keflavík og ein tíma úr
Skotlandi, fer at hava nakra
ávirkan á, hvussu trygdar-
tiltøkini fara at verða í
framtíðini.
Alt við tað
gamla
Ferðslan um flogvøllin í Vágum fer at ganga
sum vant, hóast hert eftirlit aðrastaðni
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
3
2