hósdagur 13. september 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 176 - 13. september 2001
Nr. 176 - 13. september 2001
5
Nýggja samferðslu-
havnin á Tvøroyri
skal vera liðug tá ið
nýggja suðuroyar-
ferjan er liðug. Og
Býráðið krevur eisini
at verða tikið við í
byggingini
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
– Tann nýggja samferðslu-
havnin á Tvøroyri skal
verða liðug, tá ið nýggja
suðuroyarskipið er liðugt.
Tað krevur Tvøroyrar
Býráð.
Á býráðsfundi mána-
kvøldið samtykti Tvøroyrar
Býráð einmælt at senda
landsstýrinum bræv, har tað
er eitt ófrávíkiligt krav, at tá
íð nýggja suðuroyarferjan
er liðug, væntandi mitt í
2004, skal tann nýggja
samferðsluhavnin á Tvør-
oyri eisini verða liðug.
Tað var Kristin Michel-
sen, býráðslimur, sum legði
uppskotið fram.
Hann segði, at fíggjar-
málaráðharrin,
Karsten
Hansen, í Sosialinum her-
fyri luftaði tankan um, at
tað kanska fór at vera neyð-
ugt hjá nýggja suðuroyar-
skipinum at sigla á Vág ta
fyrstu tíðina, eftir at tað er
liðugt.
Tað er tí at landið ætlar
ikki at byggja fyri meiri
enn einar 200 milliónir um
árið og at tað tí ikki er vist,
um umstøður vera til at
gera nýggju samferðslu-
havnina á Tvøroyri lidnað
samstundis sum nýggja
ferjan er liðug.
Tí kann tað henda, at tað
verður neyðugt hjá skipin-
um at sigla til Vágs burtur-
av tað fyrstu tíðina, kanska
nakrar mánaðir, ella eitt ár.
Men hetta vil Kristin
Michelsen og restin av bý-
ráðnum á Tvøroyri ikki
góðtaka.
Í Tvøroyrar Býráð er
støðan tann, at tey seta seg
ikki upp ímóti, at Smyril
siglur á Vág, tí tað hevur
Løgtingið samtykt at hann
skal.
Men býráðið góðtekur
ikki, at drála verður við
nýggju samferðsluhavnini á
Tvøroyri og krevja, at hon
verður gjørd beinanvegin.
Neyðugt við nýggjari
havn
Og at tað verður neyðugt
við nýggjari samferðslu-
havn er greitt.
Býráðið hevur fingið
fyrispurning um at byggja
Drelnes út, so at nýggja
suðuroyarferjan kann liggja
har. Men býráðið hevur
sagt nei, tí ætlanin er at
brúka havnina á Drelnesi til
onnur endamál.
Sostatt er onki at gera,
uttan at byggja nýggja
havn.
Býráðið á Tvøroyri fýlist
eisini á, at tað onki hevur
fingið at vita um ætlanirnar
at byggja nýggja havn á
Trongisvágsfjørði.
Býráðslimir finnast at, at
ein nýggj havn verður gjørd
á
fjørðinum,
uttan
at
kommunan fær tað allar-
minsta at vita.
Í brævinum til Landsstýrið
krevur býráðið tískil eisini
at verða tikið við upp í
byggingina.
Longur út á fjørðin
Fyribils hevur Landsverk-
frøðingurin funnið eitt økið
longur úti á Trongisfjørði,
har tað verður hildið at ein
samferðsluhavn liggur væl.
Talan er um eitt økið beint
innanfyri Lítluhólmar einar
800 metrar uttanfyri Drel-
nes.
Modelroyndir skulu nú
vísa, akkurát, hvar nýggja
havnin liggur best og hon
verður so flutt úteftir ella
inneftir, alt eftir, hvar
modelroyndirnar vísa, at
hon liggur best.
Á fíggjarætlanini fyr
komandi ár, verður
ikki roknað við
vøkstri. Men um eini
fimm, seks ár fer at
síggja ljósari út, tí tá
er skuldin væl
niðurgoldin
KOMMUNUSKULD
Áki Bertholdsen
Tvørafólk hava rættiliga
fingið seg roynd hesi sein-
astu árini. Upp á seg, hevur
Tvøroyrar Kommuna verið
ein hin allarmest skuldar-
bundna kommunan í land-
inum, og tí hevur skatta-
prosentið eisini verið í topp
nú í nógv ár.
Og tað verður ikki tey
allarfyrstu árini, at tað fer
at lætta í hjá tvørafólki.
Á býráðsfundi mána-
kvøldið varð uppskotið fyri
fíggjarætlan fyri 2002, lagt
fram.
– Eg kann ikki siga, at
tað sær so ljóst út, segði
borgarstjórin,
Finnleif
Guttesen, tá ið hann legði
ætlanina fram.
Hann vísti á, at fyrstu
mánaðirnar í ár er skatta-
inntøkan hjá kommunini
lækka afturímóti fyrstu
mánaðunum í fjør og at tað
onki var, sum bendi á, at
inntøkan fer at hækka kom-
andi ár.
Tí er heldur ikki roknað
við vøkstri á fíggjarlógini
næsta ár.
Næsta ár er skattainntøk-
an sett til tað sama, sum
hon verður í ár, tvs, til 40,2
milliónir.
Harafturat
kemur,
at
kommunan hevur gjørt eina
avtalu við Landsbanakan
og Unibank um kommunu-
skuldina.
Eftir
avtaluni,
skal
kommunan
betala
ikki
minni enn 40% av inntøk-
unum í rentum og avdrátt-
um hvørt ár.
Tað gevur ímillum 16-17
milliónir í ár og næsta ár.
Afturfyri ber avtalan í
sær, at 10 milliónir av
gjaldinum er avdráttir, rest-
in er renta.
Sostatt minkar skuldin 10
milliónir um árið.
Í løtuni er skuldin slakar
113 milliónir, ella 2,8
álíkningar.
Glottar fyri framman
Men hetta ber samstundis í
sær, at um eini seks, sjey ár
er skuldin komin niður
ímóti einari álíkning og tá
fer at síggja ljósari út aftur.
Eftir nýggju kommunu-
lógini, kann ein kommuna
ikki skylda meiri enn eina
álíkning.
Skyldar ein kommuna
minni enn eina álíkning,
kann hon læna upp til eina
álíkning. Annars mugu all-
ar útbyggingar gjaldast av
rakstrinum.
Tað ber so aftur í sær, at á
Tvøroyri fer lítið og onki at
verða gjørt av íløgum tey
næstu árini, tí fyribils snýr
tað mesta seg um at gjalda
skuld niður.
Tvøroyrar Býráð setir ófrávíkiligt krav
Tvøroyrar Býráð eru nú í
ferð við at gera ein nýggj-
an leigusáttmál um sam-
ferðsluhavnina á Drel-
nesi.
Tað er ein sáttmáli sum
ásetur,
hvussu
nógv
Strandferðslan skal betala
fyri at brúka havnina.
Men tað er samsatundis
ein sáttmáli, sum ikki
gevur
Strandferðsluni
stórvegis rættindi og tí
kann tað verða so skjótt,
at Smyril verður trokaður
burtur.
Tað er ein eisini ein or-
søk til, at býráðið heldur,
at tað hevur skund at gera
nýggju samferðsluhavn-
ina á Drelnesi.
Sáttmálin kann nevni-
liga verða sagdur upp við
einum mánaða ávaring,
um Býráðið ætlar at brúka
havnina til onnur enda-
mál.
Harumframt
er
tað
greitt, at eftir sáttmálan-
um kann annað virksemi
fara ígongd á Drelnesi,
ímeðan hon eisini verður
brúkt sum samferðslu-
havn. Sostatt kann tað
vera so skjótt, at Smyril
verður trokaður burtur.
Nýggjan sáttmála
um Drelnes
Tvørafólk noyðast aftur at repa seglini
Soleiðis hugsar Landsverkfrøðingurin sær eina nýggja
samferðsluhavn á Drelnesi. Hon ligur beint innanfyri
Lítluhólmar, 800 metrar uttanfyri Drelnes. Men Tvøroyrar
Býráð átalar, at tað als ikki er tikið við upp á ráð
Lítið og onki av nýggjum fer at verða gjørt á Tvøroyri tey næstu árini, men um eini fimm-sjey ár,
fer at síggja ljósari út
- Fólk eru skelkað, og
tey vilja hava hevnd
fyri hesi ræðuligu
álop, sigur Magnus í
Brekkunum, sum er
búsitandi nærindis
New York
YVIRGANGUR
Eyðun Klakstein
Kring alt USA vóru fólk
skelkað av umfatandi yvir-
gangsatsóknini týsdagin,
og eisini føroyingar, sum
eru
búsitandi
í
USA,
merktu avleiðingarnar av
álopunum.
– Alt steðgaði upp,
handlar, bankar og almenn-
ir stovnar lótu aftur, og fólk
fóru heim frá arbeiðið, eftir
at álopini vóru gjørd. Hetta
var ein ræðulig hending, og
fólk eru skelkað, sigur
Magnus í Brekkunum.
Hann
hevur
síðani
november mánað búð í lítla
býnum, Brookhaven, sum
liggur beint uttan fyri
Philadelphia. Tað eru einir
tveir tímar at koyra til New
York, og Brookhaven liggur
eisini nærindis staðnum í
Pensylvania, har eitt flogfar
datt niður.
Magnus arbeiðir sum
elektrikari, men hann hevði
frí frá arbeiði týsdagin
– Tá eg tendraði sjón-
varpið í morgun, var tað
óveruligt at síggja, hvat var
hent. Tað er ikki tað sama at
frætta slíkt, tá tú býrt í Før-
oyum, og nú tá tú býrt mitt
í tí, sigur Magnus í Brekk-
unum, tá vit tosaðu við
hann týskvøldið.
Fólk vilja hava hevnd
Grannar og fólk í býnum,
har Magnus býr, eru sera
illa við av álopunum.
– Fólk eru ill, og tey
krevja hevnd fyri hesi álop-
ini. Kenni eg forsetan rætt,
so fara tey eisini fáa tað. Eg
stúri bara fyri, at alt kann
fara ov vitt, sigur Magnus í
Brekkunum.
– Tað var ræðuligt at
síggja, at nakað so ógvus-
ligt kundi henda so nær hjá
okkum. Tað er trupult at
fata, at hetta er veruleiki.
Fólk halda, at hetta er verri
enn tiltikna álopið á Pearl
Harbour.
Eftir at tíðindini frættust
týsmorgunin um, at umfat-
andi yvirgangsálop høvdu
verið fleiri staðni í USA,
vistu fólk ikki, um álopini
vóru liðugt, ella um meira
var á veg.
– Vit kenna okkum fram-
vegis ikki trygg í, at yvir-
gangurin er steðgaður. Tað
sást eisini í dag, at eingin
kendi seg tryggan. Tað varð
sagt, at amerikanski forset-
in skuldi fara aftur til
Washington, men hann
varð flogin til fleiri onnur
støð í USA við Air Force
One. Vandin fyri fleiri álop-
um var tikin í størsta álvara,
sigur Magnus.
Aftur til arbeiðis
Mikumorgunin
skuldi
Magnus aftur til arbeiðis,
og næsta uppgávan var í
Conneticut, sum liggur
norðan fyri New York.
– Ein starvsfelagið hjá
mær skuldi til arbeiðis har í
dag, men ferðin varð avlýst
orsaka av álopunum. Í
morgin fara vit báðir av-
stað, men vit verða helst
noyddir at koyra ein fittan
umveg, tí allir vegir í nánd
av New York vórðu stongd-
ir í dag, sigur Magnus í
Brekkunum.
– Tað kennist sum alt
steðgar upp, tá nakað so
álvarsamt hendir. Men vit
royna at koma víðari við
gerandisdegnum,
hóast
hetta ræðuliga álop, sigur
Magnus.
- Hetta er ræðuligt
Um tvær vikur skal
HF-flokkur í Klaksvík
til New York á
námsferð, men tað
verður ein fullkomi-
liga broyttur býur, tey
sleppa at vitja. Næm-
ingarnar ætla sær
avstað hóast ræðuligu
hendingarnar í
býnum týsdagin
NEW YORK
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Seinasta árið
hava næmingar á HF-skúl-
anum í Klaksvík savnað
pengar til eina námsferð til
amerikanska stórbýin New
York.
Týsdagin var ferðamálið
hjá HF-næmingunum rakt
av ógvusligum yvirgangs-
álopi, sum eftir øllum at
døma hevur kostað túsund-
tals mannalív. Men hetta
fær ikki næmingarnar at
setast aftur.
– Í løtuni vita vit ikki við
vissu, hvussu tað verður
við ferðini, men tað skulu
vit tosa við ferðaskrivstov-
una um í dag. Vit hava
goldið fyri ferðaseðlarnar,
og verður flogferðslan tikin
uppaftur, so ætla vit okkum
avstað,
sigur
Jákup
Michaelsen, sum er ein av
næmingunum í flokkinum.
16 næmingar og 2 lærarar
skulu á ferðina til New
York, og hóast tey vóru ov-
farin av hendingunum í
býnum týsdagin, so vóna
tey at sleppa avstað. Tey
skulu avstað 28. september,
og tey skulu brúka einar 10
dagar til námsferðina.
Øðrvísi ferð
Mest sum á hvørjum ári eru
næmingar á HF-skúlanum
uttanlands, og tá tey, sum
nú ganga í 2. flokki, byrj-
aðu á skúlanum fyri einum
góðum ári síðani, samdust
tey um, at leiðin skuldi
liggja til USA.
Undanfarin
ár
hava
flokkarnir vitjað í Norður-
londum, ymstaðni kring
Miðalhavi og á onkrum sól-
oyggjum, og hóast ferðini
til New York kostar hálvt-
annað
hundrað
túsund
krónur, so fóru næmingar í
holt við at savna pengar til
hesa ferðina.
Tey hava havt nógv tiltøk
seinasta árið, og so seint
sum seinasta vikuskiftið
høvdu tey loppumarknað,
og um eina góða viku er
tarvakapping á skránni.
Broyttur býur
2. p ætlar sær at vitja ymisk
kend støð í New York, og
nógv av hesum liggja á
Manhattan,
har
eisini
World Trade Center liggur.
Mikumorgunin kallaðu
fólk hjá sjónvarpsrásini
CNN Manhattan fyri eitt
krígsøki, og tað er tað júst í
yvirgangsrakta økinum, at
HF-flokkurin skal halda til
í meira enn eina viku.
– Tað verður neyvan sami
býurin, sum vit ætlaðu okk-
um til, sum vit nú koma
við. Hesar øðiligu hending-
arnar hava uttan iva broytt
býin, heldur Jákup Micha-
elsen.
– Vit hava tosað um ferð-
ina í dag, og hóast fólk eru
illa við av hendingunum, so
ætla øll sær avstað.
Jákup helt fyrst, at talan
var um skemt, tá onkur
ringdi til hann og greiddi
honum frá, hvat var hent í
New York.
– Men hetta vísti seg at
verða óhugnaligi veruleik-
in, og hóast tað er ávísur
spenningur í at fylgja við,
so er hetta ræðuligt, sigur
hann.
Ferðamálið rapaði
HF-næmingar í Klaksvík
skulu um tvær vikur til New
York á námsferð, og hóast
býurin týsdagin var raktur
av øðiligum yvirgangsálopi,
ætla næmingarnir sær avstað
- Tað kennist sum alt steðgar upp, tá nakað so álvarsamt hendir.
Men vit royna at koma víðari við gerandisdegnum, hóast hetta
ræðuliga álop, sigur Magnus í Brekkunum, sum býr nærindis
New York
C
M
Y
K
5
4
Landsfundur Javnaðarfloksins
í Vestmanna 14. og 15. september