Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 176 - 13. september 2001 Nr. 176 - 13. september 2001 7 USA er lýst í krígs- støðu og meginpart- urin av vesturheim- inum er tilbúgvin í sambandi við, at ræðuligastu yvir- gangsatsóknirnar í nýggjari tíð í gjár vórðu framdar móti USA YVIRGANGUR John Johannessen Tað var ein skelkur fyri all- an heimin, tá sjónvarps- og útvarpsstøðir týsdagin still- aðu beinleiðis yvir á gøt- urnar í New York at siga frá, at tvey fløgfør høvdu rent beint inn í bæði tví- buratornini í World Trade Center. Ruðulleikin byrjaði klokkan trý korter til níggju lokala tíð, tá eitt flogfar rendi beint inn í tað syðra av teimum báðum 410 metra høgu tvíburatornun- um av World Trade Center. Longu 18 minuttir seinni rendi næsta flogfarið í norðara tornið. Og nú var greitt, at talan ikki var um nakað óhapp, men um bein- leiðis yvirgang. Síðani ganga 52 minuttir, og meðan World Trade Center stendur í ljósum loga og ruðulleiki valdar í New York, frættist, at eitt triðja flogfar hevur rent seg inn í risa bygningin hjá Pentagon í stjórnarbýnum, Wasington Tøma bygningar Um hetta mundið verða allir almennir bygningar í meginpartinum av USA tømdir fyri fólk. Sjálvt Hvítu Húsini verða tømd, og tíðindi frættast um, at roykur kemur úr Hvítu Húsunum, og at ein bil- bumba er brostin í parker- ingskjallaranum í Uttanrík- isráðnum. Men hesi tíðind- ini verða seinni avsannað. Ruðulleikin er nú full- komin – halda fólk. Men tað ganga ikki meira enn fimm minuttir, til syðra tvíburatornið í World Trade Center fellur saman sum eitt korthús og betong og stál fýkur yvir trongu gøt- urnar í miðjum New York. Hetta hendi klokkan 10.00 lokala tíð. Ein tíma eftir, at flogfarið rakti tornið. Síðani ganga ikki meira enn 28 minuttir, til tað norðara tornið eisini dettur saman. Nú liggja tey bæði tornini, sum eru umleið 100 metrar hægri enn Beinisvørð, sorað í gøtunum í New York. Og lítið bil seinni, hoyr- ist, at eitt fjóðra flogfar er dottið niður í ein lands- synning úr Pittsburg í Pen- sylvania. Heimskreppa Nú er fullkomin ruðulleiki. USA verður lýst í krígs- rættarstøðu, og allur heim- urin er á gosi um tað, sum er hent. Stjórnarleiðarar, bæði í Miðeystri og í vest- ara heiminum skunda sær at fordøma atsóknina móti USA. Eingin veit, hvør hevur framt atsóknina, og stjórn- arleiðarar meta støðuna so álvarsama, at full tilbúgv- ing verður sett í verk. Hetta er eisini galdandi her heima í Føroyum, her Marinustøð- in í Havn og Nato støðin í Mjørkadali eru fult tilbún- ar, um nakað víðari skuldi hent. Í skrivandi stund, beint fyri middag mikudagin før- oyska tíð, er enn ikki greitt, hvør framdi atsóknina móti USA. Men amerikanski forsetin, George W. Bush, hevur lovað amerikanska fólkinum, at atsóknin skal verða hevnd. Og hann hev- ur eisini sagt, at londini, sum hýsa yvirgangskropp- unum ikki skulu kenna seg trygg. Amerikonsk bløð vita at siga, at fimm illgrunasamir arabar eru tiknir í USA við handbókum til flogfør hjá sær. Men enn er ikki greitt, um hesir hava samband við atsóknina. Tó siga tíðinda- stovur, at myndugleikarnir hava greiðar ábendingar um, at múgvandi yvir- gangskroppurin, Bin Ladin, sum hevur lýst heilagt kríggj móti USA, hevur samband við atsóknina. bin Ladin goymir seg í Afgan- istan. Bløðini í USA eru farin at leggja trýst á amerik- anska forsetan um at hevna atsóknina, og í oddagrein mikudagin sigur Washing- ton Post, at tjóðin miðvíst má fyrireika seg til aldar- innar fyrsta kríggj, ið byrjar við at finna og revsa, teir, ið stóu fyri hópdrápinum. Yvirgangur hóttir heimsfriðin Allur heimurin er á gosi eftir herviligu yvirgangsatsóknina, sum í gjár varð framd móti USA. Her síggja vit, tá eitt Boing 767 ferðafólkaflogfar verður rent inn í tað norðara av tvíburðatornunum í World Trade Center í New York Øll tann danska verj- an um alt ríkið hevur fingið boð um at herða eftirlitið við, hvør vitjar hernaðar- støðirnar. Í Føroyum merkist yvigangurin í USA soleiðis, at portrini til Færøernes Kommando eru stongd, og eftirlitið er hert EFTIRLIT Stefan í Skorini Eli Lyngvej-Larsen, sum er pressutalsmaður hjá Færø- ernes Kommando í Føroy- um, sigur, at allar støðirnar hjá donsku verjuni hava fingið somu boð. Tey siga, at øll skulu herða eftirlitið við teimum, sum vitja støðir og øki hjá danska herinum. Tað ber í sær, at tey skulu hava eyg- uni við óviðkomandi fólki og akførum, sum ætla sær inn á hernaðarøki. Í Føroyum vil hetta siga, at portrini til økini hjá danska herinum í Mjørka- dali og við Hoyvíksvegin í Havn eru stongd allan dagin. Vanliga hava hesi portrini verið opin í ar- beiðstíð, men annars stongd. Øll tey, sum hava ørindi á hesum økjum, skulu geva til kennar, hvørji tey eru, áðrenn tey fáa atgongd. Orsøkin til hesi trygdar- tiltøk eru yvirgangsálopini á stjórnar- og skrivstovu- bygningar í USA, sum vórðu framd týsdagin, har túsundtals fólk hava latið lív. Danska verjan vil tryggja allar sínar bygning- ar ímóti álopum, sum kunnu koma fyri. Tí verður eftirlitið hert. Annars sigur Eli Lyng- vej-Larsen, at radarin á Sornfelli hevur vanligt eft- irlit við loftrúminum við Føroyar, og hetta gongur sína dagligu gongd. Færøernes Kommando herðir eftirlitið: Portrini stongd Síðan yvirgangin í USA týsdagin hevur Færøernes Kommando hert eftirlitið við teirra støðir í Føroyum. Her er tað portrið til støðina við Hoyvíksvegin, sum er latið aftur Mynd: Jens Kr. Vang Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur sent amerikanska forsetanum sam- kenslufjarrit í sambandi við yvir- gangsatsóknirnar móti USA YVIRGANGUR John Johannessen – Føroyska fólkið ynskir at sýna tær og ameri- kanska fólkinum okkara djúpastu í sambandi við yvirgangsatsóknirnar. Eg ynski tær, harra for- seti, og øllum fólkinum í USA Guðs signing og styrki í komandi tíðum. Soleiðis sigur Anfinn Kallsberg, Føroya Løg- maður, millum annað í samkenslufjarriti til George W. Bush, forseta USA. Høgni Hoydal hev- ur í sambandi við yvirgangsatsóknir- nar í USA biðið um at fáa útsett sam- ráðingarnar, sum í gjár skuldu vera við danska løgmálaráð- harran um yvirtøku av løgregluni YVIRGANGUR John Johannessen Fundurin, sum í gjár skuldi vera millum danska uttanríkisráðharr- an, Frank Jensen, og Høgna Hoydal um yvir- tøku av løgregluni, er útsettur til 26. september. Tað er Høgni Hoydal sjálvur, sum hevur tikið stig til at útseta fundin. »Eg havi sjálvur skotið upp at útseta fundin, tí eg haldi tað vera rættast og virðiligast at lata orkuna og tankarnar dvøla við skelkandi sorgarleikin í USA, sum upptekur øll fólk og allar myndug- leikar í heiminum«, sigur Høgni Hoydal í tíðinda- skrivi. Fundurin hevði helst kortini verðið avlýstur, tí Frank Jensen er við í ser- ligu trygdarnevndini, sum er sett í sambandi við, at Danmark er til- búgvið. Løgmaður sýnir samkenslu Samráðingarnar um løgreglu útsettar Í fyrstu syftu er tað stóra óvissan eftir yvirgangsálopið í USA, sum ávirkar partabrævamarknaði n og oljuprísin, men tað er ov tíðliga at gera nakra niður- støðu, um hvussu hendingarnar fara at ávirka heimsbúskap- in í longdini, sigur stjórin á Kaupthing BÚSKAPUR Eyðun Klakstein Altjóða fíggjarheimurin reageraði ógvusliga eftir yvirgangsálopið í USA týsdagin, men enn er óvist, hvussu álopið fer at ávirka heimsbúskapin í longdini. – Týsdagin var eina afturgongd í partabræva- virðinum, og orsøkin til var, at stór óvissa er um ymisk viðurskifti í ameri- kanska búskapinum eftir eina slíka hending, sigur Petur Holm, stjóri á Kaup- thing. Spurningurin er, hvussu slíkt yvirgangsálop fer at ávirka nýtsluna hjá privata brúkaranum, hvussu øktar verju- og trygdarútreiðslur fara at ávirka amerikansku fíggjarlógina og fyritøkur, og hvussu hugurin verður at gera íløgur í USA eftir álopið. – Í løtuni er alt óvist, og tað ávirkar virðið á parta- brøvunum, men tað verður ikki fyrr enn nakrar vikur eru gingnar, at tað ber til at siga, hvørjar búskaparligar avleiðingar yvirgangurin í USA fer at hava við sær, sigur Petur Holm. Í gjár var partabræva- marknaðurin í New York afturlatin, so tað bar ikki til at siga, hvussu hann var ávirkaður av álopinum týs- dagin. Oljuprísur fór upp Hendingin týsdagin ávirk- aði ráoljuprísin, sum fór munandi upp. Beint eftir álopið í New York fór prís- urin upp við 1, 75 dollarum fyri tunnuna, og tað fekk prísin at nærkast teimum 30 dollarunum fyri tunn- una. – Hvørja ferð illgruni er um, at ein hending ella støða kann ávirka Miðeyst- ur á onkran hátt, so hækkar oljuprísurin. Vísir tað seg, at okkurt land í Miðeystri er uppi í álopinum á USA, so fer tað at merkja hægri oljuprísir, sigur Petur Holm. – Vísir tað seg hinvegin, at Miðeystur einki hevði við hendingarnar at gera, og tað til dømis er Afghanistan, sum er uppi í, so fer tað ikki at fáa somu ávirkan á oljuprísin, sigur stjórin á Kauphting. Hann heldur ikki, at føroyski búskapurin fer at merkja stórvegis til hend- ingarnar í USA, men ein avleiðing kann verða, at oljuprísurin eisini fer at hækka hjá okkum. – Tað kann eisini fara at vísa seg, at tað verður amerikanski búskapurin, sum fer at merkja avleið- ingarnar, meðan eitt nú tann europeisku búskapurin – so løgið tað ljóðar – fer at hava fyrimunir av álop- inum, sigur Petur Holm. Hann leggur tó dent á, at í løtuni er stór óvissa um búskaparligu avleiðingar- nar, og tað verður ikki fyrr enn ein tíð er fráliðin, at tað ber til at siga ítøkiligt, hvørjar avleiðingarnar eru. Petur Holm, stjóri á Kaup- thing, heldur ikki, at føroyski búskapurin fer at merkja stórvegis til hendingarnar í USA, men ein avleiðing kann verða, at oljuprísurin eisini fer at hækka hjá okkum Havnarfólk upplivdu enn eitt álop við knívi týskvøldið. Ein drongur var skorðin fleiri ferðir í andlitið, og okkurt bendir á, at hetta álopið hevur samband við hend- ingina í badminton- høllini HARÐSKAPUR Stefan í Skorini Innan tríggjar dagar eru tvey álop við knvívi farin fram í Havnini. Báðu ferð er talan um ógvuliga grov- an harðskap. Og tað eru heilt ungir dreingir, ið standa fyri hesum álvar- somu álopum. Týskvøldið spákaði ein 15 ára gamal drongur undir Glaðsheyggi. Brádliga koma átta (8) ungir dreingir og leggja á tann einsamalla drongin. Hann verður skorðin einar ellivu ferðir í andliti og bløðir illa. Teir átta gerningsmenn- inir vóru allir í svørtum klæðum og høvdu elefant- húgvur, sum fjaldu and- litini. Løgreglan heldur, at teir eru í aldrinum 15-18 ár. Líkt er ikki til at álopið er framt spontant, men at tað er lagt til rættis framman- undan. Tann álopni gongur vanliga á hesum leiðum, og tá teir átta dreingirnir síggja tann 15 ára gamla, fara teir at ganga skjótari og fanga hann at enda. Hann verður hildin niðri, meðan ein drongur skerð hann í andlitið. Tað eftir øllum at døma ein ólóg- ligur springknívur, sum er nýttur í hesum álopinum. Drongurin varð hildin í einar tríggjar minuttir, áðr- enn dreingirnir fóru avstað, sum um einki var hent. Tey umleið ellivu sárini drongurin fekk, eru ikki serliga djúp, og tí er hann ikki innlagdur á sjúkra- húsið. Hann bløddi tó illa. Fekk hóttan Løgreglan sigur við Sosi- alin, at tann álopni fekk eitt SMS um fartelefonina nakað fyrr um dagin. Hetta boðið varð sent um inter- netið, og tí ber ikki til at siga uppá standandi fót, hvør hevur sent tað. Kanska Føroya Tele hevur ein møguleika at spora hetta boðið. Hetta var eitt hóttandi boð, men løgreglan vil ikki siga, hvat stóð í hesum boðnum, drongurin fekk. Tann álopni er vinmaður við tann drongin, sum framdi álopið uppi í bad- mintonhøllini leygarkvøld- ið, tá ein drongur misti sjónina í øðrum eyganum. Tí er okkurt, sum bendir á, at hesi bæði álopini hava samband hvørt við annað. Løgreglan vil tó ikki vátta, at so er. Jón Klein Olsen, støð- leiðari, sigur, at løgreglan hevur ávísar persónar í kik- aranum, sum teir hava ill- gruna um. Dreingirnir ferðast í sama umhvørvið, og tað er onkur innan hetta um- hvørvið, sum skal geva løg- regluni upplýsingar um á- lopið ella gerningsmenn- inar. Óvissan ávirkar búskapin Enn eitt álop við knívi C M Y K 7 6