fríggjadagur 12. desember 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 12. desember 2008
39
tíðindi
Heimsfinalan í GBOB kapping
ini verður hildin í Scala í
London nú sunnukvøldið 14. og
mánakvøldið 15. desember. Í
fjør vann føroyska umboðið,
Boys in a Band. Spennandi
verður at vita, hvussu føroyska
umboðið 2008, Ladyfire, fer at
klára seg
»Gloym alt um falskar Pop
Idol kappingar og alt annað yvir
gjørt karaoke tvætl har úti.
Hetta er the real deal fyri
ordiligar bólkar, sum spæla
ordiligan tónleik – live.«
Soleiðis stendur at lesa á altjóða
GBOB heimasíðuni, sum í
hesum døgum boðar frá harðari
kapping í heimsfinaluni í
London um vikuskiftið. »Støðið
á bólkunum er serstakliga høgt,
og vit rokna við, at tað liggur
dómarunum ein torfør uppgáva
fyri framman.«
Føroyska umboðið í ársins
GBOB kapping, Ladyfire, skal
kappast ímóti 25 bólkum um
heiðurin sum »Besti nýggi bólk
ur í heiminum« og teir 100.000
amerikansku dollararnar. Vit
fylgja spent við her heimanifrá
og ynskja teimum góða eydnu
við framførsluni.
Ladyfire í GBOB
heimsfinaluni
sunnukvøldið
Lena sigur um lívið og alt rund
anum, tá hon greiðir frá, hvat løg
ini hjá teimum snúgva seg um.
Til dømis segði hon um lagið
»Stones in My Pocket«, at tað
varð skrivað einaferð, tá hon
hevði ein av sínum ringastu døg
um nakrantíð og kendi tað sum
um, at hon antin mátti doyggja
ella skriva tónleik. Hon valdi at
skriva, og hetta lagið kom so
burturúr. Eitt skilagott val, sum
eisini sigur nógv um týdningin,
sum tónleikur hevur.
Síðsta tónleikaframførslan og
høvuðsnavnið hetta kvøldið, var
ORKA við Yann Tiersen. Av tí at
bólkurin hevur spælt so nógv í
seinastuni, er manningin í ordi
ligari venjing og spælir framúr
væl saman. Íverksetarin av
ORKA, Jens L. Thomsen, hevur
saman við Yann Tiersen gjørt
tvey nýggj ljóðføri, sum Tiersen
spælir á. Hesi eru 1) Noisolin:
ein violinlíknandi træðpinnur, ið
hann strýkur og slær á við einum
violinboga og 2) Harpobol: ein
harpulíknandi parabol, sum
hevur fingið streingir í ta opnu
síðuna. Bæði hesi ljóðførini vóru
hugtakandi og góvu eina væl hós
kandi fyllu til heildina. Eg helt
serliga, at noisolinin riggaði væl
afturvið lærlampuni, sum Bogi á
Lakjuni spælir á. Harpobolin var
eisini feit uppá tann mátan, at
hon ljóðaði eitt sindur sum ein
kinesisk spælidós og gav tí ljóð
myndini eitt heilt nýtt og spenn
andi element. Onnur nýggj ting í
framførsluni hjá ORKA var ein
lítil jarnklokka, sum Bogi á
Lakjuni eisini spældi á við at sláa
eina tong á hana og so eitt stórt
rør, ið Jens L. Thomsen brúkti at
sláa bongorútmur á. Umframt
hetta legði eg eisini til merkis, at
Ólavur Jákupsson, sum annars
eisini spælir á fløskuorgul og
vinkulslípara, brúkti eitt chaos
pad til at livesampla lærlampuna
hjá Boga á Lakjuni. Fekk at vita
aftaná, at Jákupsson í Fraklandi
hevði gjørt hetta við bæði
lærlampuna og við noisolinuna
hjá Tiersen. Rættiliga imponer
andi.
Tað koyrdi generelt væl hjá
teimum; pelabassurin hjá Jens L.
Thomsen var sikkur og kontantur
afturvið tunnutrummunum hjá
Jógvan Andreas á Brúnni, og
Kári Sverrisson var ordiliga í
essinum á bæði boga og sað og á
hydroharpuni. Vit hoyrdu løgini
frá fløguni hjá ORKA, Livandi
Oyða, umframt nøkur nýggj, feit
løg, sum eg ikki fangaði heitini
á.
Hetta er sikkurt alt ómøguligt
at ímynda sær við øllum hesum
merkverdugu ljóðførunum, um
man ikki hevur sæð bólkin live.
Men tað nyttar einki hjá mær at
royna at greiða víðari frá, hvussu
tað sær út og ljóðar. Tað má upp
livast.
ORKA vórðu klappaðir inn
aftur, tá teir vóru farnir av palli
num, og framførdu aftur eitt nýtt
lag við yrking hjá Jóanes Niel
sen.
Óhepnar løtur
Framførslurnar hetta kvøldið
vóru ógvuliga ymiskar, summar
framúr góðar og summar eitt sind
ur haltandi. Alt í alt var hetta tó
eitt heilt fínt tiltak líka burtursæð
frá ljóðinum, sum var fullkomi
liga av leið næstan alla tíðina. Í
mest sum øllum framførslunum –
tónleiki ella sjónleiki – var einki
skil á ljóðstyrkini á teimum
ymsu ljóðførunum. Tíbetur lati
eg ikki tað oyðileggja eitt upp
livilsi, men tað er eitt sindur ov
galið. Serliga tá hugsað verður
um, at hetta also er í Norður
landahúsinum, sum nokk hevur
tann besta akustikkin í landinum.
Man krevur sjálvandi eitt sindur
meira, tá umstøðurnar eru í topp
klassa, og verður skuffaður, um
tað ikki er í ordan.
Harafturat manglaði sum sagt
betri coordinering, tá tað skifti
millum framførslurnar. Onkuntíð
máttu vit sita í totalum friði í upp
til fleiri minuttir, meðan bólkar
nir gjørdu seg klárar á pallinum.
Tað eru allir møguligir mátar,
man hevði kunnað forða fyri tí,
men eg tími ikki at spæla meira
klók uppá tað. Lat fara. Mær
dámdi væl at vera har, stemning
urin var góður, tónleikurin áhuga
verdur, og eg hugnaði mær.
Hevði man bara kunnað upplivað
meira av slíkum eitt púra vanligt
mikukvøld í Havnini.
r við stíli
Guðrið Hansdóttir var tann fyrsta
av teimum fýra tónleikabólkunum,
sum framførdu.
Mynd: Regin W. Dalsgaard
Lena og Niclas hugtóku við sínari jarðbundnu framførslu.
Mynd: Regin W. Dalsgaard
Les meira um Amnesty og Small Places Tour her:
www.amnesty.fo
www.smallplacestour.info
Hoyr bólkarnar, sum framførdu, á myspace:
www.myspace.com/orkaonline
www.myspace.com/lenamusicroom
www.myspace.com/gudridhansdottir
www.myspace.com/theghostband1
Les um og hoyr tónleikin hjá Yann Tiersen her:
www.myspace.com/yanntierseninprogress
www.yanntiersen.com
Ladyfire eru: Filip Mortensen, Andreas Dalsgaard, Hanus Andreasen og
Heini Martin Niclasen
Mynd: Eyðun Müller
Boys in a Band vunnu í fjør altjóða GBOB kappingina, og í ár eru tað
Ladyfire, ið skulu kappast um heiðurin millum 25 aðrar tjóðir
Mynd: Eyðun Müller
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
post@sosialurin.fo
Les meira um kappingina á www.gbob.com