Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 tíðindi Nr. 240 - 12. desember 2008 Mikudagin 10. desember var forvitnisligt tiltak í Norðurlandahúsinum í samband við, at heimsyvir­ lýsingin hjá ST um manna­ rættindi bleiv 60 ár. Skráin innihelt tónleik frá millum annað ORKA saman við heimskenda komponist­ inum og tónleikaranum Yann Tiersen. Harumframt var sjónleikur framførdur, og myndlist frá Scrub­Art víst fram Ummæli Fyrradagin vóru tað 60 ár síðani, at heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi varð tikin í brúk. Føðingardagin hevur Amnesty International seinastu tíðina fagn­ að við átakinum »Small Places Tour 2008«. Endamálið við átaki­ num hevur verið at varpa ljós á brot á mannarættindalógina, rekrutera eitt nýtt ættarlið av mannarættinda aktivistum og at savna saman pening til altjóða virksemið hjá Amnesty. Hetta hevur verið gjørt við tiltøkum í bygdum og býum kring allan heimin, í stórum konserthøllum eins væl og smærri. Tiltakið hjá føroysku Amnesty deildini var í Norðurlandahúsinum mikudagin – á sjálvum 60 ára degnum. Ein breið skrá Á skránni hetta kvøldið var fram­ sýning av listaverkum, ið Scrub­ Art hava gjørt, framførsla av sjón­ leiki og dansi og tónleikafram­ førslur frá Guðrið Hansdóttir, The Ghost, Lenu Anderssen og ORKA. Men tað heilt serliga hetta kvøldið, kanska serliga fyri mítt viðkomandi sum tónleikaá­ hugað, var, at høgt viðurkendi, franski tónlistamaðurin Yann Tier­ sen framførdi saman við ORKA. Hann er millum annað tann, sum skrivaði tónleikin til stórfilmar­ nar Amélie (2001), Good Bye Lenin! (2003) og Tabarly (2008). Harafturat hevur hann á seinastu studiofløgu síni, Les Retrou­ vailles, samstarvað við Elizabeth Fraser, fyrrverandi songkvinnuna í Cocteau Twins, sum eisini hevur sungið á nøkrum løgum hjá Massive Attack. Eitt nú á ein­ um teirra kendasta lagi »Tear­ drop«. ORKA hevur seinastu mánaðar­ nar arbeitt saman við Tiersen um at framføra sum høvuðsnavn á kula, alternativa festivalinum Trans Musicales í Rennes, Frak­ landi. Tað hevur gingið framúr væl hjá teimum har niðri, sum staðfestir seg sjálvt í tí, at teir framførdu heilar seks útseldar konsertir fyri bæði festivalvitjan­ di og einari rúgvu av viðurkend­ um journalistum og fólki í tón­ leikavinnuni. Hetta er festival­ urin, sum fann millum annað Portishead og fekk tey fram á tón­ leikamarknaðin, so tað er ikki til at ímynda sær, hvat hetta kann gera fyri ORKA. Um kortini also verða spæld rætt. Men aftur til tiltakið í Norður­ landahúsinum... Innleiðingin Kvøldið byrjaði við, at ein stutt­ filmur varð vístur á stórskíggja. Hetta var ein rættiliga serstakur svart­hvítur teknifilmur, sum lýsti, hvussu undirskriftir kunnu bjarga lívum. Síðani kom Elin Mortensen, samskipari hjá føroys­ ku Amnesty deildini, og bjóðaði vælkomin og greiddi heilt stutt frá endamálinum við tiltakinum. Aftaná hana var eitt stutt innslag við dansi og sjónleikakendum upplesturi úr mannarættinda­ lógini. Hesi innsløgini endurtóku seg ímillum hvørja tónleikafram­ førslu ígjøgnum kvøldið og høvdu til endamáls at lýsa trupul­ leikarnar í heiminum við manna­ rættindabrotum. Eg helt, at tað kundi verið væl betri koordinerað og rutinerað, enn tað var. Teir vóru tríggir ungir menn, ið siter­ aðu lógina, men av tí at tann eini tóktiskt fullkomiliga ósikkur og líkasælur, bleiv tað eitt sindur kiksað og pínligt og gjørdi, at boðskapurin ikki ordiliga kom ígjøgnum – í hvussu er ikki hjá mær. Dansurin var harafturímóti rættiliga hugtakandi og lýsti við kropsrørslum allar møguligar mátar, sum menniskju kunnu kúga og blíva kúgað uppá. Tónleikurin fylti mest Fyrsta tónleikaframførslan var frá Guðrið Hansdóttir. Hon stóð einsamøll á pallinum í einum fantastiska flottum retrokjóla við gittara í hond. Hon riggaði væl og spældi nøkur av sínum bestu løgum, so sum »Do You Believe?« og »Sleeping With Ghosts«, men eg saknaði meira av nærveru; at hon ordiliga gav seg, sum hon plagar. Tað tóktist nevniliga sum um, at hon helt sær eitt sindur aftur og kanska ikki ordiliga tordi at uttrykkja seg allan vegin. Virkaði eitt sind­ ur smæðin og móð. Men tað er ikki heilt óvanligt, at ein artistur hevur tað soleiðis onkuntíð. Hon plagar nevniliga altíð at vera 100 prosent on, so eitt undantak er til at liva við. Næstir vóru The Ghost. Teir spældu fyrst trý spildurnýggj løg, sum ljóðaðu spennandi, men enn mangla at blíva ordiliga struktur­ erað. Hesi vórðu fylgd av tveim­ um eldri, eftirhondini væl kend­ um løgum, nevniliga »Super­ hero« og »Something New«. Teir vóru feitir, sum teir plaga at vera, og tað eydnaðist ógvuliga væl hjá oddamanninum, Filip Morten­ sen, at sjarmera allan salin. Eg helt kanska serliga, at tað vóru tær eldri damurnar, sum fnisaðu, tá hann tosaði og dansaði uppá sín fríska máta. Hann hevur fang­ að okkurt har. Aftaná eina stutta pausu áttu Lena Anderssen og Niclas Johannesen pallin. Eg innsá ordi­ liga hetta kvøldið, hvussu kul tey faktiskt eru. Ikki tí at hendan framførslan var nakað eksep­ tionelt, men bara tí at tey altíð eru so ektað; spæla sín tónleik og gera tað niðri á jørðini og av øll­ um hjarta. Mær dámar eisini so ræðuliga væl tey tingini, sum Mannarættindafagnaður Franski tónlistamaðurin og komponisturin Yann Tiersen var komin til Føroyar fyri at framføra saman við ORKA. Mynd: Regin W. Dalsgaard Bólkurin ORKA var júst komin heim frá konsertferð í Europa og var í góðari venjing til framførsluna mikukvøldið. Mynd: Regin W. Dalsgaard Filip Mortensen í The Ghost fekk allan salin at smílast við sínum sjarmerandi skemti. Mynd: Regin W. Dalsgaard Tónleikur