Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 12. desember 2008 37 eru sambært Lindsay og Tim LaHaye Russland. Ein annar talsmaður, Charles Dyer, vil vera við, at innrásin hjá Saddam Hussein í Kuwait verður avmyndað í Jesaia 13 (Sizer 133). Men tá ið sami Jesaja sigur, at “dagur Harrans er í nánd”, kemur trupulleikin, tí “í nánd” kann ómøguliga, fyri einari bókstavtrúgvari fatan, merkja um 2.500 ár. So her noyðast teir “literalu” eksegetarnir at fara burtur frá síni egnu fundamentalismu, um kabalan skal ganga upp. Dagførd bíbliureingjan Ein lesari við vanligum gonguviti kann illa koma til aðra fatan, enn at hesir talsmenn, sum gera seg til serfrøðingar, eru – um ein orðar seg varliga - fuskarar í fakinum. Sum heild ber til at siga um teirra bíbilsku hermeneutikk, at hon er eitt slag av støðugt dagførdari bíbliureingjan. Men hon avdúkar samstundis ein heilt serligan hugburð yvir av halgu- bók. Tey flestu, sum skriva um bíbliuna - ein kristin søgufrøð- ingur sum Hans Andrias Sølvará, ein kritiskur humanistur sum Hjalmar Söderberg, eisini ateistiskir granskarar - fara um skriftina við virðing fyri teksti- num. Hesir kristnu zionistar fara um skriftina við størstu vanvirðing. Men meira ræðandi enn van- virðingin fyri halgubók er tann lagna, hesir menn ætla jødunum og Ísraels borgarum. Tí orðini “strika Ísrael av landkortinum” hóska veruliga til teirra kreativa bíbliubókhald. Um hvussu fer at ganga ísraelum í tí kríggi, sum teir kristnu zionistarnir á kunstigan hátt ætla at skapa, skrivar Hal Lindsey í The Final Battle: Teirra hold skal verða tært burtur av teirra beinum, teirra eygu úr teirra eygnaholum, og teirra tungur úr teirra munnum, meðan teir standa á beinunum (Zakarja 14:12). Hetta er nett tað, sum kemur av tí ógvusligu geislingini frá eini neutron­ bumbu. (Sizer 195, Zakarja- brotið týtt úr amerikonskum). Eitt hav av blóði Lindsey førir fram, at eitt strekki upp á væl meira enn 300 kilo- metrar (200 miles) frá Jezreel- dalinum nær við Megiddo tvørtur um Jordan-dalin oman til Deyða- hav og víðari til Aqaba-víkina fer at fyllast við líkum av djórum og menniskjum og við blóði. Hann skrivar: Tað er næstan ógjørligt at ímynda sær dalin fyltan við blóði í fimm fóta hædd! Men tað er neyvt tað, sum Gud boðar frá, og hann heldur altíð orð. Summi hava spurt: “Fer blóðið ikki at storkna og ikki renna?” Blóð storknar ikki í ógvisligari geislan ... Orsakað av tí sterku geislingini storknar blóðið ikki. Tað verður í bókstavligari merking eitt hav av blóði fimm føtur djúpt. (Sizer 195-196). Hitlers verk fullført Ein annar kristin-zionistiskur serfrøðingur, Louis Goldberg, skrivar: Tann ræðuleiki! Tann oyði­ legging! Hvussu kunnu vit so mikið sum tosa um tað? Tað átti at fingið hvørt menniskja at grátið. Meðan ovnarnir í Auschwitz og Bergen­Belsen enn eru heitir í minninum á mongum ið hava livað jødatýningina av, hvussu kunnu vit so mikið sum hugsa um at ímynda okkum eitt annað hópdráp? (Sizer 197) Og her eru vit helst við málsins kjarna. Sum øllum upplýstum fólki kunnugt, týndu nazistarnir 6 milliónir av jødum, serliga árini 1941-45. Hetta var ein avleiðing av teirri antisemitismu, sum er sprottin beinleiðis úr kristindóminum, og sum bæði katólskir og lutherskir kirkju- menn, teirra millum eisini Luther sjálvur, hildu við líka. Um tann komandi undirgangin skrivar Tim LaHaye: Trongdartíðin hjá Jákupi, spádd í Jeremiasi 30:7 verður við vissu nógv verri enn tann spanska inkvisitiónin ... ella enntá jødatýningin hjá Adolf Hitler. (Sizer 194). Sum politisk rørsla hevur tann kristna zionisman tann seinasta mansaldurin havt stóra ávirkan á ísraelskan politikk. Rørslan styðjar tann ísraelska apartheid- politikkin, virkar ímóti at lata palestinar fáa eitt ríki og roynir tað hon er ment at birta upp undir ófrið og kríggj. Rørslan eigur eisini sín lut í, at ísraelar frá 1967 gjørdu ta dáragerð at fara undir búsetingar á Vestara Áarbakka. Hesin politikkur hevur havt við sær, at jørðin verður rænd frá hennara eigarum, og at fólkið á staðnum, eisini kvinnur og børn, verða jagstrað og myrd. Hann er (sum greitt verður frá í bókini Occupied Territories eftir Gershom Gorenberg, I.B. Tauris 2007) tann størsta forðingin í dag fyri einum tryggum framtíðar Ísrael. So eisini sum politisk rørsla hava hesir kristnu zionistar bæði skatt Ísraels umdømi í ólukkumát og verið við til at skapa ta demografisku fellu, sum landið nú kennir seg hótt av. Kristnir zionistar dylja heldur ikki fyri, at teir vilja hava Ísrael og USA at fara í kríggj móti Iran. Um Sýria sigur Hal Lindsey stutt og greitt (Clark 153): - I wish the US would obliterate Syria. Orðið “obliterate” merkir “týna, so einki lív er eftir”. Nazistarnir brúktu orðið ausradieren. Minnismerkir eftir teirra politikk eru Auschwitz, Bergen Belsen og Buchenwald. Verkið hjá Theodor Herzl Tað er undirritaða greitt, at ymiskt í hesi grein kann tykjast ógvisligt, ótrúligt ella ov nógv avgjørt. Men veruleikin er, at eg havi roynt at greiða sakliga frá hesi rørslu, at orða meg varliga og at loypa tað ringasta og ótespiligasta um. Eg kann nevna til seinast, at Pat Robertson og bíbliulærarin Kay Arthur, sambært Victoriu Clark, alment hava sagt, at “Gud í 1995 drap forsætisráðharran Yitzhak Rabin”, og at Robertson í 2006 segði, at tá ið Ariel Sharon fekk eina heilabløðing og fall í óvit, var hetta “Guds revsing”, tí hann læt Ísrael taka seg aftur úr Gaza. (Clark 299). Henda grein er skrivað av umsorgan fyri Miðeystri, fyri lagnuni hjá arabarum og palestinum, og somuleiðis fyri lagnuni hjá ríkinum Ísrael og tess framtíð. Sum m.a. Ehud Olmert nú boðar frá, er tað ongantíð meira umráðandi enn nú, at palestinar fáa sítt ríki, at friðaravtala verður gjørd við Sýria, og at tann hegemoniala kappingin millum høvuðslondini Iran og Ísrael verður beind inn á kyrt vatn. Meginhugtakið í tí tilfari, sum her er lagt fram, er tann bókstav- trúgva skriftfatanin, tað, vit vanliga rópa fundamentalisma. Henda ráa (og í okkara tíð vitleyst avskeplaða) hermeneutikk drívur bæði Pat Robertson, Hal Lindsey og, í einum øðrum trúarhøpi – teirra hugmyndafrøðiligu frændur Saiyid Qutb og Osama bin Laden. Tað hevði verið spell, um ein bíbliufatan, sum umframt at vera primitiv er eyðkend av med- vitnari reingjan – og sum avdúkar ein undranarverdan vesældóm, har tað snýr seg um at fata eina skrift ella eina útsøgn allegoriskt - slapp at beina fyri verkinum hjá Theodor Herzl. Stephen Sizer: Christian Zionism. Road­map to Armageddon? IVP Academic. Illinois 2004. Grace Halsell: Forcing God´s Hand. Why Millions Pray for a Quick Rapture – And Destruction of Planet Earth. amana publications. 2003. Victoria Clark: Allies for Armageddon. The Rise of Christian Zionism. Yale University Press. New Haven and London 2007. Hal Lindsey: Ísrael fer at flóta í einum fimm fóta høgum blóðfossi Pat Robertson: Gud drap Yitzhak Rabin