Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 240 - 12. desember 2008 Hanus Kamban Eigur Ísrael at vera til? Flestøll fólk í Europa og USA, og eisini í fjarskotnari londum, eru samd um, at ríkið Ísrael, sett á stovn í 1948, hevur rætt at vera til, og eru samd um at tryggja henda rætt. Nøkur av hesum fólkum kunnu tó ikki góðtaka, tá ið sama land í summum førum fer langt út um sámuligt mark, eitt nú har tað snýr seg um at kúga palestinar, nokta teimum eitt ríki, sýta teimum endurgjald fyri framdan órætt og at taka frá teimum land, sum Ísrael ongan rætt hevur til. At menn sum Osama bin Laden ella Mulla Omar neyvan unna hesum ríki nakran tilveru­ rætt, man lítil ivi vera um. Fara vit aftur í tíðina, so vita vit, at Amin al Husseini, stórmufti í Jerusalem í síni tíð, samstarvaði við tað nazistiska stýrið í Týsk­ landi. Men, so merkiligt tað kann ljóða, virka á okkara døgum talsmenn fyri eini kristnari rørslu í vesturheiminum dag og nátt fyri, at Ísrael skal ganga undir og tess borgarar láta lív í viðurskiftum so ræðuligum, at vanligt vit illa kann ímynda sær tað. Henda rørsla, sum rópast Kristnir Zionistar, fatar um ymiskar samkomur og felags­ skapir. Hon heldur til í USA og er kanska tann størsta og ríkasta rørslan í hesum landi. Hon framleiðir á hvørjum ári í milliónatali av bókum, fløgum, sjónbondum og filmum, har boðskapurin verður lagdur fram. Hennara fremstu oddamenn eru kendir um alt USA. Bólkar í hesi rørslu gera eitt munagott hjálpararbeiði, og neyvan øll taka undir við teimum víðgongdu sjónarmiðum, sum hennara fremstu talsmenn umboða. Premillenialisman Søgan um upprunan hjá hesi rørslu er, gudfrøðiliga sæð, sera áhugaverd. Fræið gróðursettu í 16. øld Theodore Beza í Geneve og Martin Bucer í Strasbourg. Ein mansaldur eftir ta bretsku trúbótina vaks fram í Bretlandi ein vaksandi áhugi fyri “teimum evstu døgum”, sum so við og við bleiv skipanarliga savnaður og festur í eini gudfrøðiligari stevnu, sum rópast postmillenial­ isma. Í stuttum var fatanin tann, at fyrst fór at koma eitt túsundára­ ríki við friði og lukku, og eftir tað fór Kristus at koma aftur. Slóðbrótari í Bretlandi var Thomas Brightman (1562­1607). Longu nú kom til sjóndar ein munur í bíbliufatan. Luther og Calvin hildu, at “Ísrael”, nevnt í Rómverjabrævinum 11:25, sipaði til ta kristnu samkomuna. Men millum postmillenialistar var fatanin tann, at “Ísrael” sipaði til ikki­kristnar jødar. Fram ímóti endanum á 18. øld rendi henda stevna seg í and­ streym. Bakløriftið fyri hesum streymskifti var gongdin í heiminum, fyrst og fremst tað amerikanska frælsiskríggið (1775­1784), tann franska kollveltingin og Napoleons nýggja keisaraveldi og tey kríggj, hann førdi. Hesir tilburðir boðaðu ikki frá lukku ella friði, og úr tí almenna mistreysti, sum tíðin elvdi til, vaks fram ein nýggj stevna, sum verður rópt premillenialisma. Hugsanin var nú tann, at fyrst fór Kristus at koma aftur, og síðan fór at koma eitt túsundáraríki. John Nelson Darby Innan fyri hesa rørslu vuksu fram tvær ymiskar fatanir, tann “covenantala” og tann “dispensa­ tionella” premillenialisman. Munurin millum hesi tvey rákini hevur samband við tankan um jødanna leiklut í dómadags­ fatanini. Tey fyrru (“covenantal”) hugsaðu sær, at tað jødiska fólkið bleiv umvent og gjørdist partur av tí kristnu samkomuni. Tey seinnu (“dispensational”) hugsaðu sær, at Guds ætlan fyri kristin og jødar var ymisk, og at tann evsta tíðin kundi koma, eisini um jødarnir ikki vóru umvendir. Avgerandi var hinvegin, at teir vóru komnir heimaftur. Navnið kemur av, at hesi fólk hugsa sær, at Guds ætlan við mannaættini kemur í sjey opinberingum (“dispensa­ tions”), har menniskjuni verða “roynd”. Tann “dispensationella” fatanin varð løgd fram á Albury ráð­ stevnunum, ið vórðu hildnar í Bretlandi frá 1826, og á Powerscourt ráðstevnuni í 1831. Eitt av hennara fremstu umboðum var John Nelson Darby (1800­82), av ensk­írskum bóndafólki, karismatiskur, og sera virkin trúboðari. Darby ferðaðist og prædikaði nógv í USA, og soleiðis fekk henda stevna fótafesti har. Úr henni er sprottin tann kristna zionisman. Hennara fremstu talsmenn í nýggjari tíð eru Tim LaHaye, Pat Robertson, Hal Lindsey og Jerry Falwell. Kristin zionisma Frá tíðliga í 19. øld mentist við stórum fetum áhugin fyri Palestina, og við honum tók seg so við og við fram tann hugsan, at jødarnir kanska fóru at venda aftur og seta búgv í sínum forna heimlandi. Tiltøk, sum fingu ferð á hesa tilgongd, vóru The Palestine Exploration Fund (PEP), stovnaður í 1865 og Suezveitin, bygd í 1869. Men ikki fyrr enn í 20. øld fekk tann amerikanska kristna zionisman rættiliga vind í stórseglið. Høvuðsatvoldin til hetta var heimferð jødanna, ið varð stimbrað av virkinum hjá Theodor Herzl, og serstakliga hansara bók Der Judenstaat (1896), antisemitismu í Europa, jødajagstran í Russland og Balfour­yvirlýsingini tann 2. november 1917, har tann bretski uttanríkisráðharrin læt kunngera, at jødar fingu “eitt tjóðarheim” í Palestina. Eftir at Ísrael var sett á stovn í 1948, eftir sigurin í 1967, og eftir at flokkurin Likud í 1977 hevði fingið stjórnarvaldið í Ísrael, vaks tann kristna zionisman fram til at gerast tann sterkasta lobby­ rørslan í USA. Henda rørsla hevur í mong ár havt stóra ávirkan á amerikanskan uttan­ ríkispolitikk og á møguleikarnar fyri friði millum palestinar og jødar. Rørslan er í dag ein risastórur ídnaður, sum fyrst og fremst leggur dent á samskifti, á at ávirka statsmenn, politikarar og vanlig fólk og at ávirka fjøl­ miðlar í USA. Hon gevur út bøkur, fløgur og filmar, fram­ leiðir sjónvarpssendingar og dvd­ ir, hon skipar fyri ráðstevnum og fundum og Ísraels­ferðum og eigur sjónvarps­ og útvarpsstøðir. Armageddon Rørslunnar høvuðstalsmenn eru sum nevnt Tim LaHaye, Hal Lindsey, Pat Robertson og Jerry Falwell, alt menn sum halda seg hava myndugleika til at útleggja skriftina og onkarrætt til ta røttu eksegesuna. Teirra bíbliufatan kann lýsast, við fáum orðum, sum ein hermeneutikk (t.e. bíbliutolking), ið er “literal” og “futuristic”. Hetta merkir, í fyrsta lagi at hvør útsøgn í bíblini skal fatast bókstavliga, og í øðrum lagi, at allir spádómar sipa neyvt ­ og nágreiniliga heilt niður í smálutir ­ til okkara tíð. Og nú kemur tað áhugaverda. Í hugaheiminum hjá hesum fólkum rúgva tvey hugtøk mest upp, nevniliga Armageddon og fyribrigdið “rapture”, sum Darby hevur uppfunnið, við støði í Fyrra Tessalónikubrævi 4:16­17, og sum kanska kann umsetast til “burturrykking” ella “brádliga heimkallan”. Tankin er, at alt Miðeystur, og við tí Ísrael, skal ganga til grundar í einum øgiligum bardaga, men at tey umvendu kristnu samstundis, ella beint undan ragnarøkum, verða “rykt upp í luftina” og soleiðis sleppa snikkaleys. Sambært summum talsmonnum verða 144.000 jødar bjargaðir. Hini, t.e. at kalla allir borgarar í Ísrael, láta lív og verða samstundis glatað. Her skal tó verða viðmerkt, at ástøðini um jødanna lagnu eftir Armageddon helst eru ymisk. Tann stóri bardagin fer fram við Megiddo, einar áttati kilo­ metrar norðan fyri Tel Aviv og einar 24 kilometrar frá Miðal­ havsstrondini. Tvinga forsjónina Eingin ivi tykist vera um, at tað, hesi fólk umboða, er eitt slag av ynskisfullgerð. Tey føla, kanska í sínum dulviti, at hvørki Arma­ geddon ella burturrykking eru partar av Guds ætlan. Nógv talar fyri, at hetta ástøði er rætt, kanska serstakliga tað, at navn­ framir kristnir zionistar ferð eftir ferð hava spátt, at Armageddon fór at koma og nevnt tað neyva árstalið – og at gongdin hevur víst, at spádómarnir vóru falskir. Av somu grund ræður um, sum Grace Halsell tekur til, “to force God´s hand”, at koyra undir Gud og tvinga forsjónina til at gera eftir eins ynskjum. Tí virka hesi fólk nátt og dag við hamara og tong fyri at íbirta kríggj í Miðeystri. Tað, sum Gud ikki vil, skulu tey við makt og vold fremja. Henda ætlan – sum minnir nógv um tað, sum Sigmund Freud rópti thanatos­trá (t.e. deyðslongsul) – fær sjálvandi avleiðingar fyri alt virkið hjá kristnum zionistum, og serliga teirra bibliuútlegging. Eg havi nevnt, at henda eksegesa er bæði bókstavtrúgv og futuristisk. Men tað áhugaverda er, at hesir profetar (1) í heilum mótsiga sær sjálvum, (2) bróta sína egnu grundreglu um bókstavtrúgvan lesnað, tá ið hetta fellur best og (3) opinlýst lesa ting inn í ta heilagu skriftini, sum ikki standa har. Gog og Magog Nøkur fá dømir bera skilliga prógv um hesa skriftreingjan. Hal Lindsey førdi í 1970 fram, at Ísraels fíggindi á evsta degi var Russland. Í 1997 var hetta broytt til “ein russiskur­muslimskur herur”, og í 1999 stóð ein “muslimskur­russiskur herur” á odda fyri óndskaparins ási (Sizer s 125). Sum vit síggja, verður bíbliufatanin broytt í samsvari við, at amerikanaranna fígg­ indamynd broytist. Eftir at Múrurin var fallin, og tann islamistiska fundamentalisman hevði avrøkt kommunismuna, bleiv neyðugt at endurskoða bíbliulesnaðin. Hetta er tó lítið av miklum. Tí sami maður vil vera við, at “grashoppur” í Opinberingini eru “tyrlur”, at “hestar” eru “vápn­ aðar álopstyrlur”, at “bogin” í Opinberingini 6:1­2 er “ein koda fyri langtrøkkandi vápn sum ICBM”, at “gullkrúnur” eru “hjálmar hjá flogskiparum”, og at í Opinberingini 9:17 verður sipað til tað “kinesiska tjóðar­ flaggið” (Sizer 128). Gog og Magog, nevnd í Ezekiel 38:15­16 Ísraels undirgangur Talsmenn fyri Kristnar Zionistar í USA virka við lív og sál fyri, at Ísrael skal ganga til grundar og tess borgarar láta lív í einum komandi Armageddon John Nelson Darby (1800-1882), bíbliutýðari og karismatiskur prædikumaður, er ættarfaðir hjá tí kristnu zionismuni