Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 241 - 15. desember 2008 Kommunur kunnu spara Í Danmark vísir ein kanning, at tær donsku kommunurnar kundu spart nógvar pengar, um tær keyptu teldur, kuldaskáp og perur, sum brúka lítlan streym. Elsparefonden er komin til ta niðurstøðu, at við at keypa ta minst orkukrevjandi útgerðina kundu kommunurnar spart umleið eina hálva milliard krónur í streymi um árið, og tað hevði harafturat skert CO2-útlátið. Chriastan Jarby í Elsparefonden sigur við Politiken, at úrslitið av kanningini er týðiligt, og at nú ræður bara um hjá kommununum at fylgja tí. Størri dent á jólamannin Jólamaðurin er eitt fyribrigdi, sum er kent um ein stóran part av heiminum, og tá fleiri halda, at hann kemur úr Grønlandi, eiga grønlendingar at fáa munandi meiri burtur úr honum í sambandi við ferðavinnuna. Tað heldur í hvussu er tað grønlendska ferða- og vinnuráðið, sum nú ætlar sær undir eitt átak á alnetinum, sum skal marknaðarføra Grønland sum landið hjá jólamanninum. Grønland skal sostatt kappast við Finnland, sum í fleiri ár hevur marknaðarført seg um land jólamansins við góðum úrsliti, sigur KNR. - Nú skulu skipini klassast, og ymiskar ábøtur skulu gerast. Vit vænta, at skipini kunnu loysa í seinnu helvt av januar, sigur Mikkjal Hammer, sum saman við fleiri øðrum hevur keypt ísfiskatrolararnar, Navaran og Borgaran Skipakeyp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var ein fegin reiðari, vit hittu í telefonini í morgun – á veg úr Suðuroy og inn á Skálafjørðin at hyggja at skipunum, sum felagið TG Fish hevur keypt frá Føroya Banka. Tað er felagið P/F Sjaga- klettur, sum er størsti ein- staki eigari í nýggja felag- num – og næststørstur er eitt felag í Scrabster í Skot- landi. TG Seafood, sum rekur fiskavirkið í Hvalba, er eis- ini við, og um hetta felag er Delta Seafood á Tvøroyri partur í keypinum. Mikkjal sigur, at talið av partaeigarum í nýggja felag- num, TG Fish, er út við fimmti. Trý loyvi Sosialurin hevur skilt, at keypsprísurin fyri Navaran og Borgaran liggur um 28 miljónir krónur, men hetta tal vil Mikkjal Hammer ikki vátta. Reiðarin á Sjagakletti, sum nú eisini verður reiðari á Navaranum og Borgaran- um, sigur, at við í keypinum av ísfiskatrolarunum eru eyka fiskidagar. Hann vil ikki siga ítøki- liga, hvussu nógvir hesir eykadagar eru, men sigur, at vit hava skilt málið rætt, tá vit spyrja, um fiskidagar- nir hjá einum av hinum skipunum, ið bankin fram- vegis eigur, eru við. Føroya Banki keypi teir seks ísfiskatrolararnar í Klaksvík, Navaran og Borg- aran, Fjalshamar og Nón- hamar og Safir og Smaragd, á tvingsilssølu. Sum skilst, verða teir fýra trolararnir seldir útaftur – við eykadøgum, soleiðis at teir tveir seinastu, sum eftir verða, ongar fiskidagar koma at hava. Tað er Føroya Banki, sum hevur fíggjað keypið. Skulu klassast Mikkjal Hammer sigur, at Navarin og Borgarin skulu til klassingar, har serliga verður hugt at høvuðsmotor- unum – umframt, at skipini skulu hava aðrar ábøtur. - Enn er ikki endaliga gjørt av, hvar skipini skulu á bed- ing, men vit vænta, at tey verða klár at loysa til fiski- skap seinnapartin í januar. Reiðarin heldur, at skipini eru í brúkiligum standi, sum hann tekur til. Tríggir navigatørar eru knýttir at lemmatrolaranum Sjagakletti, og tað verða teir, sum koma at skiftast um brúnna, tá Navarin og Borgar- in loysa. Hesir eru Tórhallur Randrup, John Martin Poul- sen og Hanus Tausen – allir úr Hvalba. Fegnir menn Suðuroyingar eru fegnir, og fólk eru spent, nú tað hevur eydnast at keypa hesar báðar ísfiskatrolararnar. Í Hvalba eru menn við drúgvum royndum innan trol- vinnu, og seinastu árini hava teir, sum reka eitt nú Sjaga- klett og Steintór, víst í verki, at tað ber til at reka fiskiveiði – eisini í truplum tíðum. - Jú, sjálvandi eru vit spentir, og vit vóna, at hetta fer at eydnast okkum. Undir verandi umstøðum skulu skipini helst fiska fyri í minsta lagi 30 miljónir krón- ur um árið, um raksturin skal hanga saman. Mikkjal sigur, at skipini fara at landa, har mest fæst fyri fiskin, men hann vónar, at ein munandi partur av veið- ini fer at koma upp á land og til virkingar í Hvalba. Navarin og Borgarin skulu báðir skifta navn, men reiðarin sigur, at nýggju nøvnini verða ikki almannakunngjørd enn. Eingin viðmerking Spurdur, um teir kanska liggja fram við eftir einum pari aftrat av teimum fýra, sum Føroya Banki eigur eft- ir, sigur Mikkjal Hammer, at tað hevur hann onga við- merking til. Hann avvísir ikki, men sigur avgjørdur: - Tað havi eg onga við- merking til. Skulu fiska fyri einar 30 miljónir krónur um árið Navarin og Borgarin, sum seinastu tíðina hava ligið í Saltangará, fara nú til klassingar, og síðan gongur leiðin til Suðuroyar, hagar tey eru seld Mynd: Vilmund Jacobsen - Jú, sjálvandi eru vit spentir, og vit vóna, at hetta fer at eydnast okkum, sigur Mikkjal Hammer, reiðari - Vit umhuga støðuna, men í løtuni er ógjørligt hjá okkum at siga, hvat fer at spyrjast burtur úr, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood klakSvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tey eru fegin í Suðuroy, men minni glað munnu tey vera í Klaksvík. Og tó. Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, er als ikki nakar bittur maður, hóast tvey av skipunum, sum áður vóru undir hattinum hjá fel- agnum í Klaksvík, nú eru seld til Suðuroyar. - Nei, eg eri slett ikki bitt- ur. Í vinnulívi gongur upp og niður, og skalt tú vera bittur, kanst tú slett ikki vera við í vinnulívinum. Jóhan Páll sigur, at hann fegin vil ynskja suðuroying- um tilukku við skipunum – og ynskja teimum góða eydnu, nú TG Fish hevur keypt Navaran og Borgaran, ið vóru frægastu ísfiskatrol- ararnir, sum felagið í Klaksvík átti. - Sum vinnulívsmaður, hittir tú somu fólkini aftur og aftur, og tað ber onga leið at vera bittur, slær stjórin í Klaksvík fast. Støðan óviss Spurdur, hvussu nú verður við virkseminum á Kósini, sigur Jóhan Páll, at tað dug- ir hann slett ikki at siga í løtuni. - Sum er, er einki virk- semi, og líkt er ikki til, at nakað verður tað, ið eftir er av hesum árinum. Stjórin dugir heldur ikki at siga, at tað er hugsandi, at Kósin reisir seg aftur, soleiðis at virksemið kemur uppaftur at koyra fyrst í komandi ári. - Vit umhuga støðuna nú, og eg tori í løtuni einki at siga um, hvussu verður frameftir. Jóhan Páll sigur seg held- ur ikki duga at meta um, hvørt hugsandi er, at eitt av pørunum, sum Føroya Banki enn ikki hevur selt, kann enda í Klaksvík. Tað var Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sum hevði eitt boð hjá Føroya Banka upp á allar seks ísfiskatrolararnar. - Nei, eg dugi slett ikki at siga, um hugsandi er, um reiðarin framvegis hevur áhuga í nøkrum av teimum skipum, ið eftir eru, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri. Jóhan Páll ynskir suðuroyingum góða eydnu - Vit umhuga støðuna nú, og eg tori í løtuni einki at siga um, hvussu verður frameftir, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri