Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 241 - 15. desember 2008 Sunnumorgunin sótu ivaleyst nógv børn og bíðaðu mest sum til fánýtis eftir sjey pørt­ um av Jól í Svingi, ið verða endursendir hvønn sunnumorgun. Orsøkin var at løg­ reglan stegðaði send­ ingini »í svinginum« sjónvarp Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Sunnumorgunin mundi skil­ ið verða ringt í fleiri heim­ um í Føroyum. Spent smá­ børn høvdu leitað sær upp at hyggja eftir Jól í Svingi, sum Kringvarp Føroya hevur føroyskað úr norsk­ um, men til fánýtis. Í skránni fyri sjónvarpið hjá Kringvarp Føroya stend­ ur, at allir partarnir av jóla­ kalendaranum Jól í Svingi frá undanfarna sunnudegi og fram verða endursendir frá klokkan 08.00. Men soleiðs varð ikki nú sunnu­ morgunin. Tá klokkan var farin av átta, var enn eingin jóla­ kalendari á sjónvarps­ skýggjanum. Klokkan nígg­ ju sama skilið. Klokkan tíggju varð støðan enn óbroytt, og ikki fyrr enn stutt eftir klokkan tíggju komu byrjaði sjónvarpið at senda. Børnini vórðu ikki snýtt fyri alt, og fingu hóast alt tveir teir seinastu partar­ nar av Jól í Svingi. Ikki fyrstu ferð Talan er tó ikki um einstaka hending, ið varð nú sunnu­ dagin. Hyggjarar hava greitt okkum frá, at seinasta sunnudag vóru eisini seink­ ingar í sendingunum, tó ikki í sama umfangi sum hesa ferð. Tó kann stað­ festast, at Kringvarp Føroya ikki sendir sambært skránni, ið verður prenta í bløðunum og stendur skrivað á heima­ síðuni hjá Kringvarpinum. Hendiligt óhapp Programmleiðarin hjá Kringvarp Føroya, Herluf Sørensen, váttar at hann varð gjørdur varugur við trupulleikan hesa ferð, og greiðir frá, at orsøkin er eitt hendiligt óhapp. ­ Orsøkin er at maðurin, sum skuldi senda, varð steðgaður av ferðslupoliti­ num og afturhildin yvir ein tíma. Vit royndu at fáa onkr­ an annan at senda skjótast gjørligt, men tað eydnaðist so ikki fyrr enn klokkan 10. Tað var sera óheppið, men tað er eitt hendiligt óhapp, og vit royndu sum frægast at bøta um tað, greiðir Herluf Sørensen, programm­ leiðari í Kringvarp Føroya. Hendingina sunnudagin áðrenn visti hann einki um, og kundi tískil ikki greiða frá, hvat orsøkin til seink­ ingina ta ferðina varð. Staðfestast kann tó at hesa ferð vórðu Jól í Svingi steðgaði í svinginum. Politiið steðgaði Jólunum í Svinginum Líka yvir tveir tímar sótu børn kring landið við sviðusoð og bíðaðu eftir væl umtókta jólakalendaranum, Jól í Svingi. Líka vistu tey, at Jól í Svingi vórðu stegðaði »í svinginum« Ríkir danir drekka ov illa Danmarks Radio hevur kagað í tøl hjá Region Hovedstaden, og har siga tølini, at fólk, sum forvinna meira enn 525.000 krónur um árið, drekka verri enn onnur fólk. Einasti bólkur, sum kann standa mát við tey ríku, eru tey, sum forvinna minst av pengum. DR skrivar, at støðan við rúsdrekkabrúkinum er hættislig í sokallaða whiky­beltinum á Sælandi. Í Hørsholm hava 41 prosent av monnunum og 31 prosent av kvinnunum alt ov stórt alkoholmisbrúk. Støðan er næstan líka ring í Getofte og Rudersdal. Blaðsølan veksur Beint ímóti tí, sum tey flestu høvdu roknað við, er sølan av avvísum kring heimin vaksin munandi seinastu fimm árini. Serliga í Fjarðeystri og í Miðamerika er blaðsølan hækkað munandi. Ein frágreiðing frá World Association of Newspapers vísir, at hvønn dag keypir meira enn ein hálv milliard fólk eina avís. Og seinastu fimm árini hevur vøksturin í alheims blaðsøluni verið heili 9 prosent. Tað var ikki bert í Kringvarp Føroya, at hendilig óhapp vóru orsøk til at hyggjarar ella lurtarar vórðu snýttir fyri endur­ sendingar. Bilradio á Rás2, ið vanliga verð­ ur endursent leygar­ dagar, kom heldur ongantíð í luftina Útvarp Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Hvønn hósdag klokkan 16.05 er Bilradio at hoyra á Rás2. Sendingin er væl umtókt millum lurtarar, og nógv fólk nýta høvið at hoyra ella endurhoyra sendingina tá hon verður endursend á Rás2 leygar­ dagar. Vanliga verður sending­ in endursend klokkan 13 leygardagar, men vegna Tunnilsradio varð send­ ingin hesa ferð flutt til klokkan 11. Tað varð í øllum førum lýst við. Tá klokkan gjørdist 11 nú leygardagin mundu fleiri klóra sær í nakkanum tá bert tónleikur var at hoyra og einki Bilradio. Heldur ikki klokkan 13, tá sendingin vanliga verður endursend, kom Bilradio á skránna. Hendiligt óhapp Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, hevði onga viðmerk­ ing til hvør orsøkin er, at sendingin ikki varð send, men sum skilst er tann feilur hendur, at tøkningar­ nir á Rás2 hava verið í teirri góðu trúgv um hvønn annan, at onkur av hinum mundi hava lagt hana inn í skipanina. Soleiðs var tó ikki, og sendingin kom ongantíð inn í skipanina, og tískil heldur ikki í luftina. Sostatt kann bara stað­ festast at hendiligt óhapp eisini var orsøk til at lurtarar hjá Rás2 vórðu snýttir fyri eina endursend­ ing, og at Bilradio punkt­ eraði á vegnum. Bilradio punkteraði