Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 241 - 15. desember 2008 Sjey heim­ leys fáa eitt heim á jólum HEIMLEYS Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í dag letur Blái Krossur upp eitt umsorganarheim í Grønulíð í Havn. Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at finna onkra loysn fyri tey í Føroyum, sum ikki hava ein fastan bú­stað. Seinastu tíðina hevur Blái Krossur fyri­ reikað seg til at seta eitt heim á stovn fyri fólki, sum einki heim hava. Heimið er ætlað teimum, sum ikki sjálv megna at fáa sær og fasthalda ein bú­stað. Umsorganarheimið let­ ur upp í dag, og flyta tey fyrstu bú­fólkini inn í dag. Bú­pláss er fyri sjey fólk­ um. Annika Olsen, lands­ stýriskvinna hevur havt fund við Connie Hedegaard, veður­ lags­ og orkumálaráð­ harra, um framtíðar samstarvsmøguleikar innan veðurlagsøkið POLITIKKUR Tíðindaskriv Annika Olsen, landsstýris­ kvinna, hevur undir veður­ lagsráðstevnuni í Pólandi havt fund við Connie Hede­ gaard, danska veðurlags­ og orkumálaráðharran, um samstarvsmøguleikar mill­ um Danmark og Føroyar á veðurlagsøkinum. Annika Olsen vísti á, at tað er umráðandi, at Dan­ mark, sum formligur sam­ ráðingarleiðari vegna alt ríkið, inndregur Føroyar í tilgongdina til nýggju veður­ lagsavtaluna, sum skal sam­ tykkjast í Keypmannahavn komandi ár. Landsstýriskvinnan segði eisini, at tað er ein fortreyt fyri at kunna viðgera veður­ lagsmálið í Føroyum, at vit á myndugleikastigi og politiskum stigi fáa tær upp­ lýsingar, sum eru fyritreyt fyri at taka tilvitaðar avgerðir í Føroyum. Connie Hedegaard segði seg skilja støðu føroyinga, og at hon vildi gera sítt til at lata dyrn­ ar upp fyri tættari samstarvi í veðurlagsmálum. Annika Olsen hevur eisini havt fund við grøn­ lendska starvsbróður sín, Kim Kielsen. Tosa varð m. a. um nógvu spurningarnar á veðurlagsøkinum, sum kunnu loysast í felag. Tey bæði samdust um, at enn meira ferð skal setast á sam­ starvið landanna millum, nú­ minni enn eitt ár er eftir til nýggj avtala skal sam­ tykkjast á veðurlagsfundi­ num í Keypmannahavn. Annika og Connie tosaðu um veðurlagssamstarv Annika Olsen, landsstýriskvinna og Connie Hedegaard, danskur veðurlags- og orkumálaráðharri Á ráðstevnu á Hotel Føroyum í dag verður fokus sett á CO2­ útlátið og á veðurlags­ broytingarnar RÁÐSTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein arbeiðsbólkur hevur latið eitt álit ú­r hondum við heitinum »Skjótt syftur seið­ ur og tungu tøkini«. Hetta álitið miðar ímóti at minka um CO2 ú­tlátið hjá Føroyum við 35% fram til ár 2020. Vanlig sethú­s eru ein stórur slú­kur, men við at bjálva betur og skifta olju­ fýr verður mett, at ú­tlátið kann minkast við 11%. Innan flestu økir verður miðað fram ímóti at minka um ú­tlátið. Innan fiskivinnu skal ú­tlátið minkasr 15%, innan orkuveiting 23%, vatnorkan skal økjast 14% og ú­tlátið innan ferðslu skal minka 1%. Eisini var sonevndi Íslandskaðalin nevndur. Hetta er kalað, sum skal veita føroyingum orku ú­r Íslandi, vansin er bara tann, at hetta verður einasta orku­ keldan, og hendir nakað, liggja øll í øskukulda. Menn verður, at ein slíkur kaðal kostar 2,7 milliardir. Annika Olsen, sum hevur økið undir sær, hitti starvssystir sína, Connie Hedegaard, tá hon var fundi um veðurlagsbroytingar her­ fyri, og tær báðar hava gjørt av at samstarva innan økið. Eini hundrað fólk taka lut á ráðstevnuni, tað verið seg politikarar, granskarar og embætisfólk. Ráðstevnan heldur fram seinnapartin. Fokus sett á CO2 útlátið Skipaflotin stendur fyri nógv størsta partinum at CO2 útlátinum í Føroyum Finnast at Kringvarpinum Starvsmannafelagið finnist harðliga at Kringvarpinum fyri at hava tikið starvsfólk til gísla og hótt tey við uppsagnum. Starvsmannafelagið heldur lítið um, at stýrið fyri Kringvarpið í einum skrivi til Fíggjarnevndina boðaði frá, at neyðugt var við uppsagnum, um kringvarpsgjaldið ikki varð hækkað. ­ Hetta er ikki fyrstu ferð, vit uppliva, at limir okkara fáa kunningina í miðlunum, áðrenn tey sjálvi fáa hana frá síni leiðslu. Vit hildu hetta var søga nú­ og átala harðliga slíka viðferð, sigur Starvsmannafelagið. Seinasti bygdarráðsfundurin í Leirvík Í kvøld klokkan 19.30 verður tann seinasti bygdarráðsfundurin í Leirvíkar Kommunu, og sum vanligt hevur verið, verður eisini tann seinasti fundurin í bygdarráðshú­sunum á Kulibakka, skrivar kommunan á heimasíðuni. Leirvíkar Kommuna varð skipað í 1918 og er sostatt 90 ár í ár. Men á nýggjárinum fer kommunan í søguna, tí tá leggja Leirvíkar Kommuna og Gøtu Kommuna saman í Eysturkommunu. Tey, sum manna tað seinasta bygdarráðið í Leirvíkar kommunu, eru Dánjal Andreasen, Poul A. Joensen, Ólavur Sjú­rðarberg, Jóhan Christiansen, Randi í Jógvanstovu, Joen M. Rasmussen og Fríðgerð Heinesen, sum er borgarstjóri. Tríggir av bygdarráðslimunum í Leirvík halda fram í bygdaráðnum í Eysturkommunu. Tey eru Jóhan Christiansen, Fríðgerð Heinesen og Joen M. Rasmussen. Endurminn­ ingar eftir Sámal á Krákusteini Hvussu var at liva seinast í nítjundi øld og fyrst í tjú­gun­ du øld í Havn? Í sínum endurminningum Memoir er og Autobiografi fortelur Sámal á Krákusteini um, hvussu tað var at upplivað endan av einahandilstíðini, at vera við til at kalla inn til víðagitna jólafundin 1888 og virkað í tøttum samstarvi við danska embætismannavald­ ið. Søgurnar eru ofta drama­ tiskar, sum tá frásøgumaðurin var við til at berjast fyri rætti­ ndum hjá havnafólkum, tá ið um træðir ráddi og enntá setti enskum trolaraskipara revolv­ aran fyri pannuna. Samuel F. Samuelsen, van­ liga nevndur Sámal á Kráku­ steini, eftir staðarnavninum har hann bú­ði, skrivaði alt sítt lív. Í hesi bókini greiður Samuel sjálvur frá. Ljós verð­ ur varpað á tíðina frá 1852 til 1930 við Havnini sum mið­ depli og lívinum hjá einum, ið livdi tá sum tænastu­, traðar­ og ú­tróðrarmaður. Bókin er á tremur av mynd­ um frá tíðini. M e n t u n a r g r u n n u r Studentafelagsins gevur ú­t.