Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 241 - 15. desember 2008 Býráðslimir á Tvør­ oyri vilja ikki bakka fyri landsstýrinum og nú er hamarin fallin TvingsilsbøTur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verða býráðslimir á Tvør­ oyri kanska noyddir at hugsa um minni jólagávur og bíligari nýggjársrakettir, enn teir annars høvdu ætlað. Í øllum førum er greitt, at tá ið vit skjóta nýggja árið inn, er hvør einasti býráðslimur á Tvøroyri 5100 krónur fátæk­ ari, enn hann er í dag. Allir býráðslimir á Tvør­ oyri hava nevniliga fingið bót. Tað er innlendismálaráðið í landsstýrinum, sum nú hev­ ur fingið nokk av býráðslim­ um av Tvøroyri og sum tískil nú hevur álagt hvørjum ein­ støkum býráðslimi eina bót. Bótin er 300 krónur um dagin til hvønn býráðslim og í dag er taxametrið farið ígongd. Akta ikki harraboð Orsøkin til tað er, at Tvør­ oyrar býráð vil ikki akta harraboð úr landsstýrinum um at broyta roknskapin fyri Tvøroyrar Havn. Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, er tað havnargjald fyri Smyril, sum ósemjan snýr seg um. Fíggjarmálaráðið hevur kravt, at roknskapurin verð­ ur broyttur, so at umstríddu inntøkurnar fyri havnargjald hjá Smyrli, verða tiknar burtur úr. Men tað vil Tvøroyrar Býráð ikki hoyra talan um, tí býráðslimir eru sannførdir um, at kommunan hevur rætt til peningin. Kommunan heldur, at strik­ ar kommunan havnargjaldið, kann tað uppfatast um at tað verður góðtikið, at kommun­ an ikki hevur rætt til peningin og tað støðuna vilja býráðs­ limir ikki koma í. Býráðslimir hava nevni­ liga gjørt greitt, at hetta er eitt rættiliga prinsipielt mál fyri allar kommunur í Før­ oyum og fæst ikki semja við landsstýrið, fer býráðið í rættin við málinum. Landsstýrið hevur fleiri ferðir hótt býráðslimir á Tvøroyri við bót, vilja teir ikki makka rætt og broyta roknskapin. Men higartil hevur tað ikki rinið við, tí býráðslimir vilja ikki bakka. Bakka ikki Spurningurin var aftur frammi á býráðsfundi og tá las borgarstjórin, Kristin Michelsen eitt bræv hart, sum býráðslimir høvdu fing­ ið úr innlendismálaráðnum. Har tað varð gjørt greitt, at eru viðurskiftini ikki fing­ in í rættlag í seinasta lagi í dag, 15. desember, fara býráðslimir á Tvøroyri at fáa 300 krónur í tvingsilsbót í part um dagin. Men býráðið samtykti ein­ mælt at halda fast við sína støðu og teir eru sostatt ikki sinnaðir at broyta rokn­ skapin. Kortini skal viðmerkjast, at Jaspur Vang, býráðslimur, sum eisini er løgtingsmaður, fekk ikki møtt á fundi, men hann hevði sent skrivlig boð um, at hann var sinnað­ ur at broyta roknskapin fyri at sleppa undan bót, tó uttan at tað skuldi máa støðið undan einum rættarkravi um at Tvøroyrar Kommuna hevði rætt til peningin. Býráðslimir á Tvøroyri eru samdir um, at teir fegin átaka sær dagbøtur, tí hetta eru pengar hjá borgarunum á Tvøroyri, teir berjast fyri, sum tikið varð til á býráðs­ fundinum á Tvøroyri. Kristin Michelsen, borgar­ stjóri gjørdi enntá greitt, at um neyðugt var landsstýrið vælkomið at senda pantifút­ an eftir honum. Býráðslimir gjørdu greitt, at nú vildu teir bíða, til teir fingu eitt endaligt frá Johan Dahl, landsstýrismanni. Er Landsstýrið sinnað at betala havnargjald fyri Smyril, verður roknskapurin broyttur beinanvegin. Býráðið er samt um at bíða til á nýggjárinum fyri at vita um tað ikki ber til at fáa eitt svar úr landsstýrinum. Sostatt gjørdu teir greitt, at teir eru sinnaðir at betala 300 krónur um dagin í bót, tað, ið eftir er av árinum, ella 5100 krónur tilsamans, fyri at undirbyggja kravið. Freist til á nýggjárinum Býráðið samdust eisini um, at taka málið upp aftur á býráðsfundi ímillum jól og nýggjár. Er onki hent tá, er býráðið sinnað at umhugsa at broyta roknskapin, samstundis sum at landsstýrið verður stevnt eftir pengunum. Sostatt er býráðið sinnað at geva landsstýrinum freist til 1. januar at finna eina semju, annars verður stevnt. Í býráðnum á Tvøroyri meta tey, at hetta er eitt sera prinsipielt mál, tí sleppur Smyril undan havnargjaldi, fer tað at taka fíggjarliga grundarlagið undan hvørjari einastu havn í Føroyum, tí so sleppa onnur skip eisini undan havnargjaldi. Strandferðslan vil ikki gjalda havnargjald fyri Smyril, tá ið hann kemur inn á Trongisvágsfjørð. Tvøroyrar Býráð sigur, at ongin ivi er um, at hann skal betala. Landsstýrið førir fram, at tað er landið, sum hevur bygt og goldið samferðslu­ havnina á Krambatanga á Trongisvágsfirði og tí skal Smyril heldur ikki betala havnargjald. Tvøroyrar Kommuna sig­ ur, at hetta hevur onki við málið at gera. ­ Vit hava eina havn, sum er opin 24 tímar um sam­ døgurið og vit hava vakt 24 tímar um samdøgurið. Og sjálvandi skal Smyril betala havnargjald fyri at koma inn í havnina, akkurát, sum øll onnur skip, sum koma inn á fjørðin, sigur Tvøroyr­ ar Býráð. Umframt havnargjald, rinda øll skip eisini bryggju­ gjald fyri at leggja at sjálv­ ari bryggjuni, men hetta gjaldið krevur Tvøroyrar Býráð ikki frá Smyrli, tí tað er tað almenna, sum hevur bygt bryggjuna. Havnargjald verður gold­ ið eftir, hvussu stórt skipið er, og fyri Smyril snýr tað seg um einar 2,5 milliónir um árið. Og hóast Strandferðslan ikki vil gjalda, sendir Tvør­ oyrar Kommunu trúliga rokning hvønn einasta mán­ að. Higartil er rokningin so­ statt komin upp á góðar sjey milliónir og hon veksur fyri hvønn mánað, sum gongur. Men rokningin verður blankt afturvíst og í Tvøroyr­ ar Býráð harmast tey um, at landsstýrið ikki so frægt sum vil samráðast um havnagjaldið í eini roynd at finna semju um eina avsláttarskipan, so at Smyril slapp undan at betala fult havnagjald. Tvøroyrar Kommuna hev­ ur roynt at loyst málið við tríggjar teir undanfarnu landsstýrismenninar, sum hava umsitið Strandferðsl­ una, ávikavist Jógvan við Keldu, Jacob Vestergaard og Helenu Dam á Neystabø, men til fánýtis. Nú er so Johan Dahl, sum umsitur Strandferðsluna og nú er so ein roynd gjørd aft­ urat. Ì hesum sambandi var fundur fyri stuttum ímillum Tvøroyrar Býráð og lands­ stýrismannin um málið. Landsstýrismaðurin lovaði eitt skjótt svar, men tað er ikki komið enn, men býráðslimir á Tvøroyri eru sinnaðir at bíðja eftir svarinum, hóast teir nú fáa eina rokning í postinum upp á 300 krónur um dagin. Nokta at betala fyri Smyril Býráðslimir á Tvøroyri 5100 krónur í bót í part Òsemjan um, hvussu nógv Smyril skal gjalda fyri at sigla inn á Trongisvágsfjørð, er við at koma inn í eina avgerðandi løtu. Allir býráðslimir á Tvøroyri fáa bót, men tað leggja teir minni í, tí hetta er eitt stríð fyri rættindunum hjá borgarunum á Tvøroyri SAS skerjir flúgving Fíggjarkreppan ger, at altsamt færri fólk ferðast, og tað hevur nú fingið skandinaviska flogfelagið SAS at strika umleið 5.000 fráferðir til og úr Kastrup, skrivar Jyllands­ Posturin. Tað verður gjørt við at skerja flúgvingina til umleið 25 býir í Norðurlondum og aðrastaðni í Evropa, samstundis sum tríggjar rutur til Prag, Køln og Arvidsjaur í Norðursvøríki eru niðurlagdar. Sambært blaðnum er tað serliga flúgvingin til Bruxelles, Frankfurt, Hannover, Manchester, München og Stuttgart, sum verður skerd. Sakna bygdapolitikk Politikararnir í Grønlandi mugu taka eina avgerð um, hvørt teir ætla at varðveita bygdirnar ella ikki. Tað sigur Tønnes Berthelsen, stjóri í Arctic Green Food, nú Royal Greenland hevur boðað frá, at felagið fer at lata fleiri landingarstøðir á bygd aftur, tí tær geva hall. Tønnes Berthelsen sigur við KNR, at royndirnar vísa, at fólk rýma úr bygdunum, tá arbeiðsplássini hvørva, og tí vil hann hava politikararnar at taka støðu til, um bygdirnar kring landið skulu varðveitast ella ikki.