mánadagur 15. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 241 - 15. desember 2008
Innheintingarfyri
tøkan Intrum Før
oyar, sum er best kend
fyri at heinta pening
inn fyri stovnar og
fyritøkur, hevur nú
skrivað sáttmála við
Býarbókasavnið í
Tórshavn
INNHEINTING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú skal innheintingarfyri
tøkan Intrum Føroyar hjálpa
Býarbókasavninum í Havn
av heinta bøkur inn, sum lán
arar forsøma at lata aftur.
Nýggja
mannagongdin
verður, at tá ov long tíð er
farin út um ásettu lánitíðina,
verður rokningin send til
Intrum Føroyar, sum síðani
leggur
innheintingargjald
aftrat.
Býarbókasavnið vil tó
altíð heldur hava bøkurnar
aftur enn gjaldið fyri tær. Tí
ber til at lata bøkur inn,
sum eru farnar yvir lánitíð
ina, og bert gjalda vanligt
gjald og umsitingargjald.
Men er kravið sent til Intr
um, verður eitt innheinting
argjald eisini lagt oman á.
Vit ynskja at nýta alla
okkara tíð á bókasavninum
og geva lánarunum bestu
tænastu. Samstundis ynskja
vit at fáa allar bøkur aftur
til tíðina, so onnur kunnu
læna bøkurnar, sigur Anna
Brimnes, býarbókavørður.
Ikki tí, aloftast verða bøk
urnar bornar aftur til ásettu
lánitíð, men Býarbókasavn
ið vónar, at hetta samstarv
fer at hava við sær, at enn
fleiri bøkur koma inn til
tíðina, og at tey harvið fara
at brúka minni tíð til at
skriva áminningar og meira
tíð til brúkarar.
Fleiri bøkur inn
Fyri umleið 3 árum síðani
gjørdu flestu bókasøvn í
Íslandi sama sáttmála við
Intrum. Hetta samstarvið
hevur ført til akkurát tað,
sum Býarbókasavnikð ynsk
ir: fleiri bøkur koma aftur
til tíðina, og harvið verður
bíðitíðin
eftir
útlæntum
bókum styttri.
Tá ið samstarvið byrjaði
í Íslandi, varð avgjørt, at
geva lánarunum eina tíð at
lata bøkur inn uttan at
gjalda nakran kostnað. Í
hesum tíðarskeiði fingu
bókasøvnini umleið 10.000
bøkur aftur. Fleiri av hesum
bókum høvdu verið læntar
út í áravís, sigur Jákup Bech
Jensen, stjóri í Intrum
Føroyar.
Vit ynskja at geva føroy
ingum sama møguleika og
fara tí at bjóða øllum, sum
hava lænt bøkur út um láni
tíðina, at bera tær aftur
ókeypis í tíðarskeiðinum
10. 23. desember 200, sig
ur Anna Brimnes.
So hetta er ein góður
møguleiki hjá øllum at
hyggja á bókahillarnar, um
bøkur hjá Býarbókasavnin
um av misgáum eru komnar
at standa ov leingi.
Intrum skal heinta bøkur inn
Jákup Bech Jensen, stjóri í Intrum Føroyar
Nítjan málningar
og umleið fimmtan
vatnmálningar eru
við á framsýningini
hjá Eyðuni av Reyni,
sum letur upp í
Listaskálanum
klokkan 17 í morgin
MÁLNINGA
FRAMSÝNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er talan um bæði stórar
og smáar málningar, sum
listamálarin
Eyðun
av
Reyni sýnir fram í Lista
skálanum.
Málningarnir eru 19 í
tali, hin størsti heilar tvær
ferðir tríggjar metrar í vídd.
Málningarnir
eru
allir
málaðir í ár, men tó er onk
ur av vatnmálningunum frá
í fjør og fyrraárið.
Eyðun av Reyni er lista
maður burtur av, og tók
útbúgving innan yrkið, frá
1971 fram til 1978. Heim
aftur komin starvaðist hann
í Svimjihøllini í Havn fram
til 1996, tá hann fór at mála
burtur av.
Hann hevur vanliga einar
tríggjar fýra framsýningar
um árið, og sýnir fram fleiri
staðir, bæði í Íslandi, Dan
mark og Føroyum.
Íslendarar sýna stóran
áhuga fyri føroyskari list,
og eg hevði eina framsýning
har í november mánaði, sig
ur Eyðun av Reyni.
Eisini í Føroyum ferðast
hann runt við sínum máln
ingum, eitt nú í Leikalund í
Klaksvík og í Ribarhus í
Fuglafirði.
Í sambandi við framsýn
ingina í Listaskálanum kem
ur eisini ein bók út, sum
Aðalsteinn Ingólfsson hev
ur skrivað, og sum Listasavn
Føroya gevur út. Bókin inni
heldur eina røð av máln
ingum hjá Eyðuni av Reyni,
bæði nýggjar og gamlar.
Framsýningin letur sum
nevnt upp klokkan 17 í
morgin og verður opin fram
til 1. februar.
Eyðun í
Listaskálanum
Eyðun av Reyni, listamálari, hevur framsýning í Listaskálanum
fram til 1. februar 2009
Mynd: Jens Kristian Vang
Bankar offur fyri stórsviki
Fleiri europeiskir bankar standa nú fyri stórtapum eftir at vera svikaðir av Wall Street
veteraninum, Bernard Madoff. Svikið, sum nærkast 50 milliardum dollarum (gott 281
milliardir krónur) greinar seg um allan heim. Bretski Royal Bank of Scotland hevur
mist umleið 3,34 milliardir krónur, HSCB heilar 560 milliardir og Man Group góðar
tvær milliardir krónur. Men tað eru ikki bert bretskir bankar, sum verða raktir.
Japanski Nomura hevur mist 1,7 milliardir, franski Natixis 3,4 milliardir og italski
UniCredit 560 milliónir krónur. Madoff varð handtikin hósdagin í síðstu viku og
hevur sambært fleiri keldum viðgingið svikið. Hann hevur snýtt kundar sínar gjøgnum
ein íleggingargrunn.