mánadagur 15. desember 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 241 - 15. desember 2008
24 ára gamli John
Fornagarð úr Fugla
firði er í Afganistan,
har hann starvast
sum førari á einum
stríðsvogni. Í gjár
rendi lítli stríðsvogn
urin á eina minu,
men tað gekk at koyra
víðari, hóast tali
banarnir skutu við
rakettum eftir teim
um
Hermannalív
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Ungi fuglfirðingurin, John
Fornagarð, er í kríggj. Hann
hevur verið í Afganistan
síðan í novemburmánaði,
og fer úr aftur landinum í
februarmánaði. Hann er í
Helmand landslutinum, har
suðuri í Afganistan, har
herdeildin hjá honum held
ur til. Helmand landsluturin
er økið, har harðasta stríðið
er millum talibanar og
vesturlendskar herdeildir.
Alt
økið
aftanfyri
okkum er tryggjað, men vit
eru, har alt hendir. Fara vit
500 metrar longur norður,
so byrja teir at skjóta eftir
okkum, og vit royna at
koma í stríð við teir umleið
tríggjar ferðir um vikuna,
fyri soleiðis at minka um
styrkina hjá teimum, greiðir
John Fornagarð frá, og legg
ur afturat, at so seint sum í
gjár, rendu teir á eina minu,
men teir megnaðu at koyra
víðari á hinum hjólunum
hjá stríðsvogninum, sam
stundis sum talibanarnir
skutu rakettir eftir teimum.
Hvørja ferð vit renna á
eina minu, fortelja talibanar
nir um, hvussu nógvir av
okkum eru dripnir, men vit
hava bestu bilarnar í Afgani
stan, so tað er sjáldan at
nakað hendir hjá okkum.
Hvørja ferð vit møta tali
banunum geva vit teimum
ein frammaná, og tað er
bara ein spurningur um tíð,
áðrenn teir ikki orka meira,
greiðir ungi fuglfirðingurin
frá.
Búgva í
Bumbuskýlum
Meðan teir eru í Afganistan
búgva hermenninir í bumbu
skýlum, teir sjálvir hava
bygt. Talan er um sera primi
tivar umstøður, har bara tað
at leggja seg at sova er ein
avbjóðing.
Hvørja ferð vit skulu
leggja okkum, mugu vit
syrgja fyri at tøma sovi
posarnar, tí tað er eitt sindur
heitari inni enn uttanfyri, so
øll møgulig djór fara í sovi
posarnar. At byrja við var
tað eitt sindur løgið at skula
tøma
soviposan
fyri
skorpiónir og onnur djór,
greiðir John Fornagarð frá.
Hann leggur afturat, at
eisini tað at fara á vesi er
ein avbjóðing, tí teir hava
bert ein lítlan kassa, har teir
gera síni ørindir í ein posa,
sum teir síðani brenna.
Viðvíkjandi matinum er
ein stórur trupulleiki, at teir
skulu syrgja fyri, at mýsnar
ikki sleppa framat.
Mýs eru allastaðni, og
tað er ein stór avbjóðing at
verja matin. Vit mugu syrg
ja fyri at hava matin í stál
kassum, fyri at mýsnar ikki
skulu sleppa til, fortelur
John Fornagarð.
Verið í Kosovo
Áðrenn John Fornagarð
kom til Afganistan, var
hann í Kosovo, har hann
hevði eina líknandi upp
gávu, hóast stórur munur er
á eini friðarvarðveitandi
uppgávu í Kosovo, og einari
friðarskapandi uppgávu í
Afganistan. Í augustmánaði
fór ungi fuglfirðingurin úr
Kosovo.
Tá hann fekk at vita, at
tørvur var á fleiri her
monnum
í
Afganistan
avgjørdi hann at fara niður,
tí honum dámar hermanna
lívið.
Eg havi ongantíð angr
að, at eg fór í herin og øll
tey, ið hava hug at síggja
heimin á ein øðrvísi hátt,
skulu ikki vera bangin fyri
at melda seg til, sigur John
Fornagarð.
Nøkur ár afturat
Hóast John Fornagarð ikki
skal vera í Afganistan so
leingi afturat, roknar hann
ikki við, at stríðið steðgar
enn.
Tað verða helst nøkur ár
afturat. Fólkini eru í ferð
við at blíva klár yvir, at vit
eru har fyri at hjálpa. Vit
royna at byggja skúlar,
byggja brunnar og geva
teimum vørur. Tað vísir seg,
at tey byrja at skilja tað, og
tað hjálpir okkum nógv, at
íbúgvarnir í landinum ikki
eru so nógv ímóti okkum
longur, men tað verða nokk
nøkur ár, áðrenn friður verð
ur í landinum, greiðir fugl
firðingurin frá.
Vakurt land
John Fornagarð fortelur, at
Afganistan er eitt øgiliga
vakurt land, við góðum
sólargangi og vakrari náttú
ru. Serliga er tað vakurt í
dalinum, har tað størsta
stríðið er, tí tað er eitt stórt
grønt øki, ið er rímiliga
óvanligt. Gróðrarlendið er
gott, og tí vilja allir partar
halda seg framat økinum.
Tað er sera vakurt her,
serliga niðri í dalinum, og
vit eru á patrulju í dalinum
við jøvnum millumbilum.
Men vit halda til longri
uppi, tí her er tryggari at
vera, fortelur John Forna
garð. Hann fortelur eisini,
at um náttina gerst tað bara
kaldari og kaldari. Enntá so
kalt, at tað frystir um nætur
nar, men um seinnapartarnar
er tað so mikið heitt, at teir
ganga í Tshirt, tá møguleiki
er fyri tí.
Øðrvísi jól
Eg rokni við at sleppa
undan jólastressinum, flenn
ir ungi føroyingurin. Hann
hevur ikki hugsað so nógv
um jólini, men væntar, at
tað verður fínt, og at teir
fara at halda jól á onkran
hátt. Mann leingist eisini
nokk so illa heim, men at
tað ikki er nakað mann
hugsar nakað serligt um, tí
tað hendir so nógv alla tíð
ina, og avbjóðingarnar eru
mangar.
Í mun til tað, vit uppliva
her, skal mann ikki grenja
heima. Tað er í hvussu so er
stórur munur á, greiðir ungi
fuglfirðingurin frá. John
Fornagarð fer úr aftur
Afganistan í februarmánaði,
men hann roknar við at fara
útaftur til uppgávur í fram
tíðini.
Fuglfirðingur koyrdi á
minu í gjár
Listaframsýning hjá Nicolinu Højgaard
Kvinnur og børn eru høvuðstema í listaframsýning hjá Nicolinu Højgaard, ið letur upp í
framsýningarhølum á Áarvegi 14 í Havn týsdagin 16. desember kl. 17.00. Á framsýning
ini er grafikkur at síggja. Talan er um svørthvít linoleumsprent. Kvinnur og børn eru
høvuðstema, og hetta tema myndar væl gerandisdagin hjá Nicolinu, ið starvast sum
heilsusystir í Havn. Myndirnar eru framleiddar á Grafiska Verkstaðnum hjá Tórshavnar
Kommunu, har Nicolina Højgaard hevur fingið undirvísing frá Jónu Rasmussen seinas
tu fimm árini í Tórshavnar Kvøld og Ungdgómsskúla. Framsýningin er opin fram til
jóla, og øll eru vælkomin til ferniseringina.
John Fornagarð úr fuglafirði er í kríggj í Helmand landslutinum í Afganistan. Hann kemur væntandi heim í februar, tá hann
hevur verið í landinum í tríggjar mánaðir
So hvørt sum tað gongur betri at byggja landið uppaftur, gerast
lokalu íbúgvarnir minni og minni fíggindasinnaðir
Tá ørindi eru á vesinum
verður hetta gjørt í ein posa,
ið síðani verður brendur.
Men verri er, tá teir skulu
leggja seg, tá eru teir noyddir
at tøma soviposarnar fyri
alskyns djór