mánadagur 15. desember 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 15. desember 2008
5
Fulltrúar til Kappingareftirlitið
Kappingareftirlitið søkir eftir tveimum fulltrúum
til fyrisitingina av Kappingarlógini. Tú kemur at
starvast í einum óformligum og dynamiskum
arbeiðsumhvørvi. Fulltrúar á Kappingareftirlitinum
skulu bæði kunna arbeiða sjálvstøðugt og í toymi,
alt eftir hvør uppgávan er.
Á Kappingareftirlitinum verður dentur lagdur á, at
tað arbeiði, ið stovnurin letur úr hondum, er á
høgum fakligum støði. Tí eggja og stuðla vit
starvsfólkum okkara at menna sínar førleikar á
øllum økjum.
Vit kundu hugsa okkum umsøkjarar við kandi-
datútbúgving innan búskaparfrøði, løgfrøði ella
samfelagsfrøði.
At arbeiða á Kappingareftirlitinum
Fulltrúar á Kappingareftirlitinum hava nógvar og
ymiskar uppgávur. Ongin uppgáva er heilt eins.
Arbeiðsuppgávurnar kunnu t.d. vera:
At fyrireika og leggja mál fyri Kappingarráðið
At viðgera kærur frá vinnurekandi og borgarum
At innsavna og viðgera tilfar um føroyskar
marknaðir
At skriva frágreiðingar um kapping
At menna kunnandi tilfar og vegleiðingar
At kunna vinnulív og borgarar um
Kappingarlóggávuna
Førleikar
Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúgving innan
løgfrøði, búskaparfrøði ella samfelagsfrøði.
Umsøkjarin skal hava góð analytisk evni.
Setanartreytir
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála við
BLF ella annað avvarðandi fakfelag.
Umsókn, saman við prógvum og møguligum um-
mælum, skal sendast til:
Kappingareftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
og verða stovninum í hendi í seinasta lagi tann
30. januar 2008.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at
seta teg í samband við Terje Sigurðsson, deildar-
stjóra, á tlf. 35 60 41 og t-post: terjes@kapping.fo
ella við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf: 35 60 21 og
t-post: director@fse.fo
Kappingareftirlitið skal saman við
Kappingarráðnum umsita løgtingslóg nr. 35
frá 3. mai 2007 um kapping.
Lógin hevur til endamáls, við virknari
kapping, at fremja fulldygga samfelagsliga
tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og
brúkarar.
Kappingareftirlitið hevur til uppgávu:
at vera skrivstova hjá Kappingarráðnum
at fyrireika tey mál sum skulu leggjast
fyri Kappingarráðið
at útinna avgerðirnar hjá
Kappingarráðnum
at hava um hendi dagligu umsitingina av
kappingarlógini
at taka avgerðir vegna Kappingarráðið í
málum í samsvari við vanliga siðvenju og
vegleiðing frá Kappingarráðnum
Fulltrúi
Fulltrúi til Innlendismálaráðið
Starvið: Høvuðsuppgávan hjá fulltrúanum er at taka sær av øllum fíggjarligum
viðurskiftum í Innlendismálaráðnum og at samskipa fíggjarlig mál millum stovnarnar
undir ráðnum og Fíggjarmálaráðið. Fulltrúin er harumframt við í einstøkum verk-
ætlanum og arbeiðir við málsviðgerð hjá Innlendismálaráðnum.
Førleikar: Tú hevur búskaparliga útbúgving frá hægri lærustovni, dugir væl at
samstarva og megnar at loysa tey mál, ið tær verða givin.
Løn og setanartreytir: Starvsheitið er fulltrúi, og starvið verður lønt sambært sátt mála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir: Umsóknir við avritum av prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skulu
sendast til Innlendismálaráðið, Postrúm 159, Tinganes, 110 Tórshavn og skulu vera
ráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. desember 2008 kl. 16.00. Umsøkjarar
kunnu fáa fl eiri upplýsingar við at venda sær til Rúna Joensen, aðalstjóra, á
telefon 558070.
Les meira á www.imr.fo