mánadagur 15. desember 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 241 - 15. desember 2008
tíðindi
Tilboðini eru at fáa í Telebúðunum kring landið og eru galdandi til jóla :-)
ASUS FARTELDA
Ein supersnøgg telda við 15,4” skíggja
15,4” WXGA – Intel Celeron C220 –
128 MB grafi kkram – 1 GB RAM – 160
GB harðdisk – DVD/RW – 802.11 bgn
– Vista Basic – Kortlesara
3.995,-
Sig tað á jólum ...
Sony Ericsson G502i
Løtan er tín
kr. 1395
Jólagáva til undirhald
Fartelefon við flest øllum hentleikum, so sum 3G, 2MP
myndatóli, Bluetooth, 32MB minni, møguleika fyri at
byggja minni út við M2 korti, FM-útvarpi og TrackID music
recognition. Battarí: 10 tímar talutíð og 340 tímar standby.
Phonearena gav hesari telefonini 8 stig av 10 møguligum í
test tann 05-06-2008.
Les meira á vodafone.fo
Vit eru eisini til tænastu á 202020.
Vanligur prísur 1.595,-
Sambært bókini
Njótingarsami heilin
kann meir njóting
geva okkum eitt betri
lívi. Nú er bókin kom
in á føroyskum
Týðing
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nógv umrødda bókin »Njót
ingarsami heilin« er júst
komin á føroyskum í týðing
eftir Paula Nielsen.
Í Njótingarsama heilanum
lýsir Morten Kringelbach,
professari, hvussu gransk
ing í njóting og trá kann
vera ein lykil til at skilja,
hvussu heilin á okkum virk
ar, og hvussu bøtt kan verða
um lívsdygdina.
Støði í heila
skanningum
Morten Kringelbach hevur
serligan áhuga í, hvussu
stóra ávirkan sansaligar og
sosialar njótingar hava á
okkara lív, og hvussu stóra
ávirkan vantandi njóting
hevur á tunglyndi, støðuga
pínu og etingarólag.
Njótingarsami
heilin
hevur støði í granskingini
hjá Morten Kringelbach og
lýsir seinastu framstigini í
heilavísindini. Nýggir heila
skanningarhættir hava gjørt
tað gjørligt at máta virk
semið í livandi menniskja
heilanum.
Morten Kringelbach hev
ur við hesi tøkni fingið
greiðu á, hvar, nær og hvus
su kenslur, njóting og trá
verða til í heilanum. Betri
fatan av hesum mekanism
um fer vónandi sum frá
líður at hjálpa teimum
mongu, sum vanta njóting í
lívinum, og at geva størri
lívsgleði og heilsu til fólk
ið.
Njótingarsami heilin er
ikki ein sjálvhjálparbók,
men ein bók fyri almenn
ingin, har rithøvundin, lista
maðurin og vísindamaðurin
á sera greiðan og skemti
ligan hátt oysir av sínum
stóra innliti í heilan. Bókin
gevur okkum nakað at hug
sa um. Vit kenna okkum aft
ur í henni og kunnu læra at
fara betur um lívið
Pauli
Nielsen
hevur
umsett bókina í samstarvi
við Morten Kringelbach, so
hvørt sum hann hevur skriv
að hana. Bókin er nýliga
komin út á donskum og
enskum og varð hon tá
ummæld á Grams síðunum
her í blaðnum.
Føroyska útgávan er kom
in á forlagnum Ítriv.
Njótið og verðið glað
Út frá nýggjum mátum at
skanna heilan lýsir bókin
"Njótingarsami heilin",
hvussu kenslur, njóting og trá
verða til í heilanum
Ævintýraferðin, sum
vit kenna best frá
palli á ólavsøku er nú
komin út, sum bók
Drama
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ein av útgávunum til jóla,
sum serliga vendir sær til
yngru lesararnar, er Ævin
týraferðin,
sum
Dánjal
Kaggadingding Kaggadum
og Búi Sibbidibbidimdimd
ubadabadam eru upphavs
menn til.
Handan
løgnu
nøvini
fjala seg Dánjal á Neystabø
og Búi Dam, sum seinastu
fimm árini hava framført
tónleikasjónleikir fyri og
við børnum.
Ein ræðuligur
morgun
Higartil hava vit upplivað
Ævintýraferðina á palli á
ólavsøku, ella tá teir báðir
hava vitjað dagstovnar og
fólkaskúlar umframt á fløg
um, sum teir hava givið út.
Nú er so tann fyrsta bókin í
Ævintýraferðini komin. Tað
er søgan um drongin, sum
gloymdi
hvussu
mann
spælir.
Pól elskar at spæla. Hann
spælir alt millum himmal
og jørð. Men ein morgunin
hendir nakað ræðuligt. Pól
vaknar og finnur útav, at
hann hevur púra gloymt,
hvussu mann spælir. Uttan
fyri hittir hann vinmannin
Janus, og so byrjar søgan...
Bókin telur 30 blaðsíður,
og hevur onki aldursmark.
Bókin hóskar seg væl at
lesa upp fyri smáum børn
um, eins og børn í skúlaaldri
kunnu lesa hana sjálvi, tí
tekstirnir eru lættir at lesa.,
og søgan er góð. Sjáldsomu
og sera flottu tekningar í
Drongurin, sum gloymdi
hvussu mann spælir, hevur
Janus á Húsagarði teknað.
Myndirnar eru livandi og
sermerktar á tann hátt, at
hvørja ferð, tú hyggur at
teimum, sært tú okkurt nýtt,
sum dregur teg enn longur
inn í hendan ævintýraheim.
Ævintýraferðin sum bók
Fyrsta bókin í Ævintýraferðini
hjá Danjál á Neystabø og Búa
Dam hóskar seg væl at lesa
upp fyri børnum